prátinum í Gøtu, at hesa ferð høvdu teir verið væl nøgdir, um teir komu norður aftur við javnleiki. Tað verða tveir partar til at telvast um úrslitið, og tað er heilt víst, at einki annað enn sigur og [...] ógvuliga ofta, at svarið er lyskan ella lærkrikin, sum teir siga, at tað eitur á føroyskum. Henda sama søgan ger seg eisini galdandi í sambandi við uppgerðina millum HB og GÍ í dag. Hjá HB eru Magni á [...] teir í Gundadali týskvøldið, men tað verður ikki roknað við, at teir vera førir fyri at spæla fyrrenn um einar tvær vikur ella kanska meiri enn tað. Súni Olsen hjá GÍ hevur eisini spælt millum lítið og einki
Stórur áhugi Spastikarafelagið hevur heitt á Lillemor Jernquist um at vísa myndugleikum og stovnum í Føroyum á, hvussu farast skal fram, um føroyingar sjálvir skulu í holt við at stovna ein venjingarmiðdepil [...] til uppgávu at læra børnini tað, tey hava tørv á, hevur í grundini sama leiklut sum ein, ið stjórnar einum orkestri. Tað snýr seg um at leiða og stuðla einum bólki við børnum soleiðis at tey í felag kunnu [...] Føroyum á kunningarvitjan. Spastikarafelagið í Føroyum hevur boðið henni higar fyri at fáa meiri at vita um venjingarmiðdepilin Craighalbert Centre og møguleikarnar stovnurin letur upp fyri. Lillemor Jernquist
eina sending um tey sjálvi. Men tað er ikki altíð, at slíkar sendingar hepnast so væl. Sum nevnt dámar Søren Ryge sjálvur at finna serlig fólk við útstráling, og feskasta dømi hjá honum um eina slíka sending [...] sjógvin »ljótan«, tá hann er kargastur, segði hann seg kunna blanda estetikk upp í sjórokið um veturin. Alt veldst um eygað, sum sær. Og gestsins eyga er eisini gløgt. [...] leggur hann stóran dent á mannalýsingar og korini, sum fólk liva undir. Hann hevur eisini skrivað bók um ymisk kend og ókend fólk í Danmark, m.o. bassspælaran, Niels-Henning Ørsted Pedersen, ið telist millum
Socialistiska hugsjónin sterka um verðøld so víða skoðar so árvakin virkin til verka sjá javnrættar- frælsislogar. Sosialistisku kappar í forum hugsjónar geislandi bryggjubál samljóð í verkum og orðum [...] miklar tá javnrætt í avgrund teir bera drepandi marglæti lokkandi gyklar Tá frælsishugsjón í vanda um sníkjandi høgravend sótt oyðir tann brøðralags anda av sonnum javnrættarstríðið er hótt. Ríkmanna [...] greftligi, kaldi sjónskari fyri hvønn dag mammonsgudurin hevur valdið yvirstættin syngur støðugt sama lag. Úr morgunroðanum herskari kemur ið afturhaldsrákið vil køva sosialisman javnrætt og andsfrælsi
ólógligt og heitir álvarsliga á lærararnar um at lata karakterirnar frá sær beinanvegin. Føroysku studentaskúlalærararnir eiga tí at hugsa seg eitt sindur um, áðrenn teir gera meira burtur úr hasum málinum [...] lærararnir brúka, men bert vísa á, at hatta er einki originalt hugskot, teir hava fingið. Júst tað sama royna danskir studentaskúlalærarar í hesum døgum. Men teir fáa ikki undirtøkum fyri slíkum tiltøkum
landinum, var tað næstan ógjørligt hjá einum rumena at flyta uttanlands. Tað sama var galdandi fyri ítróttarmenn, sjálvt um summir einstaklingar, til dømis tennisspælarin Ilie Nastase og filmleikastørnan [...] altjóða royndir. Eg kundi sjálvandi hugsað um at styrkt HB við spælarum uttanlands frá. Men tað eru ongar áneyðir at gera tað. Eg havi so góðan og breiðan hóp, at um vit vilja fáa betri útlendingar, enn okkara [...] á landsliðsstigi. Eftir mínum tykki mugu føroyingar ikki skammast um úrslitini hjá sínum landsliði tey seinastu tvey árini, sjálvt um eg síggi møguleikar fyri størri framgongd. Eg eri ikki landsliðsvenjari
er so eisini heft at spurningum um útgerðarhavn. Skal alt tilfar og útgerð um føroyska havn, so má hetta við útgerðarhavn eisini vera í lagi til ta tíð, tvs. avgerðin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja [...] Eisini hava oljufeløg lagt sama, og hevur tað eisini ávirkað støðuna á Føroyaøkinum. Soleiðis er m.a. vorðið við einum av samtøkunum, sum arbeiðir við Føroyar. Talan er um Texaco-samtakið. Enn eru fýra [...] ini. Á hesum fundinum kunnaði O´Driscol um stóra áhugan samtakið framvegis hevur í føroyska økinum og vísti eisini á tað nógva tilfarið, sum longu nú er tøkt um undirgrundina her. Hóast tað enn er neyðugt
Bárður Mortansson, sum byrjaði inni fyri fyrstu ferð, fekk fatur á einum innleggi úr høgru, sum fór upp um alla ÍF-verjuna til handaru stong, har Bárður stóð púra leysur. Tá var ein minuttur eftir av hálvleikinum [...] gjøgnumspæld, okkurt var einmansavrik inni í brotsteiginum, og HB hevði fleiri aðrar møguleikar, sum tað sama kundu givið mál. Tað hoyrir við til søguna, at fuglfirðingar vóru rættiliga óhepnir. Teir noyddust [...] noyddist málverjin Erling Joensen at gevast ? og hetta órógvaði sjálvandi, eisini tá hugsað verður um, at Eyðun Samuelsen longu frammanundan var avskrivaður vegna skaða. Tá so HB ikki brúkti langa tíð
javnaðarfólk halda um fullveldisætlaninar hjá hesum landsstýrinum, so kann tað bara vera gott, at orðaskiftið um størri sjálvstýri ella fullveldi fær okkum føroyingar til at taka spurningar um eitt meira fjøltáttað [...] ríkisfelagsskapi. EFTIR okkara tykki er tað ógvuliga týdningarmikið at kunnað verður um Smátjóðir, og at tjakast verður um okkara egna leiklut sum so - uttan mun til, hvar ein beinleiðis hoyrir heima politiskt [...] hvørki vinnuliga, politiskt, mentanarliga, umsitingarliga osfr. Tað skulu vit heldur ikki, tí talan er um eina prosess, sum alla tíðina broytist. Tí vil eisini sjálvt málið broytast við tíðini. Men vit eiga
at nú gera arbeiðararnir tað sama. ? Vit eru eitt av frægastu londunum í Evropa, men summir politikarir ætla at skipa landið sum láglønarsamfelag - tó ikki tá tað snýr seg um teirra egnu lønarviðurskifti [...] Vildu teir tað, kundu teir fari til Álands, ella inn á Shetland Counsil, har løn politikaranna liggur um tær 15.000 krónurnar, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag. Sosialurin fer í komandi bløðum