til Slovenia. Har, sum hann er í USA, ber ikki til at spæla fótbólt á tí støðinum, sum landsliðsspælarar helst skulu venja og spæla á. Símun hevur luttikið í nógvum ítrótti, og hann hevur vant við bólti [...] staðin. Saman við liðfelaganum Róki Jespersen er hann á Hesselgods fótbóltsskúlanum, sum Brøndby rekur í Grenå. Talan er um 10. skúlaár við nógvum fótbólti á skránni. Millum lærararnar eru Kent Nielsen og Flemming [...] stríð til at ala fótbóltsspælarar. Hetta eru royndirnar í feløgunum, og hetta eru eisini royndirnar á yngru landsliðunum. Spælarar fella frá, tí teir verða skaddir, ella tí teir missa hugin og tískil vilja
Jústinus R. Hansen loysti meistarliga væl sentrala verjukenda leiklutin á miðvøllinum, og Andy Olsen, sum í útgangsstøðu var ytstur á miðvøllinum í vinstru, átti sín leiklut. Hann var í vinstru við í uppspælinum [...] eftir fyrsta málið var landsliðsspælarin aftur upp á spæl. Ætlaða afturleggingin til Geza Turi var jánkaslig, Christian Høgni var ágangandi, fekk fatur á bóltinum, sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin [...] og svørtu. Í Sarpugerði varð GÍ smurt av, og tað var sjón fyri søgn, at nú er vent upp og niður upp á styrkisbýtið í Eysturoy. GÍ hevði lítið ella rættari sagt einki at bjóða uppá. Jens Martin Knudsen,
n kom so fyri á tingi 27. mars, har formaðurin, sum beint frammanundan á fundi í formansskapinum mælti tinginum til burturvísing atkvøddi blankt, og har næstformaðurin, sum ikki møtti á fundi í formansskapinum [...] . Skal skattur áleggjast landsins borgarum, so skal hetta gerast í løgtingslóg.” Hvørki Per ella Pól, ella nakar hissini landsstýrismaður, kunnu áleggja beinleiðis ella óbeinleiðis skatt, sum jú einans [...] har hann ætlaði at tiltuska sær henda rætt. Ímóti øllum vanligum viti og skili kom landsstýrismaðurin á ting við einum uppskoti um, at hann skuldi fáa heimild til at broyta skattastigan. Tá hetta var burturav
lesaraskara. Bøkurnar “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, “Pól, hin kuli giraffurin” og “Beinið” peika við sínum eyðkendu og beinraknu litum á ein barngóðan, einfaldan og væl útbornan listamann. Bárður [...] Fólkini í fokus í gjár vóru Laura Joensen, Martin Joensen, Petur Jacob Sigvardsen, og Bárður Oskarsson. Á hvør sínum øki hava hesi verið við til at stuðla undir, styrkt, varðveitt og flutt føroyska mentan. [...] at bókin saman við ljómfløgu er eitt savn við úrvaldum tekstum, tónum og tekningum, ið varpa ljós á virðismikla listarliga starvið, Martin Joensen hevur útint okkara millum, frá tí sangurin Svarti Ravnur
Thora Pállson kom soleiðis at uppliva framburðstíðina á Tvøroyri og sjálv at seta dám á hana. Tað mestu tíðina búði hon í hugnaligu hølum sínum á skúlaloftinum. Ógift var hon og hevði tí bæði hug og stundir [...] lærarinnan, tí hon var einsamøll lærarinna á Tvøroyri tey 33 árini, hon hevði starv í bygdini, til hon í 1926 fór frá við eftirløn. Thora Pállson var fødd á Marknoyri í Vági í 1862. Faðirin var nólsoyingurin [...] tey leiktu á fiól, urgu og klaver. Sjónleikirnir vóru júst í hesum árum nýskrivaðir og frískir hjá Rasmus Effersøe og Hans Andreas Djurhuus, so hetta var eisini forkunnugt. Omma Bu legði lag á sjálva f
