3. partur
Mín barndómur var nógv merktur av teimum vanlukkum, sum hendu um hesa tíðina. Serliga minnist eg vanlukkurnar á sjónum, sum hendu í 1930-árunum, og sum so ella so merktust í bygdunum í Sundalagnum.
Ommubeiggjar við vanlagnu
Eg átti tveir ommubeiggjar. Sámal Jákup var júst giftur, tá ið hann gekk burtur á Norðhavinum saman við tveimum øðrum. Hetta hevur verið í 1905 ella 1906. Allar tríggjar konurnar hjá hesum monnum vóru við barn.
Mia, kona Sámal Jákup, fekk son, sum var kallaður Sámal Jákup eftir pápa sínum, umframt, at hann varð uppkallaður eftir hinum báðum monnunum eisini.
Mia var dóttir Janus Egholm. Sum ung hevði hon tænt hjá bóndanum Hans Mikal, sum fyrr er umrøddur í hesi røð. Kona hansara, Suffía, helt, at tað hevði verið gott fyri Miu at sloppið burtur av bygdini. At missa mannin hevði tikið henni serliga hart. Tey bæði tóku Sámal Jákup til sín og bjóðaðu Miu at fara suður til Vágs at arbeiða fisk, sum jú var vanligt at gera hjá ungum kvinnum tá í tíðini. Hon fór at arbeiða hjá teimum á Gørðunum, sum høvdu ættarsamband til Streymnesar.
Thomas J. Vilhelm, vanliga kallaður Tummas við Kráir, hevði tá mist konu sína. Tey áttu tá dóttrina Emmu, sum var javngomul við Sámal Jákup. Tummas bað so Miu um at koma at halda hús hjá sær. Hetta endaði við, at tey bæði giftust. Tey fingu saman fýra synir, Thorstein, Victor, Levi og Tom. Tey plagdu at vera í Streymnesi og ferðast hvørja summarferiu. Sámal Jákup tók við festinum hjá fosturpápanum.
Eina ferð kemur Mia til Streymnesar eftir systir síni Súsonnu Mariu. Hon var menningartarnað og hevði fingið eitt álvarsamt bakkast, tá ið mamman doyði og varð jarðað. Súsanna Maria varð so hjá Miu allar sínar dagar.
Tummas við Kráir var ein kendur reiðari í Vági. Hann var føddur í 1865. Hann sigldi sum ungur úti í heimi. Tummas kemur heim og keypir skip. Tað fyrsta “Mariu” keypti hann í 1914. Hann var saman við Pola í Dali tann fyrsti, sum gjørdi fiskiroyndir undir Grønlandi.
Síðan keypti hann fleiri skip og legði seg heima at vera reiðari.
Kendir synir hjá teimum vóru Victor og Thorstein Vilhelm. Victor, sum giftist við Mariu Zachariassen av Sandi, dreiv reiðaríið víðari eftir pápan. Hann var við í línubátatíðini, og uppkallaði ein línubát eftir pápanum.
Thorstein, giftur við Elainu Christiansen úr Leirvík, var í nógv ár formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og næstformaður í Føroya Reiðarafelag. Hann var eisini ein dugnaligur telvari. Tey bæði fingu ein son, Tummas, sum doyði á sjónum.
Óla Jákup fekk eina harða lagnu
Hin ommubeiggin var Óla Jákup, sum var giftur við Lottu úr Oyndarfirði. Tey fingu eina ótrúliga harða lagnu.
Tey fingu fimm synir. Tveir av teimum doyðu smáir. Sonin Hans Jacob mistu tey í 1930. Hann var júst giftur við Elisu úr Havn, tá ið hann fór avstað við “Slatrinum” hetta ár. Teir vóru á heimveg úr Íslandi og vóru komnir so langt, at teir sóu land. Hans Jacob gleddi seg, sum rímiligt er, at hitta sína ungu konu aftur. Tá biður motorpassarin Hans Jacob um at koma at hjálpa sær at starta motorin. Hetta hevði hann gjørt nógvar ferðir frammanundan. Men nú hendi tað vanlukkuliga, at Hans Jacob gerst fastur í svinghjólið í tí, motorurin fer í gongd. Og áðrenn motorurin verður steðgaður aftur, er Hans Jacob so illa farin, at hann doyði.
Konan var komin til Havnar at taka ímóti manninum. Hon sær, at skipið flaggar við hálvari stong. Men tað kom henni sjálvandi ikki til hugs, at hetta kundi vera vegna Hans Jacob. Tá ið skipið kemur til lands, fær hon tey skakandi boðini um, hvat ið er hent. Hans Jacob varð jarðaður í gamla kirkjugarði í Havn.
Elisa var við barn og fekk um heystið ein son, sum sjálvandi varð uppkallaður eftir pápa sínum. Elisa giftist upp aftur við Einar Nordbø og fekk tvey børn, Marin og Hannis. Her raktu vanlukkan aftur. Hannis doyði av sjúku 14 ára gamal.
