húsunum rundanum. Har búðu mong av ættarfólki bóndans – eitt nú foreldur Jens Paula, Anna Christina og Jógvan. Eftir at Inga og Jens Pauli vóru gift, búsettust tey í øðrum endanum av hesum húsum, og bróðir Jens [...] sá tilburðin av Skansanum, mannaði Politistin og fekk bjargað Mouritsi. Bróðir Jens Paula, Jákup, ið lá sjúkur, doyði tríggjar dagar seinni – stutt eftir at hava fingið deyðsboðini av Jens Paula, og [...] Inga livdi. Mourits var føddur í 1869 og andaðist í 1946. Lat seg ikki taka av fótum Inga var sterk kvinna og lat seg ikki taka av fótum, eftir at Jens Pauli var farin. Hon fekk góða hjálp frá vinum og s
eina positiva lýsing av hesum merkismanni. Skrivað verður millum annað: A. C. Lützen var ógvuliga virkin og nógv umhildin av havnarfólki, bæði høgum og lágum og ikki minst av børnunum. Uppgávan at [...] Hann var ein av teimum, sum vóru við í uppgerðini við tann einaræðisliga amtmannin Dahlerup. Hetta fekk hann eisini afturlønt. Hann umboðaði eisini Føroyar á ríkisdegnum. Okkara lýsing av A. C. Lützen [...] Lützen verður ein endurgeving av teirri lýsing, sum dóttir hanara Anna Evensen gav av honum. Beint áðrenn Anna doyði í 1927, fekk hon niðurskrivað sína søgu, har hon eisini greiddi frá um pápan og mammuni
Poul er ein av hesum gomlu føroyingunm, sum hevur roynt nakað nógv av hvørjum gjøgnum sítt langa lív. Hann hevur siglt sum flestu aðrir, og hann hevur verið raskur sum fáur. Sum ein av teimum, sum er [...] Michael Zachariasen, úr Tórshavn, ættaður av Kirkju, línubátin "Fuglberg”, sum var bygdur í Danmark. Poul Jacobsen er tann einasti av manningini, sum er eftir á lívi av teimum, sum í 1946 fór niður til Danmarkar [...] lugarinum. Kappin fór oman av, so lugarið fyltist skjótt við sjógv. Tá vóru vit allir ungir menn í bestu árum, so vit fóru beinanvegin at bøta um skaðan. Vit høvdu mist tað mesta av amboðunum og tílíkum, so
kruvd á hesum virkinum - av teimum komu tey 3000 tonsini av Sørvágsfirði, meðan restin sum nevnt kom av Gøtuvík. Í ár er ætlanin at kryvja eini 8000 tons - tey fyrstu tonsini av Gøtuvík, og tey seinnu úr [...] vánaligur. - Eitt úrslit av hesum er, at bátar hava ligið við bryggju, tí tað snøgt sagt ikki loysti seg at loysa frá landi. Og støðan gjørdist ikki frægari, tá Fiskavirking fór av knóranum í farna mánaði [...] er komin av Gøtuvík og til kryvjingar í Sørvági. - So hevði Blindtarmurin dugað at tala, so hevði hann sæð 16000 tons farið framvið. Hetta eru ikki smá tøl, tí hetta svarar til 16 prosent av miðal bot
langa tíð, fóru tey at fregnast eftir henni. Tá komust tey eftir, at hon var bæði deyð og grivin, uttan at tey visti av tí. Tað kann væl hugsast, at foreldrini tí hava reist hendan steinin, sum er størri [...] Hann gjørdist eisini heiðurlimur í felagnum Christian var eisini ein av teimum sum saman við Kristin í Geil fekk byrjað útgávuna av Tingakrossi í 1901, og hann var eisini álit at skriva í blaðnum. Hann [...] Luddi í Dali, sum hann var kallaður, var ein av teimum kendu brøðrunum í Dali. Foreldrini vóru Christian Michael Jacobsen (1823-1886), kalsmaður (hjálparmaður hjá sýslumanni), og Anna Lydersdatter, f.
