8. partur
Eg havi fyrr umrøtt annað húsið á Skorpusoyruni norðanfyri Langasand. Hetta var í sambandi við Hans Jacob Andreassen, sum fórst við “Ernestinu” í 1930.
Jóan Petur á Langasandi hevði keypt húsini hjá Hans Jacob. Men tey fluttu seinni yvir um sundið til Norðskála.
Eg var eina ferð og vitjaði eina vinkonu hjá mær í Valhøll í Syðrugøtu, sum tá var ein partur av røktarheiminum í Runavík.
Nú rópar ein: “Hensia kom her!” Eg hyggi, nú er tað Jona á Langasandi, kona Jóan Petur. Hon var dóttir Sørin í Hósvík. Hon segði, at hon kendi meg á málinum. Tá var tað langt síðan, at eg hevði sæð hana.
Tá sigur Jona:
“Eitt vil eg siga tær, áðrenn eg lati eyguni aftur. Jóan Petur, maður mín, var við “Irex”, har pápi tín var skipari. Tá hevði pápi tín eina ferð bjóðað manningini til møti inni hjá tykkum. Teir vóru nokk so nógvir har. Ottosen, ein danskur trúboðari hjá heimamissióni, var eisini við á møtinum. Hann stillar teg á torvkassan og biður teg nú syngja. Jóan Petur segði seg ongantíð hava hoyrt eina so vakra barnarødd. Sangurin var: “Kom I kære, kom at skue Frelseren på Golgata.“
Tað var ikki missiónhús í Streymnes. Møti vórðu hildin í gamla skúla. So vóru tað eftirmøtir. Tey plagdi at vera hjá okkum og uppi hjá pápabeiggja mínum, Grækaris, og inni hjá Peri, sum hevði eini stór hús.
Eg kann nevna onkra søgu afturat um pápa og mammu, sum eisini lýsir teirra andaliga lív.
Einaferð var so ræðuligt veður, orkan var alla staðni. Mamma vaknaði og var so trong. Hon sá pápa fyri sær, og hann bað hana biðja fyri sær. Tað gjørdi hon sjálvandi.
Tá ið hann kom heim aftur og fortaldi henni um ringa túrin, funnu tey útav, at hetta var júst um somu tíð, sum hon hevði sæð hann fyri sær. Tá gjørdist ein geiri á sjónum, har teir kundu sigla, og teir komu væl burtur úr tí.
Annars gekk eg eisini í sunnudagsskúla í Hvalvík. Hesin sunnudagsskúli byrjaði í 1923, og tá var tað Elsa Joensen í Ólavsstovu, sum skipaði fyri. Hon var systir Ólav av Heygum í Vestmanna. Í 1929 gingu eini 30 børn í sunnudagsskúla, og tey vóru fimm fólk, sum høvdu hann um hendi.
Serliga minnist eg Onnu Egholm, vanliga kallað Anna Norska. Hon var vermóður prestin Johannes Follend.
Til Gøtu og retur
Í seinasta parti greiddi eg frá, at eg var farin úr plássinum í Havn til Streymnesar aftur, tí mamma var sjúk og hevði brúk fyri mínari hjálp.
Ein dagin, eg var heima í Streymnesi, ringdi svigarinnan Frida, systir Hendrik, til mín og spurdi, um eg ikki kundi koma at passa seg upp. Tað kundi eg gott. Eg var heima álíkavæl. Frida var gift við Hans David á Skansa í Syðrugøtu. Hann var sonur Hansinu, ættað úr Guttastovu, og Jóan Paula á Skansa, bæði úr Syðrugøtu.
So gekk leiðin til Gøtu. Hetta var fyrrapartin í februar 1941. Her var góður fartur. Eg kundi sleppa allan vegin úr Hvalvík og inn á Søldarfjørð við mjólkarbátinum. Tá var eisini gott samskifti eftir landi. Sofus Joensen í Fuglafirði hevði ein stóran buss, og hann koyrdi í samband við rutuna.
Eg fór upp á land í Søldarfirði og fór við bussinum hjá Sofusi. Tá ið eg fór av í Syðrugøtu, vísti Sofus mær húsini, har eg skuldi fara. Tað var nógvur kavi. Eg minnist, at eg sá sátur hjá Líggjas bónda vera fullkomiliga undirkavaðar. Tað hevði ikki verið veður at borið hoyggið inn.
Konufólk merkti óeydna á báti
Eg komi so inn til Fridu. Men hvat hendir? Nú frættist, at tað eru grindaboð norðuri í Sundalagnum. Akkurát tann morgunin hevði Hans David biðið ein mann koma við sær Norður í Haga at koyra torv uppí sekkir, og teir vóru farnir frá húsum.