Men vanlukkurnar vóru ikki av hjá Lottu. Hon átti nú tveir synir eftir, Johan og Christian. Teir fóru árið eftir, á heysti 1931, til skips við “Doru”, eini slupp úr Vestmanna. Men her hendi tað vanlukkuliga, at “Dora” gekk burtur við allari manningini. Nú misti Lotta teir synir, hon átti eftir, 19 og 22 ára gamlar.
Hetta var heldur ikki endin á tí, sum rakti Lottu. Stutt eftir gjørdist maðurin Óla Jákup, brekaður og kundi einki siga, bara ja og nei.
Eg minnist annars, at Lotta var so løtt í sinninum. Eina ferð eg kom fram við hjá henni saman við børnunum, tá gloppaði hon kamarsvindeygaðið og segði: “Tú góða, Hann er góður, sum ger, at nú kann eg aftur flenna viðhvørt.” Tað hevði hon ikki kunnað gjørt leingi.
Eg minnist væl synir hennara. Eg plagdi at spæla við tveir teir yngstu, Johan og Kristian. Johan dámdi so sera væl at spæla við børn. Tá ið kavi var, spenti hann eina bukt við enda um miðjuna á sær. Síðan fóru vit í ta stóru ánna, tá ið hon var fryst. Hann rann tá sum ein hestur, og vit hingu øll uppi í hesum bandinum. Har vóru nógv børn, og sum tað var stuttligt!
Pápi átti eina hestasledu, sum hann hevði smíðað. So plagdu vit at fara í eina brekku frammanfyri húsini har at stuttleika okkum. Sledan var full av børnum. Johan koyrdi á oman gjøgnum brekkuna. Hann hálaði so sletuna niðan aftur á heyggin, og so skreiddu vit oman aftur.
Teir vóru sera fittir báðir tveir. Eg minnist einaferð, at eg hevði tikið pípuna úr munninum á Johan. Hann kom eftir mær, eg hevði flættur tá. Hann tók í flætturnar og stýrdi mær beint har, sum pípan lá. So mátti eg taka hana upp aftur og seta hana í munnin á honum.
Hetta vóru sovorðin puss vit gjørdu.
Hetta eru góð minni at hava um hesar dreingir, sum fingu eitt so stutt lív. Kristian var meira friðarligur eins og pápi sín.
Tá ið teir báðir doyðu var tað, sum vanligt var, at bíða og bíða, til eingin vón var eftir.
Tað fór enntá eitt skip úr Vestmanna at leita eftir “Doru”, men her kom einki burtur úr.
Lotta kundi ikki góðtaka, at hon nú hevði mist sínar seinastu synir, og vildi hava teir at leita meira. Men hetta bar so ikki til.
Tað gjørdist ein troyst fyri Lottu og Óla Jákup, at ein systursonur hansara, uppkallaður eftir Hans Jacob, kom at vera nógv hjá teimum.
Doyði frá 11 børnum
Ein av teimum, sum fórst við “Doru”, var flaggskiparin Jacob Martin Egholm úr Hvalvík. Hann var 38 ár og átti konu og11 børn. Elsta barnið var 14 ár. Jacob Martin hevði verið til sjós í mong ár. Sum eitt dømi um ta álit, hann hevði millum manna, kann nevnast, at hann hevði verið formaður í kommunustýrinum.
Kona Jacob Martin æt Anna Maria og var úr Vík.
Elsta barnið æt Karolina. Hon skuldi konfirmerast hetta heystið í 1931. Men konfirmatiónin hjá henni varð útsett, tí bíðað varð eftir „Doru“.
Anna Maria fekk tað ellivta barnið eftir, at Jacob Martin var deyður. Hetta var ein genta, sum varð uppkallað Jakoba eftir pápanum.
Men hvussu kundi ein einkja við 11 børnum klára seg tá í tíðini? Her var tað tað vanliga, at fólk hjálptu á ymiskan hátt. Men tað var eisini ein hjálp, at pápi Jacob Martin, Sigmund, átti jørð, og hetta munaði væl í húsarhaldinum. Sonurin, Hilmar, var 11 ár, tá ið pápin doyði. Tummas Egholm bóndi í Hvalvík tók dreingin at arbeiða fyri seg. Afturfyri fekk hann eisini burtur av tí, sum bóndaskapurin kastaði av sær, sum til dømis kjøt, avroð og seyðarhøvd, ið kom væl við í húsarhaldinum.
Fleiri av børnunum fóru til onnur at vera. Tann næstyngsti, Leivur, var tvey ár, tá ið pápin doyði. Tá hendi tað, at mamma skiparan, Lísbeta, sum hevði mist mannin við Ruthland í 1916, spurdi Onnu Mariu, um hon ikki kundi fáa eitt av hennara børnum at vera hjá sær. Hon hevði mist tveir synir við „Doru“. Tískil kom Leivur at vera í Vestmanna, til hann fór í skúla. Tá kom hann heim aftur til Hvalvíkar.
