At kirkjugarðurin á Svínaryggi hevur greinir langt út í heimi fekst herfyri enn eitt prógv fyri.
Tá kom til Sosialin ein teldupostur úr Australia frá Martin Hewitt. Hann sóknaðist eftir, hvat ið mundi vera hent abba hansara Richard Lawson Hewitt. Tað einasta, tey vistu um abban var, at hann var deyður í eini vanlukku í maskinrúminum á einum trolara, og at hann var jarðaður í Føroyum. Tey hildu, at hetta var umleið í 1930.
Tað fyrsta var at kanna, um maðurin var grivin í Havn. Her fanst fram til, at 27. februar 1933 var ein R. Hewitt, 44 ára gamal úr Hull í Onglandi, jarðaður á Svínaryggi.
Hetta kundi bara vera maðurin, tí øll familjan var úr Hull.
Men hinvegin kundi grøvin ikki staðfestast, tá eingin steinur var. Ættin hevði átt eina mynd av grøvini, men hon fanst ikki longur.
Men familjan hevur nú fingið sendandi eitt kort av Havnini, har kirkjugarðurin á Svínaryggi er merktur. Alt hetta er ættin sera fegin um. Hon hevur eisini fingið myndir av kirkjugarðinum, so nú hava tey tað størri tilknýti til Føroyar. Tey tosa enntá um at koma higar.
Bløðini plagdu at hava frágreiðing um slíkar vanlukkur, men tað ikki í hesum førinum. Tað einasta, sum sæst er, at í hesum døgum vóru bretsku trolararnir Waldere og Bell á Havnini og umvældu skaða, so tað er helst annar av hesum, hesin maðurin var við.
Eftir Robert sat konan við seks børnum. Helst man hon hava hildið lívið vera nóg so trupult í Hull, so hon flutti til New Zealand við øllum børnunum. Martin Hewitt er so seinni fluttur til Australia. Men hann hevur greitt sínum systkjum í New Zealandi frá, at abbin er »funnin«.
Óli Olsen:
Einkjan og børnini fóru av landinum
Óli Olsen var føddur 21.6. 1867, og hann var doyptur í Havnar Kirkju 14. juli. Foreldrini vóru Jacob Olesen, vanliga nevndur Jákup í Kina og Henrikka Maria Hendriksdóttir, vanliga nevnd Rikka. Tí varð Óli nevndur Óla Rikk.
Óli giftist í 1893 í Havnar Kirkju við Johonnu Mariu Solmunde, ættað úr Byrginum í Søldarfirði. Hennara foreldur vóru Cathrina Petursdóttir og Sørin Johannesen.
Tey áttu fleiri børn, sum giftust til Havnar, og sum eru jarðað á Svínaryggi. Tey eru øll umrødd í hesi røð.
Tey vóru: Petra Malena Solmunde, sum giftist við Joen Christian Rubeksen. Ein dóttir teirra Christine Cathrine Sophie giftist við Ísak Næs.
Peter Hans Solmunde giftist við Charlottu, hálvsystir Jens í Dali.
Anna Sofía Solmunde giftist við Gerhard Vilhelmsen í Havn.
Um Johonnu Mariu verður sagt í Keraldinum, at hon var í 1890 í Havn, men at hon átti eina dóttir, sum var fødd í 1885 í Hvalba.
Men Óli og Johanna Malena standa til at eiga tvær døtur, Henrikka Maria Fredrikka Olsen f. 1894 og Cathrina Jacobina Fredrikka Olsen f. 1898.
Óli er so deyður í 1906, áðrenn genturnar eru vaksnar. Vit vita bert um tær, sum sótu eftir, at tær eru deyðar í Danmark.
Lítli Henning:
Hansara ætt fór eisini til Danmarkar
Ein steinur hevur ta einfaldu innskriftini »Lille Henning«. Hetta er uttan iva Henning Olsen, føddur 26. november 1916 og deyður 4. januar 1917.
Foreldrini vóru Johannes Sofus Olsen f. 1886 í Havn og Hansina Maria Elisabeth Højgaard f. 1884 á Toftum. Tey eru bæði deyð í Keypmannahavn og munnu vera flutt niður.
