Heppin at sleppa til arbeiðis í Føroyum

- Vit átaka okkum arbeiðir kring allan heimin. Men tá eg fekk møguleikan at sleppa heim til Føroyar at arbeiða, tók eg sjálvandi av, sigur Bergur Joensen úr Hvalvík, men sum hevur bústað í Esbjerg. Hann er ein av monnunum, sum í hesum døgum byggir tríggjar oljutangar í Fuglafirði.

Fuglafjørður: - Eg havi so altíð arbeiði, og her er ivaleyst at gera hvønn einasta dag, sigur Bergur.

Vit hittu hann ein kaldan dag í farnu viku, har hann, saman við átta øðrum dønum arbeiddi við at seta upp oljutangar á Enninum í Fuglafirði.

Arbeiðið skuldi verið byrjað nakað fyrri, men fyrst í desember mánaði í fjør fóru teir av álvara til verka við tangunum, sum koma at innihalda bæði fuelolju og gassolju.

Talan er um eitt stórt arbeiði, men tað hevur higartil gingið eftir vild.

- Veðrið var ikki serliga lagaligt í desember mánaði. Men vit ætla, at tað skal verða liðugt til ásetta tíð - miðskeiðis í mars mánaði, sigur Bergur.

Hann arbeiðir fyri donsku fyritøkuna Team Welding, sum útleigar arbeiðsfólk til aðrar fyritøkur.

Í hesum døgum arbeiðir hann hjá Bladt Industries, sum m.a. hevur stálarbeiði av ymiskum slagi og í ymiskum støddum sum sína sergrein.

- Eg ætli mær at halda fram í fyritøkuni eina tíð aftrat, sigur Bergur, sum lærdi til skipsbyggjara á Skála Skipasmiðju fyrst í 80'unum.


Næstu ferð til Spanien

Bladt Industries hevur drúgvar royndir í arbeiði sínum, síðani fyritøkan sá dagsins ljós í 1965.

Nevnast kann, at fyritøkan sum at byrja við kallaðist Jørgen Bladt gjørdi sínar fyrstu tangar í 1980 í Yemen, Jordan, Sudan, Noregi og í Føroyum.

Teir hava øll hesi 43 árini lagt seg eftir høgari góðsku á arbeiðum sínum - og, sum teir siga, at arbeiðini verða liðug rættstundis.

Teir hava ikki arbeiðsfólk á sínum lønarlista, men tá teir, við jøvnum millumbilum, hava brúk fyri góðum starvsfólki, venda teir sær til aðrar fyritøkur, har góð arbeiðsmegi er at fáa til arbeiðir heima og langt burturi.

Ein av hesum fyritøkunum er Team Welding, hvør arbeiði er at útvega dygdargóðar sveisarar og annað fólk til størri fyritøkur. Bergur er júst ein slíkur.

- Vit arbeiða faktiskt runt alla verðina, sigur Bergur.

Hann var heppin at sleppa til Føroyar at arbeiða hesaferð. Næstu ferð sleppur hann kanska longur út í heim at arbeiða - møguliga til Malaga í Spanien.


Heim til Føroyar

Bergur hevur longu verið í nógvum ymiskum arbeiðum fyri fyritøkuna.

Henda eina dagin, hann var farin eini ørindi inn á skrivstovuna, bar hann eyga við eina fráboðan um, at teimum tørvaði arbeiðsmenn at fara til Føroyar at arbeiða.

Bladt Industries hevði nevniliga fingið uppgávuna at gera hesar tríggjar oljutangarnar uttast á havnarlagnum í Fuglafirði.

- Eg segði meg vera áhugaðan fyri hesum arbeiðinum, og nú eri eg fegin um at kunna arbeiða her, sigur hann við einum brosi.

At tað er bítandi frost og nógvur vindur í Fuglafirði henda dagin, tyktist hvørki at nerva Berg ella donsku starvsfelagar hansara.

Teir eru komnir higar til Fuglafjarðar at gera eitt arbeiði. Og tað skal - eins og øll hini - verða liðugt til tíðina!


Til skip og virki

Uttast á havnarlagnum í Fuglafirði - á Enninum teir kalla - eru teir hjá Bladt í ferð við at seta upp hesar stóru oljutangarnar.

Fyri tann ókøna sær hetta út sum eitt einfalt arbeiði: Plátur verða settar upp, sveisaðar saman og so om igen. So líðandi gerst hetta til rúmsáttar oljutangar.

Talan er her um tveir tangar, ið skulu innihalda tað teir nevna fuelolju og ein til gassolju. Íalt er talan er um 19.000 rúmmetrar.

Sum skilst er ætlanin at selja oljuna til skip og til Havsbrún, hagar ein oljuleiðing skal leggjast.

- Eg ætli mær at verða her, til hetta arbeiðið er liðugt!, staðfestir Bergur.


Treytir og tænasta

Í øllum slíkum arbeiðum krevur fyritøkan sjálvandi sítt av arbeiðsmonnunum, men ynskir samstundis at veita teimum eina góða tænastu.

Skipanin við arbeiðsfólkunum er soleiðis, at teir eru 10 dagar úti og hava síðani frí í 4 dagar, har fleiri teirra velja at fara til hús.

Hóast stutt er at ferðast millum Føroyar og Danmark, tekur tað kortini sína tíð, tá hugsað verður um at frítíðin er so stutt.

Øðrvísi er hjá Berguri: - Eg havi valt at vera her allar teir fýra mánaðirnar, sum arbeiðið varir!

Arbeitt verður allar sjey dagarnar í viku, av teirri einfaldu orsøk at Havsbrún sjálvt er opið henda dagin.

- Og lønin – jú, hon er rímilig!