at føroyingar fyribils eru givnir at senda fólk á ársfundirnar hjá altjóða hvalaveiðinevndini. Oftast kemur onkur fyrispurningur um grindadráp fram á ársfundunum hjá IWC, men har hevur greiða svarið frá [...] Kate Sanderson frá. Hóast einki føroyskt umboð nú er á ársfundinum, fer danska sendinevndin framhaldandi at svara møguligum fyrispurningum um grindadráp á sama hátt sum higartil hevur verið svarað. Onki alment [...] mótmæli Hóast eingi umboð fyri Føroyar við á fundinum í ár, so er landið umboðað av donsku sendinevndini undir øllum umstøðum. Tá føroyingar hava verið við á fundunum hjá altjóða hvalaveiðinevndini hevur
liðið fyri at sleppa ígjøgnum VB-verjuna. Jákup á Borg varð fluttur heilt fram í álopið, og Heðin á Lakjuni fór aftur á vinstra vong. Hetta setti tó ikki ferð á B36 álopið, men dysturin helt fram í somu ferð [...] Bárður Mortansson, 72. 2-0: Heðin á Lakjuni, 86. 2-1: Birgir Jørgensen, 90. B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen - Jákup á Borg, Heini í Skorini (Bárður [...] Hann hevði fingið eina bundna uppgávu at liggja beint frammanfyri verjuna og ansa eftir Jákupi á Borg, ið var á offensiva miðvøllinum hjá B36. Hesa uppgávu megnaði hann væl, og Jákup fekk ongantíð sítt spæl
Klaksvík og Leirvík. Har er nógv fólk at hitta, sum ikki javnan eru á Tvøroyri, og so dettur onkur króna her og onnur har í TB kassan. Á Tvøroyri eru tað eisini fleiri, sum arbeiða í stuðulsfelagnum og sum [...] við í øðrum tiltøkum, sum hava til endamál at økja um inntøkurnar og á annan hátt at skapa karmar um og grundarlag fyri fótbóltinum á Tvøroyri. Í fótbóltsdeildini er samfelagsfrøðingurin Bjarni Mortensen [...] annað er, at stórur dentur skal leggjast á organisatiónina ella skipingina av liðnum. TB hevur spælt rættuliga álopskent í ár. Tað fer neyvan at bera til at halda fram á sama hátt, nú mótstøðan verður av heilt
Silvurdystur var á skránni í Gundadali sunnudagin, tá Skála var á vitjan hjá B36. Talan var um liðini, sum sambært stigatalvuni vóru næst og triðbesta liðið í landinum, men fyri tað nógva var hetta tó [...] nærum leysur, men tað skuldi ein perla av teimum sjáldsomu til, áðrenn hol kom á. Báður Mortansson, sum ofta hevur byrjað á beinkinum seinastu dystirnar, var hesaferð millum teir fyrstu ellivu, og yvir [...] høgdi hann til við vinstra, og bólturin smoygdi sær inn um stólpan, og so var B36 á odda. Málið gav árstalsfelagnum meira frið á spælið, og stutt inn í seinna hálvleik tóku teir enn eitt fet móti stigunum.
:Jákup á Borg 2-0: John Petersen 3-0: Jákup á Borg 3-1: Atli Danielsen 4-1: Bergur Midjord B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Fróði Clementsen, Kenneth Jacobsen ? Jákup á Borg, Julian [...] miðverjuni var stýringin á hesum eisini í lagi. Við tað at KÍ legði seg somikið aftarliga, gav hetta B36 eina náttúrliga greiða yvirvág í spælinum, men hóast bólturin fyri tað mesta ferðaðist á KÍ, hálvuni, so [...] gjørdust leysir, men leingi sá út til, at tað bara skuldi gerast næstan og so ikki meira. Man á hálva tímanum kom hol á. John Petersen lyfti bóltin inn um KÍ verjuna, har Julian og Alexander kapprunnu eftir leysa