Liss Hansen
? Tað er L. S. (Landsumsitingin), sum hevur ábyrgdina av náttúruumsitingini í Føroyum, men har er tíð at fara at hugsa ørvísi, tá hesir trupulleikarnir skulu loysast. Vend má koma í og skiftast má spor, vit eiga at læra av feilunum og hugsa frameftir. Tí haldi eg, at loysnin er at seta eina náttúruumsiting á stovn í L. S., soleiðis sum nýggja stýriskipanin eisini sigur (?Náttúru og búnaðarstova skal setast á stovn undir vinnumálastýrinum?). Hetta meti eg skal henda sum skjótast! Og absolut áðrenn oljuvinnan tekur seg upp, sigur Durita Brattaberg, sum leggur afturat, at vit skulu minnast til, at lívið er náttúran og náttúran er lívið.
Vantandi førleiki
Durita Brattaberg, at hon ikki heldur, at okkara landsumsiting hevur nóg góðan førleika til at taka sær av umhvørvismálum.
Orsøkin er, at meginparturin av umsitingini er mannað av juristum. Eingir biologar eru har til at taka sær av málum, sum t. d. SEV-útbyggingini.
Fyri at kunna viðgera eitt mál, sum SEV-útbyggingina, er neyðugt, at tað eisini eru fólk við kunnleika til náttúruna, sum viðgera málini, sum hava við umhvørvið at gera.
? Tú kanst ikki fara undir at viðgera biologisk árin, tá tú ert juristur.... tað er tað sama sum at rætta bakara fyri smið, heldur Durita Brattaberg.
Tað letur seg snøgt sagt ikki gera at fáa eina fullgóða viðgerð bara við juristum á hesum økinum. Teir hava nevniliga góðan juristar, men teir hava ikki førleika til at meta um biologisk árin og tílíkt.
Norðurlendsk umhvørvisstrategi viðtikin
Tað er hend øgiliga stór menning á orku-útbyggingarøkinum gjøgnum tey seinastu árini, sum vísir at tað er væl møguligt at brúka vind- ella sólorku, í staðin fyri vatnorku.
? Hava umhvørvismál í veruleikanum ongan politiskan prioritet í Føroyum?- Føroyar hava undirskrivað nógvar ymiskar sáttmálar um náttúruvernd, og ein av teimum er ?Den nordiske miljøstrattegi 1996-2000?.
Harí standa nøkur generell prinsipp um náttúru- og umhvørvisvernd. Í sáttmálanum stendur, at fleiri fyrilit skulu havast í huga, serliga tá stórar útbyggingar skulu fremjast.
Í nevnda norðurlendska sáttmálanum bindir Landsstýrið seg til, at fleiri tungtvigandi prinsipp skulu liggja til grund í eium hvørjum, sum verður avgjørt at gera.
Forsigtigheds-prinsippet
Eitt annað er ?forsigtighedsprinsippet?. Har stendur, hvussu vit skulu fyrihalda okkum í umhvørvisspurningum. Millum annað hava føroyingar bundið seg til at gera forkanningar av umhvørvinum, áðrenn broytingar verða gjørdar.
Hetta er ikki gjørt nóg væl viðvíkjandi SEV-útbyggingini, og vatnorkuútbygging er ein av teimum størstu broytingunum vit kunnu gera á landi. Kortini eru ongar forkanningar gjørdar við útbyggingini av Eiði-3 økinum, sum so.
Burðardygg menning
? Hesin parturin av oman fyri nevnda sáttmála er gjørdur við tí í hyggju at fyribyrgja umhvørvistrupulleikum. Hetta eru ting, sum ein juristur ikki hevur førleika til at døma um, tí teirra útbúgving fevnir ikki um hesi økini, sigur Durita Brattaberg.
? Ein annar partur kallast Landsskabsbeskyttelse, verja av landslagnum. Í seinasta reglubroti verður tosað um -?at landsskabet må tage udgangspunkt i miljø-konsekvensvurderinger og en udbygget folkelig deltagelse?. Hetta stendur í hesum strattegiplaninum, sum Føroyar hava tikið til sín. Hvussu nú, hví er eitt hol?
? Hvat meina fólkini á staðnum? Her manglar nakað, nevniliga tað, at fólkið tekur undir við tí. Vit vita snøgt sagt ikki, um fólkið ger tað, tí tey eru ikki eftirspurd, men tann umrøðan, sum hevur verið frammi í seinastuni, gevur ábendingar um, at tey ikki gera tað.
Tað átti at havt verið ein fólkafundur, ein hoyring, fyri fólkunum á staðnum og øðrum áhugaðum. Tað er nakað, sum bæði SEV og landsmyndugleikarnir áttu at havt fingið í lag.
Frágreiðingartrupulleiki
Tann nýggi sáttmálin, sum kemur í gildi eftir ár 2000, er bygdur uppá yvirnevnda sáttmálan. Men kortini er tann, sum nú er galdandi, ikki hildin! Her er okkurt sum haltar, og eg meti, at her hevur núverandi landsstýrismaður í umhvørvismálum og landsumsitingin ein frágreiðingartrupulleika.










