Socialistiska hugsjónin sterka
um verðøld so víða skoðar
so árvakin virkin til verka
sjá javnrættar- frælsislogar.
Sosialistisku kappar í forum
hugsjónar geislandi bryggjubál
samljóð í verkum og orðum
festi í hvørja framskygda sál.
Kapitalistarnir skulvu í brókum
í yvirflóð dusaðu sær
brátt tveittir av ríkmanna rókum!
hvurvu í myrkri - ónýtuligt lasafar.
Leinkjaðir, kúgaðir vóru
líkasælunnar fjøtrandi leið
í hásæti sótu teir stóru
ynsktu fjøldin í frummyrkri gleið.
Socialistar høgravendir verða
hugsjónir grátandi miklar
tá javnrætt í avgrund teir bera
drepandi marglæti lokkandi gyklar
Tá frælsishugsjón í vanda
um sníkjandi høgravend sótt
oyðir tann brøðralags anda
av sonnum javnrættarstríðið er hótt.
Ríkmanna glantrileiks pallar
sjónskir í øllum virki
marglætisrøddir teir kallar
veitir teim mektgyrndar styrki
Ríkmenni tómt hava trogið
arbeiðarastættin tað sleikja nú má
Men fylkist í hóp - nú er ovboðið
Verkafólk - droyrreyða sigur vit fá!
Stættarmunur greftligi, kaldi
sjónskari fyri hvønn dag
mammonsgudurin hevur valdið
yvirstættin syngur støðugt sama lag.
Úr morgunroðanum herskari kemur
ið afturhaldsrákið vil køva
sosialisman javnrætt og andsfrælsi fremur
alfevnandi solidariska bøga.
Brátt fátækrafjøldin vil vakna
við droyrreyða merki á ferð
tey hánasaðu vilja brátt sakna
teirra marglætis gullsettu verð.
Sosialistiska hugsjónin sterka
í skjøldri ei tíð ella stað
samhuga fara til verka
í hjørtunum stríðsfúsa lag.
Guð gævi tann stríðsfúsi andi
ið setti vára socialistisku kós
tveitir kúgandi stættin av landi!
Í eystri og skoði skyggjandi frælsisljós.
Hátt hevjum vær stríðsmerkið reyða!
tað lýsir um verðøld so vítt
stríðsfúsir líka til deyða
svá frælsisstríð blómandi frítt!
1. mai 1999
Sólmundur Joensen