Tað hevur verið rættiliga friðaligt á ?oljufrontinum?, nú meðan bíðað hevur verið eftir eini endaligari avgerð um markið millum Føroyar og Bretland. Tó tykjast útlit nú vera til, at avtalan verður undirskrivað í næstum. Herfyri segði løgmaður við útvarpið, at marknamálið var loyst, og at avtalan fór at verða undirskrivað einaferð í mai.
Í altjóða oljuheiminum hava verið nógvar og stórar rembingar, síðani oljuprísurin fór í botn, og hetta hevur eisini havt broytingar við sær á Føroyaøkinum. Tvs. at nógv fólk, sum áður hava arbeitt við kanningunum á Føroyaøkinum, antin eru uppsøgd ella eru vorðin ráðgevar ístaðin. Eisini hava oljufeløg lagt sama, og hevur tað eisini ávirkað støðuna á Føroyaøkinum.
Soleiðis er m.a. vorðið við einum av samtøkunum, sum arbeiðir við Føroyar. Talan er um Texaco-samtakið. Enn eru fýra feløg við í samtakinum, Texaco sum operatørur og so Arco, Conoco og Murphey. Nú ljóðar, at Arco verður lagt saman við BP-Amoco. Poul Diamond, sum starvast hjá BP og hevur økið við Føroyar sum sítt málsøki, sigur við Sosialin, at arbeitt verður við samanleggingini av BP og Arco, men hetta fer at taka sína tíð. Hóast BP og Amoco eru løgd saman, so tekur tað eisini sína tíð at fáa øll tey viðurskiftini uppá pláss. Poul Diamond sigur, at tað fer helst hetta árið fer helst at ganga, áðrenn alt er komið uppá pláss við BP og Arco. Til ta tíð verður Arco helst at halda fram sum partur av Texaco-samtakinum, men eftir tað má roknast sum náttúrligt, at Arco sum partur av BP verður partur av samtakinum millum BP og Shell. Her verður so talan um eitt av teimum størstu oljusamtøkunum á Føroyaøkinum.
Texaco-stjóri vitjar
Broytingarnar í altjóða oljuvinnuni gjørdu m.a., at oddamaðurin hjá Texaco fyri Føroyaøkið, David Peace fór úr hesum starvinum til í staðin at virka sum sjálvstøðugur ráðgevi. Í hansara stað er komin Donal O´Driscol, sum kortini hevur arbeitt við Atlantsmótinum nú í eina tíð, herundir eisini Føroyaøkinum.
Nú um dagarnar vitjaði hesin nýggi oddamaðurin hjá Texacosamtakinum í Føroyum og hevði fund við Oljumáladeildina.
Donal O´Driscol er íri og hevur fylgt væl við gongdini á øllum Atlantsmótinum hesi seinastu árini. Hann viðgongur, at Føroyaøkið framvegis verður mett at verða eitt sera áhugavert umráði. -Vit eru bjartskygdir og bíða nú eftir, at markið skal koma uppá pláss. So fara vit í gongd av álvara.
Donal O´Driscol vísir á, at hóast eitt øki sum føroyski landgrunnurin setir stór krøv til oljuídnaðin, tá hugsað verður um, at hetta er djúpt vatn og eitt heilt ókent øki, so er vitanin og vónirnir til økið kortini av slíkum slag, at hetta vigar upp móti váganum.
Hann er annars væl nøgdur við fundin við fólkini á Oljumáladeildini. Á hesum fundinum kunnaði O´Driscol um stóra áhugan samtakið framvegis hevur í føroyska økinum og vísti eisini á tað nógva tilfarið, sum longu nú er tøkt um undirgrundina her. Hóast tað enn er neyðugt við fleiri kanningum, áðrenn farið verður at bora, so er verandi tilfar tó so rúgvismikið og áhugavert, at Texaco-samtakið sær fram til at vera við í eini útbjóðing.
