? Politikararnir samanbera seg við danir, serliga lønarliga, nú teir hava hækkað lønina upp á støðið, hon er í Danmark, sigur Karl Johansen, og leggur afturat, at nú gera arbeiðararnir tað sama. ? Vit eru eitt av frægastu londunum í Evropa, men summir politikarir ætla at skipa landið sum láglønarsamfelag - tó ikki tá tað snýr seg um teirra egnu lønarviðurskifti. Vildu teir tað, kundu teir fari til Álands, ella inn á Shetland Counsil, har løn politikaranna liggur um tær 15.000 krónurnar, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Sosialurin fer í komandi bløðum at gera meira burturúr røðum, ið vóru hildnar á altjóða verkamannadegnum, 1. mai.










