Vónar at Brøndby fer víðari

- Tað hevði kanska verið ein fyrimunur hjá okkum, um B36 sleppur víðari. Men eg vóni tað ikki. Brøndby er, saman við AGF, mítt felag, og eg ynski teimum alt tað besta, sigur Peter Foldgast, sum um aldarskiftið var millum stuðulsleikararnar hjá Brøndby

Ovari vøllur í Gundadali verður komandi hósdag karmur um seinna innleiðandi UEFA-CUP dystin millum B36 og Brøndby. Ein ávísur ótti er fyri eyðmýkingini, um tað ikki eydnaðst sigursvanda danska felagnum at vinna seg víðari í kappingini. Peter Foldgast, sum nú spælur við EB/Streymi, umboðaði felagið frá árunum 2000 til 2004. Og hóast hann í dag spælur í føroysku Formuladeildini, so vónar hann, at fyrrverandi felag hansara vinnur seg víðari í kappingini.


Ansið eftir Súna

Peter Foldgast hevur higartil spælt tríggjar landskappingardystir fyri EB/Streym. Ein av hesum var júst ímóti B36 á útivølli í Gundadali. Danin staðfestir, at fyrrverandi felag hansara má ansa eftir Súna Olsen, sum átti týðandi leiklut í sigrinum hjá árstalsfelagnum, tá sundalagsmenn vitjaðu. Landsliðsleikarin var somuleiðis valdur til dagsins leikara, tá B36 vitjaði á Brøndby Stadion fyri góðari viku síðan.

- Hann stýrdi spælinum sera væl, tá vit vitjaðu í Gundadali. Honum má Brøndby hava eitt vakið eygað við. Eydnast at verja fyri hansara málgevandi sendingum, so trúgvi eg ikki, at B36 hevur stórvegis møguleikar at sleppa víðari, sigur Peter Foldgast.

Hann sær ikki stórvegis vansar í, at dysturin hevði leiktur á graslíki. Brøndby venur stóran partin av árinum á hesum undirlagnum, so tað er ikki nýtt fyri teir.

Er tað yvirhøvur møguleiki fyri, at B36 fer at vinna seg víðari?

- Tað er tað altíð. Eg trúgvi bara ikki, at teir gera tað. Í hópinum hjá Brøndby eru fleiri sera dugnaligir leikarar. Men eydnaðst tað B36 at halda teimum burtur frá upplagdum møguleikum, so dugi eg ikki at síggja, at tað ikki skal verða gjørligt. Føroyingarnir kunnu serliga hótta við deyðbóltsstøðum. Men eg vænti ikki, at tað B36 fer víðari, sigur Peter Foldgast.


B36 má ikki víðari

Sigursvanda Brøndby er eitt av teimum stóru feløgunum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hinvegin gingið alt annað enn væl, og liðið er rapað niður eftir stigatalvuni, og eitt skifti vóru teir í

niðurflytingarvanda. Undir leiðslu av Tom Køhlert slapp felagið undan fullkomnu eyðmýkingini, og nú verður aftur strembað eftir danska oddanum.

Peter Foldgast metir, at tað hevði verið eitt ógvusligt afturstig á leiðini, um tað ikki eydnaðist Brøndby at sleppa víðari ímóti lítla og føroyska B36.

- Eg dugi ikki at ímynda mær, hvat donsku miðlarnir høvdu sagt. Tað hevði verið ein vanlukka. Tað hevði eisini verið ræðuligt, tí Brøndby hevur alt annað enn tørv á keðiligari umtalu júst nú. So tað má ikki henda, sigur ein smílandi Peter Foldgast.

Brøndby fekk eina frálíka byrjan á donsku landskappingina, sum byrjaði aftur farna vikuskiftið. Á útivølli eydnaðst teimum at vinna 2-0 á FC Nordsjælland.


Brøndby skal víðari

Peter Foldgast fekk sítt gjøgnumbrot í donskum fótbólti í júst Brøndby. Hann var ein av stuðulsleikarunum hjá Michael Laudrup, sum tá stóð á odda fyri liðnum. Tað eydnaðist teimum millum annað at vinna donsku steypakappingina, og Foldgast skjeyt eisini árins mál í SAS-liguni í 2004.

Kenslurnar fyri Brøndby eru alt annað enn fánaðar seinastu árini. Hjartað er í felagnum og vónar harvið eisini, at teir fara at vinna á B36 í Gundadali hósdagin.

- Tað hevði kanska verið ein fyrimunur hjá okkum, um B36 sleppur víðari. Men eg vóni tað ikki. Brøndby er, saman við AGF, mítt felag, og eg ynski teimum alt tað besta, staðfestir Peter Foldgast, sum nú fyrireikar seg við viðleikarunum í EB/Streymi til seinna undandystin á útivølli móti Manchester City.


Myndatekstur:

Peter Foldgast fekk sítt gjøgnumbrot í Brøndby, og var ein av stuðulsleikarunum hjá Michael Laudrup, sum tá stóð á odda fyri liðnum. Tað eydnaðist teimum millum annað at vinna donsku steypakappingina, og Foldgast skjeyt eisini árins mál í SAS-liguni í 2004

Mynd: Polfoto