Eg sigi so við Fridu, at um eg nú elti rugbreyð og franskbreyð og seti døgurðan útá, “heldur tú so ikki, at tú klárar tað, til teir koma aftur?” Eg segði henni, at eg mátti fara norður aftur, tí mamma fór ikki at orka at taka móti øllum hesum grindamonnunum, sum eg visti fóru at koma inn til okkara, nú grind var í Hvalvík. Tað helt Frida mundi vera í lagi.
Nú var eingin bussur, so eg fór til gongu yvir á Skipanes. Hetta var ikki so langt, men tað vóru sovorðnar stórar kavafannir, at tað var ikki lætt at koma fram. Tá ið eg kom til Skipanesar var at finna ein bát, sum skuldi í grind, og sum kundi seta meg av í Streymnesi.
Eg fór fyrst at tosa við ein mann, sum vísti seg at vera Jóannes hjá Mikkjali, sum eg kom at kenna sum maskinmann í turkihúsinum í Gøtu. Men hann segði seg ikki fara í grind. Hann vísti mær á eina bátsmanning, sum eisini var har.
Eg kendi tá einki fólk her á leiðini. Men fór tó at tosa við ein av monnunum um at sleppa við teimum til Streymnesar. Hetta var Jóan Jakku á Brúnni í Norðragøtu, sum var giftur við Hansinu, systur tann kenda politikaran Jákup Frederik Øregaard, sum eisini búði í Gøtu, har kona hansara, Helga, var lærarinna.
Teir vóru ógvuliga trekir at lova mær við, tí tað boðaði ikki frá góðum at hava konufólk við í báti! Men fittir vóru hesir menn kortini. Eg royndi meg við eitt sindur við snildum og segði við teir: »Líkamikið, um eg sleppi við tykkum, so skulu tit sleppa at vera inni hjá okkum. Tað, sum tit hava við av útgerð, kunnu tit koyra inn í okkara hjall.«
Teir eftirlíkaðu, at eg skuldi sleppa við. Hesin báturin var tann kendi seksæringurin “Gøtu Tróndur”, sum norðragøtumenn høvdu liggjandi á Skipanesi, tí hetta kundi vera høgligari enn at hava hann liggjandi í Gøtu. Alt frá fornum døgum høvdu gøtumenn havt bátar standandi á Skipanesi. Tann fyrsti var sjálvur Tróndur í Gøtu. Syðrugøtumenn høvdu eisini bát, men hann stóð norðanfyri Nesið undir Gøtueiði.
Tað var kent, at gøtumenn vunnu nógvar sigrar í kappróðri við hesum báti, sum nú stendur á bátasavninum á Debesartrøð.
Báturin hevði ikki maskinu, so tað varð róð allan vegin. Men so umhugsnir vóru teir, at teir skiftust um at lata meg rógva, so eg kundi halda hitanum. Tá kundu teir skiftast um fáa sær ein bita.
Teir løgdu at landi í Streymnesi. Eg fór upp á ein stein at bíða eftir teimum. Eg helt tað gekk ov seint fyri seg, so rópti eg til teir: “ Koma tit ikki nú menn? Her er so kalt at standa.” Tá síggi eg, hvussu teir hvukku við, tí teir hildu meg langt síðani vera farna og høvdu kanska ikki tikið mína innbjóðing fyri fult. Síðani fylgdust teir allir við mær niðan til okkara.
Tá ið vit vóru komin norður var grindin deyð. Men kortini hava teir verið teknaðir, tí teir á “Gøtu Tróndi” fingu part, so nú var at bíða til seðlarnir komu út. Tað tók sína tíð.
Blíðskapur í grind
Tað var eisini gott, at eg var komin norður. Tað var so kjokkfult av fólki inni hjá okkum, tá ið vit komu, sjálvt um húsini hjá okkum vóru stór í mun til onnur hús tá í tíðini.
Eg var sjálv fjúrtanda, sum nú kom afturat saman við monnunum av “Gøtu Tróndi”.
Teir, sum vóru fyrst innkomnir, skuldu verið slopnir fyrst til borðið. Eiðis Hans Jakku var har. Hann var eiðismaður, sum búði í Gøtu. Hann kom út stovuni og peikaði út Jóan Pauli Gregersen, Óla Hans Olsen og aðrar, sum skuldu fáa drekka fyrst, áðrenn vit. So nú letur í einum, Tummas í Bartalstovu: “Hans Jakku, nær er tú blivin vertur her?” Hann slapp sær bara aftur í stovuna.