Hetta er enn eitt dømi um, hvussu fólk hjálptu hvørt øðrum tá í tíðini.
Hilmar fór til skips, tá ið hann hevði aldur til tess. Hann tók skiparaprógv í 1941 og longdina í 1943. Hilmar fær kjans sum bestimaður við „Misletoe“ hjá Ebbu Müller at sigla við ísfiski úr Íslandi til Bretlands. Men tann 8. juli sama ár verður „Misletoe“ álopin av einum týskum flogfari. Teir royndu at verja seg sum frægast. Fyrst varð ein maður raktur av eini kúlu, og hann doyði stutt eftir. Men skjótt varð Hilmar eisini raktur og illa særdur.
Manningin fór í bátin og hevði bæði deyða mannin og Hilmar við sær.
Men báturin lak illa, sum hann var gjøgnumgataður av kúlum. Tá ið flogfarið var horvið fóru teir aftur umborð á ta søkkandi „Misletoe“, so teir kundu blussa eftir hjálp, samstundis sum teir royndu at geva Hilmari hjálp.
Tá kemur „Wilhelmina“ teimum til hjálpar. Teir taka menninar, og siglt verður móti landi. Men dagin eftir doyði Hilmar. Tá fara teir ikki inn hagar, teir høvdu sett kós, men teir fóru inn á Seyðisfjørðin. Hilmar varð grivin í Hvalvík. Leivur sigur, at veruliga skuldi Hilmar ikki verið farin tann túrin, men hann fór við, tí onkur annar av manningini hevði fingið forfall.
Tískil doyði Hilmar eins og pápin á sjónum. Ein sorgarleikur var eisini norðuri í Vík. Har fórust tríggir brøður við “Doru”. Teir vóru Daniel Petur, Jacob Martin og Meinert Olsen, 15 til 22 ára gamlir. Tey vóru seks systkin, og nóru bara trý eftir.
Børnini á Skorpusoyri mistu bæði foreldrini
Í 1930 fórst “Ernestina”, og níggju menn doyðu. Av teimum vóru tveir feðgar í Tjørnuvík, Elias og Henge Heinesen, umframt Hans Jacob Andreasen av Skorpusoyruni á Langasandi.
Hetta var eisini ein syrgilig søga. Hans Jacob var ættaður í Vík. Hann var beiggi tann kenda skiparan Óla Max Andreassen.
Hann giftist við Biritu Mariu, sum eisini var úr Vík. Tey bygdu á Skorpusoyruni norðast á Langasandi, har tað tá vóru tvey hús. Tey fingu fyrst børnini Mariu, Andreu, og Jógvan. Í 1927 hendi tað syrgiliga, at Birita Maria doyr á barsilssong, men dóttirin, Ebba, livdi. Tað var sjálvsagt ikki lætt hjá einum fiskimanni við fýra børnum onga konu at hava. Men at fara til skips var neyðugt. Fyrsta árið fóru øll børnini til Saksunar at vera, meðan Hans Jacob var burtur. Tey vóru við Svartá og á Kvíggjarhamri. Tá ið hann kom heim aftur á heysti, komu so børnini heim til Langasands.
Árið eftir fara trý av børnunum til Saksunar og eitt, Andrea; fer til Streymnesar. Hon kom at vera hjá Siggu og Sámal Jákup Egholm. Sigga var av Kvíggjarhamri í Saksun. Sámal Jákup var sonur Miu, sum fór til Vágs.
Men nú er tað, at Hans Jacob gongur burtur við “Ernestine”. Tískil verða hesi fýra børnini, sum vóru frá 14 ár og niður í trý ár, foreldraleys.
Men tá blivu tey verandi í teimum húsum, har tey høvdu verið um summarið, og har komu tey at búgva, til tey komu undan.
Maria giftist til Vágs við Poul Bech. Andrea doyði 16 ára gomul av tuberklum. Vit báðar vóru javnaldrar og konfirmeraðust saman. Eg minnist, tá ið hon varð koyrd við hestavogni oman til postbátin til Havnar á sjúkrahús. Tá var hon ikki før fyri at ganga. Hana sóu vit ikki aftur á lívi.
Jógvan, Skorpus Jógvan kallaður, giftist inn á Skála og var seinni kendur bilstjóri í Havn. Ein sonur hansara var tann kendi sangarin Herálvur Andreassen. Ebba fór til Svøríkis.
---------
Komandi partur
Í 1932 fórust “Laura” og “Immanuel” og í 1934 “Nólsoy” og “Neptun”. Hensia minnist eisini fleiri av teimum, sum tá ikki bóru boð í bý.










