eisini nú. Vit hava verið saman bæði á tingi og nevndararbeiði. Í vinnunevndini kundi ofta vera sera rokut, og annað kundi tað ikki vera, tá ein annar markantur limur var Heini úr Kunoy. Men tá avtornaði [...] grønlendskur politikkari. Vit bæði vistu bert um hvørt annað frá tí, eg var á háskúla í 1961 saman við manni hennara Ottorak, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Síðan tá hava vit havt samband okkara millum [...] teimum. Henrik er sum øll vita vágbingur, og hann fór sum allir dreingir tá í tíðini til skips, tá farið var úr skúlanum, og var hann tá 17 ár. Sum frá leið gjørdist Henrik eisini skipari, og mest kendur er
væl at spæla við børn. Tá ið kavi var, spenti hann eina bukt við enda um miðjuna á sær. Síðan fóru vit í ta stóru ánna, tá ið hon var fryst. Hann rann tá sum ein hestur, og vit hingu øll uppi í hesum bandinum [...] tuberklum. Vit báðar vóru javnaldrar og konfirmeraðust saman. Eg minnist, tá ið hon varð koyrd við hestavogni oman til postbátin til Havnar á sjúkrahús. Tá var hon ikki før fyri at ganga. Hana sóu vit ikki [...] kvinnum tá í tíðini. Hon fór at arbeiða hjá teimum á Gørðunum, sum høvdu ættarsamband til Streymnesar. Thomas J. Vilhelm, vanliga kallaður Tummas við Kráir, hevði tá mist konu sína. Tey áttu tá dóttrina
klæddir við roði. Vit koyrdu leypin so langt yvir á høgru øksl, so vit ikki fingu tøðini í nakkan. Nógv var arbeitt, men heiligdagar skuldu haldast. Tað var heilagt kl. 18 kvøldið fyri. Tá ið vit hoyrdu kir [...] ótrúliga skjótt. Eg minnist til dømis, tá ið vit skuldu hava rotuskógvar, so var tað jobbið hjá monnunum at knovfyla, tað vil siga at raka roðið, áðrenn tað varð barkað. Tá ið tað var flett, varð skinnið lagt [...] kirkjuklokkina, fóru vit til hús. Mamma lovaði okkum eitt oyra í løn. Onkuntíð kundi tað verða 2 oyru. Fyri hetta fingu vit eina plátu av karamel. Tað var als ikki so galið. Ófør til hendurnar Mamma var so
oktober. Hendrik segði mær, tá ið vit hittust, at nú væntaði hann, at tað bleiv deyðin hjá honum. “Men nú eri eg komin,” segði hann. Tá komu fleiri teirra á sjómansheimið at eta. Vit høvdu akkurát fingið ein [...] frið á mær fyrr enn eg havi verið í Múla. Vit fóru so hagar. Har var einki fólk meira enn í einum húsi. So koma tvey fólk út, vit fóru so at práta. Tá sigi eg: “Hava tit hoyrt um ein bát, sum gekk burtur her [...] at bera grind ávegis til hús, tá hann helt seg hoyra okkurt, men hann sá einki. Tó skilti hann skjótt, at har var ikki alt, sum tað átti at vera og fekk vakt hinar. Teir fingu tá vissu fyri, at menn vóru
Gøtueiði. Tá vit vóru komin inn hjá Annebeth og Alla á Toppafløtum, har vit plagdu at halda til, hoyrdu vit brestin í Syðrugøtu. Hann var so harður, at sjálvt undir Gøtueiði skulvu húsini. Tá vit so komu [...] skorað seg fasta. Tá ið tað slapst inn, lá seingin holvd yvir Petur Jakku, sum hevði skorið seg illa av rúta- og glassplintrum. Um kvøldið fóru vit so aftur yvir undir Gøtueiði at gista. Vit tordu ikki at [...] í ymiskum bygdum til uppgávu at hava útkikk eftir minum og at skjóta tær, áðrenn tær komu til lands. Men hetta kundi bert gerast í dagslýsi. Tí var ein ræðsla á fólki, tá ið tað var “minuætt”, og myrkur
