Tá skansarnir falla, er trygdin í vanda

Hergeir Nielsen
-------

Mest víðgongda tjakið í øðrum londum tekur seg ofta upp, tá og um lóggávan, og serliga tann yvirskipaða lóggávan, grundlógir og stjórnarskipanir, eru fyri ágangi ella møguliga verða brotnar.

Rættartrygdin er av avgerandi týdningi fyri øll samfeløg í okkara parti av heiminum, og av heilt serligum týdningi er tí tann yvirskipaða lóggávan.

Tá ivamál eru uppi, eiga umsiting og lóggávuvald sjálvandi at gera sítt ýtarsta fyri at lýsa allan iva og tryggja tryggar og rættvísar mannagongdir.

Eitt ivamál um lóggávuheimild tók seg upp, tá løgtingsmál nr. 175/2011 varð framlagt og samtykt.

Aðrastaðni er tað so, at øll hugsandi serfrøði verður verður innkallað, so at tað slepst undan at lóggevandi tingið sjálvt fremur ágang ella brýtur yvirskipaðu lóggávu landsins.

Soleiðis var tað ikki her hjá okkum, og enn eina ferð vísti tað seg, at tað var meira umráðandi at skjóta fyrst og spyrja aftaná.

Reglan eigur sjálvandi at vera, at mál verða løgfrøðiliga kannaði, áðrenn tey koma niðan í tingi og enn eina ferð, tá tey eru komin hagar.

Tíverri hava vit mangan sæð, at landsstýrið hevur slept hesum týdningarmikla enda í lóggávuarbeiðinum og spart burtur sítt egna eftirlitsarbeiðið.

Men soleiðis var tað ikki í hesum føri.

Longu 13. januar staðfesti innlendismálaráðið í eini viðger av løgtinsmáli 175/2011: “Strikið uppskotið, tí tað er hvørki í samsvari við grundlógina ella stýrisskipanarlógina . Skal skattur áleggjast landsins borgarum, so skal hetta gerast í løgtingslóg.”

Hvørki Per ella Pól, ella nakar hissini landsstýrismaður, kunnu áleggja beinleiðis ella óbeinleiðis skatt, sum jú einans kann áleggjast, broytast ella takast av við løgtingslóg.

Hetta er vanlig grundleggjandi vitan millum tingfólk heima hjá okkum og í grannalondum okkara.

Kortini kom ein landsstýrismaður í løgtingið við einum máli, har hann ætlaði at tiltuska sær henda rætt.

Ímóti øllum vanligum viti og skili kom landsstýrismaðurin á ting við einum uppskoti um, at hann skuldi fáa heimild til at broyta skattastigan.

Tá hetta var burturav óvanlig mannagongd, fekk landsstýrismaðurin tað næsta nosið frá umsiting tingsins.

“Lógaruppskotið er ikki í samsvari við stýriskipanarlógina,” varð sagt frá løgfrøðiligu ráðgevingini í løgtinginum, sum sostatt segði seg samda í niðurstøðuni frá innlendismálaráðnum.

Tá so er, at eitt landsstýrið ætlar sær at kollrenna lóggevandi tingið, kann formaður tingsins mæla tinginum til at burturvísa atsóknini, og soleiðis var eisini gjørt í hesum føri.

Formanskapurin fekk hesa tilráðing og varð kallaður til fundar tann 26. mars við ásettari dagsskrá, har bert hetta eina máli um burturvísing var til viðgerðar.

Fundurin var tíverri ikki fullmannaður. Hann varð síðani niðurlagdur og tikin uppaftur dagin eftir beint áðrenn sjálva tingviðgerðina, men tá var fundurin í formansskapinum framvegis ikki fullmannaður.

Avgerð varð so kortini tikin um at mæla formanninum til at mæla tinginum til burturvísing, og so varð gjørt.

Hví kinkur kom í viðgerðina í formansskapinum sæst ikki í skrivligu keldunum av hesi margháttligu framfer innan evsta vald okkara.

Burturvísingin kom so fyri á tingi 27. mars, har formaðurin, sum beint frammanundan á fundi í formansskapinum mælti tinginum til burturvísing atkvøddi blankt, og har næstformaðurin, sum ikki møtti á fundi í formansskapinum fund eftir fund, atkvøddi ímóti burturvísing, og fekk málið tí 1. viðger henda sama dag.

Fíggjarnevndin, sum síðani fekk málið til viðgerðar, sæst ikki hava innkallað nakra serfrøði til viðgerðina í nevndini.

Meirilutin styðjaði seg til nøkur skjøl úr donskum skattligum viðurskiftum og til ein óviðkomandi hægstarættardóm, sum landsstýrismaðurin var komini í tingið við í evstu løtu undir viðgerðini.

Dómurin frá 2006, sum var so avgerandi fyri meirilutan í fíggjarnevndini, sæst ikki á heimasíðu tingsins, har alt tað her nevnda tilfarið annars finst.

Minnilutin segði seg hinvegin at styðja seg til allar teir løgfrøðingar, ið høvdu verið í nevndini, til løgfrøðiligu ráðgevingina í tinginum og í Tinganesi.

Tað var ikki loyvt at áseta skatt í kunngerð, borgarin skuldi altíð vita, hvør skatturin var, objektivar og greiðar ásetingar skuldu vera í skattligum viðurskiftum, og hetta er partur av rættartrygdini, vóru grundgevingarnar hjá minnilutanum.

Meirilutin, sum mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið, helt kortini, at best hevði verið, um landsstýrismaðurin hevði fingið sjálva prístalsútrokningina ásetta í lógina um prístal, tí so var allur ivi burtur.

Eitt klassiskt skúladømi um, hvussu vit ikki eiga at gera, og ein púra óneyðug provokatón av lóggevandi valdi okkara, fór soleiðis skølsett gjøgnum tingið við dyggari hjálp frá bæði løgtingsformanni og 1. næstformanni hansara.

Í eini tíð har almenna rúmið er gjøgnumseyrað av sera álvarsomum skuldsetingum um korruptión, sum ikki verða afturvístar og ivasama framferð í so mongum øðrum málum, átti sama landsstýrið ikki at havt ráð til at provokera rættartrygdina og lóggevandi vald okkara, so sum gjørt varð í hesum føri.

Formansskapurin átti at tikið mál av hesum slag í nógv størri álvara, enn gjørt varð í hesum føri og tryggja sær at fyrst formansskapurin og síðani løgtingið standa sum tryggastu skansarnir og verjan móti eini og hvørji roynd at bróta yvirskipaða lóggávu.

Illa royndust teir í hesum føri.