Hensia: Tá ið bónda­skap­urin fór at geva av sær

Bóndaskapur gav sjáldan nakað av sær tá í tíðini. Men so fær Hensia eitt hugskot, sum kanska onnur kundu lært av, og nú fór hon knappliga at forvinna pening

14. partur

Kríggið er av í 1945, og nú verða viður­skiftini normal aftur. Hetta tók kortini sína tíð. Skamtanin av vør­um helt áfram í fleiri ár.
Nú á døgum er sjáldan liggjandi kavi, men hetta var heilt øðrvísi “fyrr í tíðini”.
Kendur er kavin á vári 1947, sum lá frá kyndilsmessu fyrst í februar fram til fyrst í apríl. Tá var einki sum æt kavarudding, so tað var als ikki koyrandi alla hesa tíðina. Tá vóru ikki maskinur sum nú, og kav­in kundi vera heila manshædd upp frá vegnum.
Eg minnist eitt annað ár. Tá kom kavin so dátt við. Tað var síðst í apríl. So komu vit inn í mai og tað fór at lemba av álvara, og ærnar sum lemb­du, vóru komnar inn í ein krók­ undir hoyggjhúsinum hjá okkum. Tær lembdu niður í kav­an, og um ikki bleiv væl ansað eftir, fun­nu teir ikki lombini aftur. Tá mátt­u teir fylla seyðin inn í kjall­ar­an og aðra staðni, har tað var pláss.

Útskiftingin av jørðini gjørdi munin
Upprunaliga var jørðin hjá okkum í felag við onnur. Eigararnir áttu ikki per­són­liga seyðin, men ein part av tí, sum kom til sættis.
Hetta var ein skipan sum gjørdi, at allir eigarar fingu so lítið burtur úr. Tað kundi hen­da seg, at vit bert fingu 10-12 seyð­ir at fletta, og hetta var alt ov lítið.
So varð útskifting, so hvør eigari átti sín seyð. Tá fekk pípan eitt annað ljóð, og vit fingu nógv meira burtur úr. Vit fingu tá hagan her uppi yvir bygdini Oman Heiðar sam­an við Niels Hansen, Niels á Rætt. Vit fingu fleiri áseyðir, og fyrstu ár­ini flettu vit eingi gimburlomb, tí tey skuldu setast við.
Tað var nokk so skjótt, at tað kom so mikið uppá, at leirvíkingar bóðu okkum um at selja sær seyð.

Gott hugskot frá mammu
Mamma kom ein veturin at ferðast. Tá sigur hon: “Tú Poul Andreas, hví sel­ur tú allan seyðin á lívi. Um tit fletta sjálvi, so eiga tit øll avroðini.”
“Her eru so nógv børn at eta tað”, sig­ur hon, “og tú fært næstan líka nógv fyri eitt krov sum fyri seyðin”. Tað var soleiðis, at tá ið seyður varð seld­ur livandi, betalti keyparin bara fyri vektina av krovinum, og hann átti tískil restina, blóð, skinn og inn­vøl. Hesum kundi nógv fáast burt­ur úr.
Eitt skinn verður í dag einki vurd­er­að. Men tá var tað soleiðis, at um skinnið var saltað væl og selt, tá fekst nokk so nógv fyri tað, um tað var pent flett.
Tá byrjaðu vit at fletta alt sjálvi og tóku alt upp eisini.

