Henrik fekk ikki nakra blíða byrjan á lívinum. Mamma hansara, Henrikka, sum hann er uppkallaður eftir, giftist við bretskum hermanni Dennis William Connor Old. Men longu tá Henrik var nýføðingur, doyði mamman. Pápin fór aftur til Bretlands, har hann fekk eina nýggja familju, sum Henrik hevur samband við. Henrik kom tískil at vaksa upp hjá mostrini Inger og manni hennara Johannes, og hann hevur ofta tikið til, hvussu gott hann hevði tað hjá teimum.
Henrik er sum øll vita vágbingur, og hann fór sum allir dreingir tá í tíðini til skips, tá farið var úr skúlanum, og var hann tá 17 ár.
Sum frá leið gjørdist Henrik eisini skipari, og mest kendur er hann sum skipari á kraftblokkaskipinum Nýborg hjá Jákupi Joensen. Nýborg var eitt tað fyrsta skip, sum varð bygt til nótaveiðu, og hetta gekk óført. Tískil er Henrik ein av undangongumonnunum í hesum veiðuhátti.
Men Henrik hevði eisini onnur áhugamál, og tað var politikkur. Hann stillaði upp til løgtingsval og varð fyrstu ferð valdur í 1984, so hann hevur havt síni meira enn 20 ár á tingi. Hóast hann flutti til Havnar, hevur hann viljað verið nær sínum veljarum. Tí hevur hann hús í Vági, har hann býr, tá tað ber til.
Í tinginum hevur hann serliga markerað seg á fiskivinnuøkinum. Her hevur hann eisini kent seg meira og meira einsamallan, tí sigast kann í hvussu er, at fiskivinnan ikki er yvirumboðað í løgtinginum. Tað er ein spurningur, um nakar annar enn Henrik kann kalla seg fiskimann í tinginum í dag. Í tingsins summarferium hevur hann í mong ár verið við svenskum nótaskipum, og hetta gevur honum eisini innlit í, hvat ið rørir seg uttanfyri landoddarnar.
Í tingnevndum var tað tískil fyrst og fremst fiskivnnunevndin og nú vinnunevndin, har hann hevur havt sín fremta leikpall. Í hesum nevndum hevur hann eisini verið formaður í mong ár, og tað er hann eisini nú. Vit hava verið saman bæði á tingi og nevndararbeiði. Í vinnunevndini kundi ofta vera sera rokut, og annað kundi tað ikki vera, tá ein annar markantur limur var Heini úr Kunoy. Men tá avtornaði, varð nærum altíð rokkið á mál til ásetta tíð, og ofta var tað gjørt í semju.
Henrik er ein markantur og eisini undirhaldandi politikkari. Hann dugur væl at taka ramliga til, so eingin ivi er um, hvat hann meinar, og sigast kann, at hann altíð er í parti við tí minna manninum.
Eitt tingarbeiði hevur ofta ført til onnur politisk álitisstørv. Í nógv ár var Henrik av landsstýrinum valdur til formann í nevndini fyri lønjavningargrunnin, har nevndarlimirnir annars vóru umboð fyri manningarfeløgini og reiðarafelagið. Hetta var í ringastu tíðini fyrst í 90-unum, tá tað ikki var mark fyri trupulleikunum. Til dømis kundu vera trupulleikar við at fáa goldið fiskimonnum forskot, sum er eitt tað ringasta sum kann henda. Her máttu loysnir finnast, og varð tað gjørt við at taka lán, har allir nevndarlimirnir máttu skriva undir.
Ein annar dystur var, tá avtala varð gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina um at skerja inntøkutrygdina hjá fiskimonnum. Tað gekk ikki so væl at fáa hetta gjøgnum tingið, tí mátti tað gerast á onkran kreativan hátt. Ein av hesum var at umdoypa týdningin av orðinum »fiskipartur«, so hann ikki longur skuldi merkja ein dekkarapartur, sum hann ger sambært orðabókina. Nú skuldi politiskt ásetast ein nýggjur týdningur av orðininum, nevniliga samlaði parturin, íroknað yvirmannapartarnar. Endamálið var at spara nakað av peningi til inntøkutrygd. Hetta vildi verið eitt rættarbrot av teimum stóru. Men hetta varð forpurrað av eini samdari nevndini í lønjavningargrunninum, og har var Henrik á odda. Síðan er nevndin avtikin, og í dag er eingin møguleiki at steðgað slíkum rættarbrotum. Tað skal tó eisini sigast, at eg og Henrik hava ikki altíð verið samdir, men altíð hevur drigið saman aftur.
Til stuttleika skal nevnast eitt dømi um, hvussu Henrik hevur upplivað, hvussu tað kann broytast í politikki. Í síni tíð var Henrik ofta í hornatøkum við Helenu Dam á Neystabø, og tað kundi ganga nokk so harðliga til. Men ein morgunin Henrik vaknar, nú eru tey floksfelagar. Soleiðis kann eisini ganga.
Henrik hevur eisini í nógv ár verið limur í tingmannaráð útnorðurs, og hevur eisini verið formaður eitt skifti. Her havi eg eisini eitt fitt minni. Ein dagin kemur hann inn á gólvið við Ruth Heilmann, kendur grønlendskur politikkari. Vit bæði vistu bert um hvørt annað frá tí, eg var á háskúla í 1961 saman við manni hennara Ottorak, sum doyði fyri nøkrum árum síðani. Síðan tá hava vit havt samband okkara millum. Tað er eingin ivi um, at Henrik hevur verið eitt virðiligt umboð fyri Føroyar í hesum høpi.
Henrik er giftur við Elsebeth, dóttir Jenny og Petur í Gong, kendur býráðspolitikkari í Havn í ártíggir. Tað kann sigast, at uttan eina friðarligu konu, sum tryggjaði heimafrontin, hevði tað neyvan borið so væl til hjá Henriki. Tey eiga børnini John William, Inga, Jenny og Petur. Abbabørnini eru trý í tali.
Henrik er burtustaddur føðingardagin. Ynskt verður honum og hansara hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
ó.
Myndatekstur:
Her sæst Henrik saman við kvinnnunum í sínum lívi Elsebeth, Jenny og Ingu