Berint Johannesen og Sámal Hansen – sum tóku sær av honum og vóru um hann, og skjótt gjørdist hann líka góður við teir, sum teir við hann. Partur av inventarinum Í fimm mánaðir hevur Mogens, sum teir [...] hann var úti í regni og í kuldanum. Eg havi eina mynd av honum á telefonini, og hvørja ferð eg sá myndina, fór eg at lippa. Men hon mundi vera deyð, nú var so nógv tíð liðin, sigur Anna Maria. Bitarnir [...] grótbrotinum á Lambarðeiði, men Berint er skjótur at vísa á, at tað í høvuðsheitum var Bárður, ið tók sær av honum. - Men eisini vaskikonurnar vóru púra forliptar í honum, og tá tær komu niðan her at vaska í
fyri fleiri árum síðani funnið fram ymiskt tilfar um Michael Michelsen. Hetta var gjørt eftir áheitan av abbasoni beiggja Michelsen, sum var við at kanna ættina og søguna hjá honum. Hesin kallast Charles [...] USA. Til hjálpar hevur hann havt ein vin, Cinda Kennedy. Fyrsta slóð var ein áhugaverd upprunamynd av grøvini hjá Michelsen, sum vísir, at tað hevur verið ein girðing um grøvina, og sum einki sæst til [...] hesum navnaskifti kann hava verið fyri ikki at koma í bland við aðrar Mikkelsen, sum tað tá vóru fleiri av í Havn. Beiggin endaði í Amerika Beiggin Valdemar fór tískil í læru á eini blaðskrivstovu í Grenå.
verið innan tað, tú tekst við: -Samanumtikið havi eg merkt stóran áhuga fyri ítróttinum, bæði av miðlunum og av vanligum fólki. Vit hava fingið nógvar góðar upplivingar við føroyska ítróttinum, bæði í heimligum [...] byrjaði høvdu vit onga hóming av, at tað fór at enda, sum tað gjørdi. Vit væntaðu eina útjavning, men vit væntaðu, at tað fór at stabilisera seg, og ikki at tað skuldi fara so av sporinum, sum tað er farið [...] Johan Jensen Hvussu hevur árið verið innan tað, tú tekst við: - Hetta hevur verið eitt rættiliga deyðligt ár innan bókmentir og leiklist, haldi eg. Tað eru komin nøkur yrkingasøvn, men tað vanta prosabókmentir
savn av autentiskum søgum sum henda og mongum øðrum. Hetta at kenna á sær tað, ið ikki er hent enn, kallaðu summi at hava eitt ánilsi, og søgur ið minna um hesa, eru í bókini. Eitt annað slag av søgum [...] Løgin ljóð. Innihaldið í øllum søgunum er tó av slíkum slag, ið kann kallast yvirnátúrligt. Petur Jacob Sigvardsen hevur tikið søgurnar upp á band, skrivað tær av og lagað tær til skrivaðan stíl. At gera hetta [...] leitaðum fram úr fornorðagoymslum, ið verða standandi sum deyð og óbrúkt orðabókarorð, sum sløktir vitar, ið ikki kunna lýsa, tí lívið, tey vóru partur av, er farið, og ofta eisini, tí at tey skula vera umbering
og tískil kundi eingin ávirkan vera av henni. Mesmer var somikið blendaður av sínum egna hugskoti, at hann ikki dugdi at síggja hendingarnar objektivt. Tað var ein av næmingunum hjá Mesmer í París, Puységur [...] millumgongumenn. Seinni kom eitt tvíbýti millum átrúna og vísindi, prestar tóku sær av tí átrúnaðarliga og fróðskapurin av tí organiska. Aftaná øldir við hesum tvíbýti byrjar tað vísindaliga og sálarliga [...] við magnetum, og bleiv sjálvur bilsin, tá summir av sjúklingunum reageraðu. Hann var tó ikki nøgdur við einans at kunna vísa á tað gandakendu ávirkanina av magnetinum. Hann var vísindamaður og vildi finna