var komin norður. Tað var so kjokkfult av fólki inni hjá okkum, tá ið vit komu, sjálvt um húsini hjá okkum vóru stór í mun til onnur hús tá í tíðini. Eg var sjálv fjúrtanda, sum nú kom afturat saman við [...] á málinum. Tá var tað langt síðan, at eg hevði sæð hana. Tá sigur Jona: “Eitt vil eg siga tær, áðrenn eg lati eyguni aftur. Jóan Petur, maður mín, var við “Irex”, har pápi tín var skipari. Tá hevði pápi [...] ferð ein skuffa varð bakað, bóru vit hana niðan í hjallin at køla av, so breyðið var skerandi. Vit eltu rugbreyð, franskbreyð og søtabreyð. Viðskerin strekti ikki, men tá ið hann var uppi, so fingu teir
Mariu inn til okkara, tá ið hon ikki orkaði meira. Tá var Elin Katrina langt síðani deyð. Hann smíðaði ein kvist í húsinum, har Elin Maria kundi búgva, og mamma passaði hana. Vit fingu jørðina, sum Elin [...] Niðristovu!” Vit vistu, at hon var og vitjaði beiggja sín Tummas Egholm. Vit fóru niðan at vita, um hon ikki var har. Á jú. Vit sóu hana sita við beinunum inni í bakaraovninum. So hetta má hava verið onkur [...] menniskja. Tá eg gekk við Ingrid, okkara sætta barni, droymdi eg hana so ofta, og tað gjørdi eg aftur, tá ið eg gekk við Elin tvey ár seinni. Hon varð doypt Elin Maria eftir abbasystir. Síðan tá havi eg ikki
kvøldarnar spældu vit ofta kort, vetrarkvøldini. Har dámdi mammu so sera væl at spæla whist, hon elskaði at melda hálvasól, tað var tað allarbesta. Vit spældu spøl, tá vit vóru inni, men vit spældu mest úti [...] búði beint omanfyri okkum. Tá ið vit høvdu handil í kjallaranum plagdi eg at vaska í kjallaranum hjá teimum. Maður Ingu, Mikael, var tá deyður, og Inga, ella Tofta Inga, sum vit kallaðu hana, var so ótrúliga [...] hátt, sum tað er í dag. Tá farið var í handilin at keypa mjøl, sukur og annað at matgera við, høvdu vit bók við. Alt sum vit keyptu, varð skrivað upp í bókina, og so gjørdu vit upp eina ferð um mánaðin
seg, at vit bert fingu 10-12 seyðir at fletta, og hetta var alt ov lítið. So varð útskifting, so hvør eigari átti sín seyð. Tá fekk pípan eitt annað ljóð, og vit fingu nógv meira burtur úr. Vit fingu tá [...] skinn verður í dag einki vurderað. Men tá var tað soleiðis, at um skinnið var saltað væl og selt, tá fekst nokk so nógv fyri tað, um tað var pent flett. Tá byrjaðu vit at fletta alt sjálvi og tóku alt upp [...] apríl. Tá var einki sum æt kavarudding, so tað var als ikki koyrandi alla hesa tíðina. Tá vóru ikki maskinur sum nú, og kavin kundi vera heila manshædd upp frá vegnum. Eg minnist eitt annað ár. Tá kom kavin
Føroyum. Teir hava øll hesi 43 árini lagt seg eftir høgari góðsku á arbeiðum sínum - og, sum teir siga, at arbeiðini verða liðug rættstundis. Teir hava ikki arbeiðsfólk á sínum lønarlista, men tá teir, við [...] teir eru 10 dagar úti og hava síðani frí í 4 dagar, har fleiri teirra velja at fara til hús. Hóast stutt er at ferðast millum Føroyar og Danmark, tekur tað kortini sína tíð, tá hugsað verður um at frítíðin [...] Fuglafjørður: - Eg havi so altíð arbeiði, og her er ivaleyst at gera hvønn einasta dag, sigur Bergur. Vit hittu hann ein kaldan dag í farnu viku, har hann, saman við átta øðrum dønum arbeiddi við at seta upp