Hann vísir á, at tað er rættiliga óvanligt at hava so nógv seismiskt tilfar klárt í so góðari tíð undan eini útbjóðing. Men nettup hetta ger, at teir kunnu byrja at bora í onkrum av teigunum, sum helst verða føroyskir eftir avtaluna við bretar, beinanvegin eftir at loyvini eru fingin. Og tað er sera sjáldsamt.
-Eg haldi møguleikarnir at finna olju og gass við Føroyar eru stórir, men tað veldst so eisini um, hvar leitað verður. Bæði okkara samtak og onnur við bíða spent eftir, hvørji øki verða boðin út, og tað er greitt, at vit longu nú hava eyguni eftir ávísum økjum, sum vit halda vera meira áhugaverd enn onnur.
Hann vísir her m.a. til eitt serstakt umráði í Hvíta økinum millum Føroyar og Bretland, sum teir hava stóran áhuga í. Men vil tó ikki koma nærri inn á, hvat hetta øki er.
Støða takast til úgerðarhavn/ir
Millum mongu málini, sum vórðu umrødd á fundinum við Oljumáladeildina var eisini spurningurin um útgerðarhavn (ir) í Føroyum. Sjálvur heldur Donal O´Driscol, at oljuídnaðurin sjálvur eigur at kunna finna fram til eina loysn á hesum øki. Verða bert boraðir nakrir fáir brunnar at byrja við, so gevur tað ikki nokk av arbeiði til eina útgerðarhavn, men tað verður helst neyðugt við einum langtíðar boriprogrammi skal ein útgerðarhavn fáa nóg mikið av arbeiði, og í hesum sambandi skal so ein havn veljast út.
Uppá fyrispurning hvørja støðu oljufeløgini hava til spurningin um lokalisering av útgerðarhavn, sigur hann, at feløgini hava ikki enn tikið støðu til hetta. Tað hevur eisini nakað við sjálva útbjóðingina at gera.
Vit spurdu eisini umboðsmannin hjá Texaco-samtakinum, hvussu nógvar brunnar teir verða førir fyri at bora um árið, tá loyvini verða givin.
-Tað er sera torført at fáa boripallar til hetta økið við djúpum vatni. Tað eru kanska einir tríggir boripallir, sum eru tøkir til slíkt farvatn, so eg rokni við, at flestu av samtøkunum neyvan kunnu binda seg til at bora meira enn ein ella tveir brunnar um árið.
Donal O´Driscol sigur tó, at verða teigar lutaðir í fyrsta ársfjórðingi ár 2000, so kunnu teir seta borin í sama ár. Men helst verður hetta ikki fyrr enn í ár 2001. Og tað er so eisini heft at spurningum um útgerðarhavn. Skal alt tilfar og útgerð um føroyska havn, so má hetta við útgerðarhavn eisini vera í lagi til ta tíð, tvs. avgerðin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja, má verða tikin rættiliga skjótt.
Sjálvur heldur hann, at avgerðin um, hvar oljuútgerðarhavn skal vera, má verða tikin í samráð við oljufeløgini, tí tað eru tey, sum seta upp slíkar havnir ymsa staðni og brúka tær.
Hvat útbjóðingini viðvíkur, so vónar eitt nú Texaco-samtakið, at so nógv av føroyska økinum sum gjørligt er við í 1. útbjóðing. Donal O´Driscol sigur, at nøkur av økjunum, sum oljufeløgini peikaðu út sum áhugaverd fyri nøkrum árum síðani í eini royndarnominering, eru ikki so áhugaverd longur, meðan onnur, sum ikki vóru við tá, eru kanska enn meira áhugaverd. -Tí vóna vit, at størri øki enn tað í royndarnomineringini, verða við í eini komandi útbjóðing.
Í samband við broytingar í samtøkunum søgdu vit herfyri frá, at ein av høvuðsmonnunum hjá Lasmo, Michael Welland var sagdur úr starvi. Hetta er ikki beint. Hann hevur gjørt av at stovna sína egnu fyritøku at ráðgeva oljuídnaðinum.