Eg kann nevna teir, sum eg minnist vóru við umframt Jóan Jakku: Jóan Petur hjá Sámali, Langi Petur Hans, Amaliel, Magnus hjá Eliesari, hann livir enn, vit eru javngomul, Andreas í Køkinum, brøðurnir Tummas og Frants á Fløtunum og so Ásmund á Geilabø.
Mamma og pápi vóru sera glað, tá ið tey sóu meg koma. Langi Petur Hans var fýrbøtari alla náttina. Hann sat við komfýrin og kyndi. Hann bar øsku út, og tá so torv manglaði, fór hann niðan í hjallin eftir torvi. Eg vísti honum niðan.
Matarhvalurin var komin út nokk so skjótt. Hann var so uppskorin, og pápi kom við grind, spiki, nýra og hjarta. So kyndi pápi upp í kjallaranum. Hann koyrdi so hetta í eina vaskigrýtu, so var at bíða eftir at kókað var. Eg fór so niður í kjallaran, vaskaði epli, og koyrdi hetta góða í. Teir vóru so spentir at fáa grind og spik. So sigur pápi við meg: “Nú skal tú fara upp at hjálpa mammu tíni, so skal eg koyra í grýtuna”. Hetta var triðju ferð, hetta var neyðugt.
Men soleiðis er við mannfólki: Nú hevði pápi gloymt at vaska eplini. Men hetta gjørdi ikki mun fyri menninar, um eitt sindur av mold var kókað saman við grindini og spikinum. Teir ótu við góðum hugi fyri tað. Teir stóðu rundan um meg í kjallaranum, meðan eg legði burtur úr, so spentir vóru teir.
Mamma royndi samstundis at elta breyð til allar hesar menninar. Eg hjálpti henni sum frægast.
Hvørja ferð ein skuffa varð bakað, bóru vit hana niðan í hjallin at køla av, so breyðið var skerandi. Vit eltu rugbreyð, franskbreyð og søtabreyð. Viðskerin strekti ikki, men tá ið hann var uppi, so fingu teir súltutoy uppá. Væl gagnaðist!
Grindadansur í túninum
Tað var sjálvsagt grindadansur eisini, og hann var úti, beint undir húsinum hjá okkum. Tað var eingin dansistova í Streymnesi. Onkuntíð høvdu teir dansað í kjallaranum hjá bóndanum Sámal Jákupi, soni Sámal Jákup ommubeiggja, sum eg fyrr havi greitt frá. Men tað var gott fyri menninar, tí teir blivu heitir av at dansa.
Teir máttu bíða til klokkan sjey um morgunin eftir seðlunum, og tá kundu teir fara at skera upp. Men grindin var ikki stór. Hon var 102 hvalir og merkt vóru 752 skinn.
Men tá farast skuldi til hús aftur høvdu teir á “Gøtu Tróndi” verið so fittir, at teir høvdu biðið mær pláss við “Mariu”, einum motorbáti úr Søldarfirði, so eg kundi sita í lugarinum aftur inn á Skálafjørðin.
Tá var eg eisini móð. Eg hevði ongantíð sett meg niður at og var ongantíð farin úr gummistivlunum, frá tí eg kom til Streymnesar, til eg fór avstað aftur.
Men nú var eftir at sleppa til Gøtu aftur. Hetta var ikki bert sum at siga tað, tí nú var svartagler, og tí var geingið serstakliga vánaligt.
Her vóru fleiri sum vildu hjálpa mær. Men hetta endaði við, at eg og Andreas í Køkinum gingu arm í arm allan vegin til Syðrugøtu. Vit bóltaðu rút í heilum í allari hálkuni. Men vit vóru so aftur í Gøtu um níggju tíðina á morgni. Tá vóru Frida og Hans David ikki uppi enn.
Og glað var eg um, at tað stóð væl til hjá Fridu. Hon hevði givið teimum døgurða í øllum góðum.
Frida átti so 28. februar eina fitta dóttur, sum fekk navnið Jónhild.
Jarðamóður var Benadikta Berg við Gøtugjógv, sum hevur hjálpt fleiri ættarliðum av gøtufólki í verðina. Hon var mamma Johannes Berg, kendur sum bilsølumaður
So nógv er broytt. Í dag skulu barnakonur koma úr seingini sama dag, sum tær eiga. Tá skuldu tær liggja í seingini í minsta lagi í 14 dagar uttan at røra seg. Tær skuldu enntá ikki leggja seg á liðina.
--------
Komandi partur
Nú er Hensia komin til Gøtu at vera. Her fann hon mannin, Poul Andreas á Dunga. Nú gjørdist Hensia bóndakona. Krígstíðin er serlig, og hesum greiðir Hensia eisini frá. Eisini verður greitt meira frá Fridu og Hans David.