Tey áttu seks børn. Johan Flemming var føddur í 1907 og vaks upp í Niels Winthersgøtu. Hann flutti saman við foreldrunum til Danmarkar at búgva. Hann giftist niðri og arbeiddi á Orlogsværftet. 90 ára gamal fór Flemming á røktarheim. Hetta føldi hann seg ov raskan til og flutti út aftur. 97 ára gamal flutti hann inn aftur og gjørdist 101 ár.
Gunnhild var fødd í 1910. Hon flutti eisini við foreldrunum niður, har hon giftist við einum Valdemar. Hon var damufrisør og doyði í 2004.
Tað vóru tríggjar yngri systrar, Jensia, Herdis og Helga. Tær vita vit einki um.
Hjalmar hjá Jens Chr. Guttesen
Vit hava fyrr umrøtt Gutta Jens, Jens Christian Guttesen, og hansara ætt. Seinni hava vit havt eitt ískoyti um sonin Johannes, og nú kemur enn eitt um sonin Hjalmar.
Hjalmar Guttesen (1892 -1962), giftist við Andreu Hendriksen úr Sørvági (1892-1918), tey búðu í Tórshavn.
Hjalmar giftist aftur við Elsebeth Elenu Joensen úr Haldórsvík (1894-1979).
Hjalmar, kallaður Hjalli, var arbeiðsmaður og traðarmaður, hann hevði stóra trøð á Sundsvegnum og verður tað kallað Berjabrekka í dag, kundi fyri tað itið Hjalmarstrøð.
Trøðna gekk Hjalmar nógv uppí, hann hevði kúgv, nógvan seyð og hønur.
Guttesen ættin er kend fyri at verða musikalsk, eisini í hesi ættargrein eru fleiri góð tónleikafólk. Fleiri abbabørn hjá Hjalmari eru góð til sang, gittarspæl, violin, harmoniku og list. Eisini í Norra, Íslandi, Onglandi, Danmark, Finlandi og Hollandi kemur tað musikalska og listaliga fram hjá teimum.
Børnini í fyrru giftu vóru: Svenning (1913-1991) giftur við Alice úr Danmark. Svenning vaks upp hjá fastur síni í Havn, Kristionnu.
Hjalmar (1915-1994) giftur við Sofíu Joensen av Kalsoynni, tey búðu í Klaksvík. Hjalmar vaks upp hjá fastur, síni Sigrid, í Tjørnuvík.
Arnhold (1916 -1998) giftur við Judith Henriksen úr Sørvági, har tey búðu .
Børnini í seinnu giftu: Evald (1919-1984) giftur við Katrinu Magnussen úr Húsavík, búðu í Tórshavn.
Andrea f .1922 gift við Rolf Giske úr Norra, har tey búðu
Hans Erling (1924-1981) giftur við Lenu Johannesen úr Norðskála, búðu í Tórshavn.
Margretha (Gigga) (1925-1975) gift við Sam Jacobsen úr Fuglafirði, har tey búðu.
Frida (1927-1998) gift við Elias Zachariassen úr Mikinesi, tey búðu í Íslandi. Evert Paul (1929 -1929).
Evert Andrew (1931-1931).
Sonne (1933-1997) giftur við Anitu Degerlund úr Finlandi, har tey búðu fyri tað mesta.
Frank (1935-1987) ógiftur.
Hildegerð f. 1936 gift við George Backhurst úr Onglandi, og búgva tey har.
- - -
Anna Evensen í Danmark
Í seinasta parti av Siðsøgu varð greitt frá tiltakinum á Kalundborg leiðini í sambandi við Onnu Evensen, hvørs søga var skrivað har fyri nærum 90 árum síðani
Eftir blaðumrøðuni at døma, so var hetta tiltak sera væl eydnað. Blaðið Nordvestnyt, sum er lokalblaðið fyri hetta økið, hevði mikudagin í seinastu viku ein stubba við yvirskriftini: »Bog om Færøerne trak talstærkt publikum til«.
I tekstinum varð millum annað sagt »Da dørene åbnedes, strømmede folk til og med omkring 80 fremmødte, heraf mange med færøske rødder, må arrangentet betegnes som en succes«.
Eg havi eisini frætt frá fleiri av luttakarunum, sum hava verið sera væl nøgd við tiltakið. Fleiri í Evensen ættini hittust her á fyrsta sinni.









