Í morgun høvdu vit grein á In.fo um eina nýggja kanning hjá Fólkaheilsustovninum, Krabbameinsskrásetingini og Arbeiðsumhvørvisstovninum í Noregi.
Kanningin vísir, at greiður samanhangur er millum snús og fleiri sløg av deyðiligum krabbameini.
Tað var norska kringvarpið, ið bar hesa søgu, sum fleiri aðrir miðlar eisini hava borið í dag.
- Vandin fyri krabba í vælindunum er meira enn trígjgjar ferðir so stórur, og vandin fyri krabba í brisinum - ella búkspýttkertlinum - er tvífalt so stórur hjá fólki sum snúsa enn teimum sum ikki snúsa.
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í nýggju kanningini.
Nevndu stovnar, sum standa aftanfyri kanningina um árin av snúsi, hava brúkt alla atkomiliga gransking, sum áður er gjørd í samband við snús og krabbamein.
- Tað, sum vit eisini síggja, er, at fært tú krabba og heldur fram við at snúsa, verður tú í enn størri vanda fyri at doyggja av krabbameini, sigur læknin og granskarin, Bendik Brinchmann.
Eftir úrslitini, sum nýggjasta kanningin kemur til, rópar forkvinnan í Kristelig Folkeparti í Noregi, Olaug Bollestad, varskó. Hon krevur, at norski heilsuálaráðharrin tekur stig ti at minka um nýtsluna av snúsi í Noregi.
Hon vísir á, at málsetningurin hjá Noreg áður hevur verið at minka um royking millum ung og heldur, at tað hevur stóran skund eisini at seta tiltøk í verk móti ovurhondsstóru nýtsluni av snúsi.
Olaug Bollestad vil eisini hava, at útsjóndin á íløtunum við snúsi verður broytt. Hon krevur, at nýggj merking kemur á íløtini, og at her eigur at standa, at "snús ER heilsuskaðiligt og er vanaelvandi.
##med2##