Hugnaligu hølini í pakkhúsinum umboðað onkursvegna bæði fortíð og nútíð, og heiðurslønirnar í gjár fóru bæði til tað farna og tað nýggja.
Fólkini í fokus í gjár vóru Laura Joensen, Martin Joensen, Petur Jacob Sigvardsen, og Bárður Oskarsson. Á hvør sínum øki hava hesi verið við til at stuðla undir, styrkt, varðveitt og flutt føroyska mentan. Tað sum kanska er sermerkt fyri ársins M. A. Jacobsens virðislønir er, at tær fara til so fjøltáttað mentanarfólk.
Petur Jacob Sigvardsen hevur við sínari søgugranskan og vælskrivaðu bókum tryggja at ein farin tíð er varveitt fyri eftirtíðina, Laura Joensen er bæði ein frálíkur sjónleikari, leikstjóri og samstundis ein drívandi kraft í stríðnum at geva leiklistini nøktandi rammur í Føroyum. Martin Joensen er bæði yrkjari, sangari og tónleikari, og Bárður Oskarsson er líka genialur rithøvundur, sum hann er teknari.
Sangur er skaldskapur
Virðisløn M. A. Jaocobsens fyri fagrar bókmentir 2007 varð latin Martini Joensen fyri verkið Lat meg goyma teg. Í grundgevingini verður millum annað sagt, at bókin saman við ljómfløgu er eitt savn við úrvaldum tekstum, tónum og tekningum, ið varpa ljós á virðismikla listarliga starvið, Martin Joensen hevur útint okkara millum, frá tí sangurin Svarti Ravnur varð skrivaður og fram til henda dag.
Dómsnevndin segði, at sum sangskald er Martin Joensen sjáldsamur, og tekstir hansara við teirra skiftandi myrkri og ljósi bera í mongum førum út um løtuna og fáa varandi virði.
Í takkarrøðu síni tosaði Martin Joensen um drongin í Vestmana, sum droymdi um, at onkur onkuntíð fór at lesa hansara tekstir. Heiðurin at fáa virðisløn M. A. Jacobsens fyri skaldskap merkti, at í framtíðini fór hann ikki longur at sita einsamallur við skriviblokkinum, tí við liðina fór hann altíð at hava Mads Andrias. Og tá hann skrivaði, fór hann nú at vera noyddur at spyrja: Er hetta borðbart, Mads Andrias, hugleiddi Martin Joensen skemtiliga.
Tann farna mentanin
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2007 varð latin Petur Jacob Sigvardsen fyri Torvið í Føroyum. Í grundgevingin var sagt, at Petur Jacob Sigvardsen í sínum bókaverki hevur givið føroyingum eina dygga søguliga og siðsøguliga lýsing av øllum teimum nógvu tættunum, sum søgan um torvið hevur í sær.
Bókaverkið fevnir víða. Greitt verður frá torvarbeiði í øllum bygdum landsins, eins og greitt verður frá frá søgu torvsins frá fyrstu tíðum, fram til nýggjari tøkni troðkaði torvtíðina burtur.
Dómsnevndin var samd um, at Petur Jacob Sigvardsen við stóra verki sínum hevði sett komandi ættarliðum ein varða fyri einum avgerandi tátti av søgu okkara, sum er um at fara aftur um sýn..
Í takkarrøðu síni læs Petur Jacob Sigvardsen millum annað brot úr eftirskrift til Torvið í Føroyum um tigandi torvheiðarnar, sum í dag bara høvdu minnini um eitt ríkt lív og virksemi, og um eldru hjúnini, sum framvegis leitaða sær niðan í heiðarnar at halda krógvina við líka.
Leiklistin heiðrað
Virðisløn M. A Jacobsens fyri mentanaravrik 2007 varð latin Lauru Joensen fyri hennara arbeiði fyri føroyskari leiklist. Sagt verður soleiðis í grundgevingini:
Í tríati ár hevur Laura Joensen ríkað okkum við list síni á palli. Ógjørligt er at nevna allar leiklutir hennara, men einmansleikir sum “Feit og fregin” og “Shirley Valentine” eru millum teir, sum skara framúr, helt dómsnevndin. Í Útvarpi Føroya hevur hon lagt valaverk úr hondum innan útvarpsleik og upplestur.
Sum leikstjóri hevur Laura Joensen ment føroyskan sjónleik við leikuppsetingum á bygd og í bý og við undirvísing í leiklist. Laura hevur røkt fleiri álitisstørv í føroyskum og norðurlendskum leiklistasamstarvi, og sum formaður fyri Leikpalli Føroya hevur hon virkað ótroyttiliga, til tjóðarleikhús umsíðir varð veruleiki.
Laura Joensen segði í takkarrøðu síni, at hon sá heiðurslønina ikki bara sum eina viðurkenning av sínum egna arbeiði, men sum eina viðurkenning av føroyskum sjónleiki sum heild. Hon valdi í røðu síni at gleðast um alt tað góða sum er hent í stuttu søguni hjá føroysku leiklistini, men kundi tó ikki lata vera við at nevna, at fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár ikki ber boð um, at leiklistin veruliga er vorðin viðurkend í Føroyum.
Listarligar barnabøkur
Bárður Oskarsson fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2007. Í grundgevingini fyri at lata heiðurslønina verður sagt soleiðis: Teknarin og barnabókahøvundurin Bárður Oskarsson sýnir hugtakandi listarligt hegni, tá hann lýsir eina søgugongd.
Báður hevur einfaldar og sigandi loysnir í myndalýsingum sínum, sum børn og vaksin kenna seg aftur í. Tekningarnar eru skemtiligar og hugfarsligar og tola at standa einsamallar. At myndlesa boðskapin hjá listamanninum er ein fragd. Bárður Oskarsson hevur sermerktan tekningarstíl, har smálutir bera søgugongdini uppi, og trætur og ósemjur koma til sættis.
Og dómsnevndin helt eisini, at hann dugir hendinga væl at raka ein breiðan lesaraskara. Bøkurnar “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, “Pól, hin kuli giraffurin” og “Beinið” peika við sínum eyðkendu og beinraknu litum á ein barngóðan, einfaldan og væl útbornan listamann.
Bárður Oskarsson var burturstaddur, so í hansara stað tók systir hansara ímóti virðislønini.