Pylsur um borð í skipini
Tað var eitt kvøldið, tá ið eg hevði kók­að blóðpylsu og hevði fleiri ind­ur, sum lógu í eini balju, sum stóð á gólvi­num. Eg kókaði í kjallaranum, tí eg hevði fingið gassgrýtu. Tá ko­ma Tummas hjá Magdu, hann er giftur við systir míni Elidu, og An­finn hjá Palla Husgaard inn. Teir vóru skipsmenn og hildu, at hetta hevði verið gott hjá teimum um­borð at fáa um náttina. Tummas var so óður eftir blóðpylsu.
Eg spurdi, um teir ikki høvdu hug at keypa nøkur indur. Tummas skul­di so spyrja kokkin. Jú, teir skul­du hava eini 15 indur. Tað var ikki hissini hjá mær at sleppa av við alla blóðpylsuna. So tað var bara at kóka meira.
Soleiðis byrjaði sølan hjá mær av tí, sum fekst burtur úr seyðinum, og hetta helt áfram til eg var 70 ár. Begga, elsta dóttir mín, hjálpti mær so nógv tey fyrstu árini. Maður henna­ra sigldi, so hon var so nógv hjá mær.
So gekk tíðin, og einaferð spurdi eg teir, um teir ikki vildu hava rullu­pyls­ur og kjøtpylsur eisini. Jú, tað dám­di teimum so sera væl at fáa. So byrj­aði eg at koyra rullupylsurnar ókók­aðar umborð. Men tá spurdu teir, um eg ikki vildi kóka og pressa tær, og tað gjørdi eg so.
Vit mólu altíð kjøtið av 3-4 óm, og tær vórðu so gjørdar til kjøt­pylsu. Tá tær høvdu ligið í laka í 6 vikur, fóru tær eisini umborð. Tá byrj­aði eg at fortjena pengar.
Eg vil siga, at øll familjan, børn, ver­børn og ommubørn, hjálptu til bæði við fjallgongum, fletting, at vaska og seyma vembur og at taka alt slaktið upp. Tað var nógv arbeiði av hesum.
Ommubørnini hildu tað vera ordi­liga stuttligt at sleppa at seyma ind­ur, bæði gentur og dreingir, so tað lærdi eg tey. Eg kann serliga minn­ast Boga hjá Jákup og Hannis hjá Michael, teir vóru so spentir í hes­um.

Tá kom ullin til sættis
So var at vaska ull um várið og han­ga út á allar garðar har umvegir ein góðan sólskinsdag at turka.
Síðani nappaðu vit inni í spísi­stovu­ni. Hetta var bert konu­fólka­arbeiði. Har sótu vit so, konufólkið í húsi­num. Tað var eitt drúgt arbeiði, men sera hugnaligt eisini. Seinnu árini, tók eg mær køksborðið oman í kjallarin, og har sat eg so í nakrar dag­ar og klipti broddin av ullini.
So bleiv ullin skild og latin inn á Tøtingarvirkið í Syðrugøtu at spin­na. So at velja hvat tógv vit vildu hava, skipstroyggjutógv, samfingið, fínt og sjálvandi hvørjar litir.
Eg bant altíð troyggjur at selja, skips­troyggjur til handilin hjá Jóan Eliasi og seinni til Tøtingarvirkið. Fín­ari troyggjur og húgvur seldi eg til Heimavirkið í Havn.
Eg og Begga bundu ofta bul sam­an . Vit sótu mangan vetrardag og bundu, døturnar og eg. Tær máttu fyrst lærast at binda einlitt, tær bundu vøttir til Tøtingarvirkið.
Tað er munur á, nú verður ullin fyri ein stóran part brend.
Eisini í hoyna hjálptu øll til. Sum familj­an vaks, blivu vit so nógv hoy­fólk. Tá góður terri var, fór eg mang­an til hús at baka pannukøkur til øll og so út í bøin at geva øllum drekka og pannukøkur. Eisini komu øll til døgurða seinni um dagin.
Einaferð minnist eg, at Poul Andre­as fór í veltuna og tók upp í eina hálva spann av eplum. Eg kók­aði alt og so í hjallin eftir ein tjóg­vi og einum góðum hálsi, so nið­an í bøin til eini 18 hoyfólk, so set­tu vit okkum øll at eta úti í sól­skini­num.
Tað var strævið, men ein sera hugna­lig tíð, har øll familjan var saml­að bæði summar og heyst.