Útskiftari fekk hol á

B36 vann ein uppibornan sigur, men spælið var einki at reypa av - snøgt sagt vánaligt. VB megnaði at halda heimliðnum frá fatinum langt út í dystin, men innskifti Bárður Mortansson fekk tó hol á, tá seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin

B36 líktist als ikki einum oddaliði, tá VB var á vitjan í sirminum í Gundadali mikukvøldið. Hóast B36 vann dystin, kunnu teir als ikki vera ernir av sínum spæli.
VB kom til Havnar at verja tað eina stigið, og dystarætlanin helt rættiliga langt inn í dystin, inntil B36 at enda fekk hol á, tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.
Fyrri hálvleikur hevði ógvuliga lítið at bjóða uppá, tá talan er um málmøguleikar og spenning. B36 hevði bóltin fyri tað mesta, men verjan hjá VB stóð seg væl og hevði sjáldan nakrar stórvegis trupulleikar við tí annars so vandamikla B36-álopinum.
Verjuleikarin Janus Kjærbo er fyri kortum fluttur aftur til Føroyar, og hann var fyri fyrstu ferð við frá byrjan hjá VB. Hann hevði fingið eina bundna uppgávu at liggja beint frammanfyri verjuna og ansa eftir Jákupi á Borg, ið var á offensiva miðvøllinum hjá B36.
Hesa uppgávu megnaði hann væl, og Jákup fekk ongantíð sítt spæl veruliga at koyra. Hetta hevði aftur við sær, at álopsspælið hjá B36 tóktist stirvið, og spælið koyrdi ov seint. Hetta var ikki tað, sum B36-áskoðararnir sóu sunnudagin ímóti GÍ.

Heðin bjargar
Einasta opna málmøguleikan fyri steðgin hevði John Petersen eftir ein hálvan tíma. Jens Kristian Hansen fær eina langa sending frá Allani Mørkøre, og Jens Kristian leggur út frá til John Petersen, sum er komin at standa rættiliga leysur miðskeiðis í brotsteiginum. Hann langar til, men beint í ryggin hjá Heðini á Lakjuni, sum stóð frammanfyri málinum. Hetta var besti og at kalla einasti veruligi málmøguleiki hjá heimaliðnum fyri steðgin.
Jákup á Borg hevði eitt vandamikið fríspark, sum Bjarni Johansen tók sær av, og B36 fekk eisini eitt mál kolldømt, tá Heini í Skorini nýtti hondina til hjálpar inni í brotsteiginum.
Eftir steðgin royndi B36-venjarin Ion Geolgau at broyta liðið fyri at sleppa ígjøgnum VB-verjuna. Jákup á Borg varð fluttur heilt fram í álopið, og Heðin á Lakjuni fór aftur á vinstra vong. Hetta setti tó ikki ferð á B36 álopið, men dysturin helt fram í somu ferð sum fyri steðgin.
Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Jens Kristian Hansen ein stóran møguleika. Jákup á Borg sendi eitt hornaspark høgt innfyri til handaru stong, har John Petersen skallar innfyri aftur til Jens Kristian. Hann langar til úr stuttari fjarstøðu, men Bjarni Johansen, ið sum heild stóð ein góðan dyst, bjargaði tí harða skotinum.

Innskifting var lykilin
Tá hálvur tími var eftir at spæla, varð Bárður Mortansson settur á vøllin fyri Heina í Skorini til sín fyrsta dyst í landskappingini, og hetta skuldi vísa seg at vera ein klók avgerð hjá venjaranum. Hann hevur annars verið illa plágaður av skaða í ár.
Tá 72 minuttir vórðu leiktir vann John Petersen eitt fríspark úti í vinstra borði. Vágbingar mettu, at frísparkið var ov bíligt og mótmæltu, men lítið batti. Jákup á Borg legði tað spakuligt innfyri til nærmastu stong, og har stakk Bárður tonna fram og legði B36 á odda.
B36 leikararnir vóru um hetta mundið blivnir fjálturstungnir, tí tað sá ikki út til, at teir fóru at megna at bróta VB-verjuna niður.
Bárður var nær við at fáa enn eitt mál, tá hann og Heðin á Lakjuni spældu væl saman. Heðin legði útfrá til Bárð, men Bjarni kom væl niður at bjarga.
Toppskjúttin í føroysku 1. deild er nú Heðin á Lakjuni. Hann fekk sítt sjeynda mál í landskappingini, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. John Petersen spældi Heðin, og tá rangstøðufellan hjá VB miseydnaðist, var hann púra leysur. Heðin sendi framvið Bjarna til 2-0.

Birgir sló til
So hildu tey flestu, at dysturin var avgjørdur, men VB hevur ein vandamiklan áleypara í Birgiri Jørgensen. Hann varð settur á vøllin stutt eftir fyrra málið hjá B36, og hann minkaði um munin til 2-1, eftir at vanliga leiktíðin var úti.
Palli Augustinussen setti ferð á í vinstra borði og legði innfyri til Birgir, sum var sloppin framum tveir B36 verjuleikarar, og hann skoraði. Tað var óskiljandi fyri okkum, sum sótu uttanfyri, hví Birgir ikki byrjaði inni, ella hví hann varð settur á vøllin so seint. Møguliga hevur hann ikki verið heilt klárur, men hann er í øllum førum nógv tann vandamiklasti spælarin hjá VB. Hann hevur skotið meira enn helmingin av øllum málunum hjá VB í landskappingini í ár, seks av tíggju málum hevur Birgir staðið fyri.
VB fekk eisini eitt gott høvi at javna, tá Palli Augustinussen vann eitt hornaspark í seinasta minutti. Tróndur fekk tó hondina á innleggið, og Klæmint Matras fekk beint bóltin burtur av vandaleið.
B36 vann dystin, og tað var sum heild uppiborið, tí heimaliðið skapti fleiri málmøguleikar, men vágbingar munnu iðra seg eitt sindur, tí tað eydnaðist hóast alt at halda havnarmonnum rættiliga langt inn í dystin.
B36 fer í summarfrí sum oddalið, meðan VB enn liggur í tyngra endanum.

B36-VB 2-1 (0-0)
1-0: Bárður Mortansson, 72.
2-0: Heðin á Lakjuni, 86.
2-1: Birgir Jørgensen, 90.

B36:
Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen - Jákup á Borg, Heini í Skorini (Bárður Mortansson, 60.), Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen - John Petersen, Heðin á Lakjuni (Fróði Clementsen, 90.)
Á beinkinum: Sverrir Kjærbo, Bergur Midjord, Magnus Poulsen
VB:
Bjarni Johansen - Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Predrag Zivkovic, Dejan Nikolic - Palli Augustinussen, Milan Kulic, Slobodan Madzar, Mortan úr Hørg - Jón Pauli Olsen (Birgir Jørgensen, 77.), Brian Andreasen
Á beinkinum: Michael í Lágabø, Eyðstein í Lágabø, Kári í Lágabø, Heini Jacobsen
Gul kort: Klæmint Matras, B36 og Brian Andreasen, VB.