-Tað stendur púra greitt, at Tórshavnar Kommuna sær fegin, at Sund verður brúkt til framtíðar oljuútgerðarhavn. Her liggur ein deyð íløga fyri meira enn 50 mill. kr. og hana vilja vit fegnir hava lív í sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, nú tað er avgjørt at leiga økið á Sundi til Tórshavnar Skipasmiðju, sum aftur hevur gjørt samstarvsavtalu við skotska felagið ASCo um at gera Sund út til útgerðarhavn.
Leivur Hansen heldur ikki, at ætlanin á Sundi nýtist at seta nakrar forðingar fyri ætlanunum hjá suðringum at brúka Drelnes til oljuútgerðarhavn. Í síðsta enda verða tað oljufeløgini, sum gera av, hvørja havn tey vilja brúka sigur hann og leggur aftrat, at politikararnir eiga ikki at leggja seg út í spurningin, hvar ein útgerðarhavn skal liggja.
Býráðsformaðurin í landsins størstu kommunu sær stórar møguleikar í verkætlanini á Sundi. Hann vísir m.a. til stóra goymslubygningin, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur á Sandvíkahjalla og sum hóskar væl inn í myndina í sambandi við eina oljuútgerðarhavn.
Hann vísir annars á, at um so er, at oljufeløgini ella oljusamtøkini heldur velja at brúka Drelnes í sambandi við eina fyrstu útbjóðing, so nýtist hetta ikki at merkja, at verkætlanin á Sundi harfyri dettur niðurfyri. Tá eru so aftur møguleikar í sambandi við eina næstu, triðju osfr. útbjóðingarrundu. Hann leggur aftrat, at tá rundan kemur, so fara feløgini at biðja um tilboð, og tá má tað vera rætt, at tað eru fleiri, sum kunnu geva slík - heldur enn at politikararnir skulu til at skapa eina monopolstøðu. -Tað kann ikki vera rætt, at eitt einstakt felag skal hava einkarrætt til at hava út-gerðarstøð í Føroyum.
Sjálvur roknar hann við, út frá teimum úttalilsum, sum teir hava fingið frá oljufeløgum, at nógv feløg helst fara at brúka Sund longu frá byrjan. -Fleiri umboð fyri oljufeløg, sum hava verið á Sundi, siga bart út, at Sund er sera væl egnað til útgerðarhavn.
Leivur Hansen er annars væl greiður yvir, at tað snýr seg ikki um her og nú at gera stórar íløgur í útgerðarhavn. At hesar longu eru gjørdar á Sundi heldur hann vera ein fyrimun, men hinvegin ganga tað helst fleiri ár, áðrenn vit fara at tosa um víðari íløgur, og tí heldur hann tað eisini vera umráðandi at sláa kalt vatn í blóðið. Eingin orsøk er til øsing ella stríð um nakað, sum enn liggur nakað frammi í tíðini.
Býráðsformaðurin vísir annars til orðaskiftið um kolvetnislógina. Tá var m.a. sagt, at vit eiga at royna at fyribyrgja óneyðugum út-byggingaríløgum. -Inni á Sundi liggur ein íløga uppá 55 mill. kr. sum Tórshavnar Kommuna hevur goldið einsamøll. Á Drelnesi liggur eitt havnalag, sum landið hevur goldið meginpartin av, og tað skal útbyggjast fyri 50 mill. kr. umframt at ein nýggj samferðsluhavn skal gerast á Tvøroyri, og sum landið eisini skal gjalda. Tað er eftir mínum høvdi fullkomiliga burturvið.
Tað, sum skal gerast á Sundi aftrat, eru bert smápengar, og so er klárt at fara í gongd.
Sund sera sentralt
Hvat viðvíkur grundgevingunum um longri siglingartíðina á Sund so heldur Leivur Hansen ikki, at tær eru góðar nokk. -Tað verða kanska bara einir tveir, tríggir pallar frá byrjan, og tí koma útgerðarskipini at hava fleiri ?deyðar? periodur, og tá kunnu tey einsvæl liggja á Tvøroyri, sum at fara útaftur.
Verandi infrastrukturur kring Havnina er so mikið væl útbygdur, at Leivur Hansen metir hetta sum eitt gott argument fyri at hava eitt slíkt virksemi á Sundi. Øll ferðsla til og frá Havnini gongur henda vegin, og skjótt er at koma frá flogvøllinum á Sund heldur enn at skula fara til Suðuroyar. Her liggja stovnar og tænastufyritøkur. Her er alt.
Leivur Hansen heldur, at tað skulu gerast ovurstórar íløgur í Suðuroynni fyri at kunna brúka Drelnes til útgerðarhavn. Hann heldur somuleiðis, at tað er skeivt at brúka málið um útgerðarhavn sum amboð til at menna Suðuroynna. Hetta má gerast uppá aðrar mátar.
Býráðsformaðurin heldur, at vit mugu læra av mistøkunum frá 80-unum um skilaleysar íløgur. -Hava vit ikki lært av tí og fara undir at gera samfelagsligar skilagóðar íløgur, so enda vit skjótt aftur í tí sama.
Hann vísir á, at ringvirkningarnir av skilagóðum íløgum í miðstaðarøkinum koma øllum landinum til góða, eisini Suðuroynni. Tí fara tær íløgurnar, sum verða gjørdar her, nógv skjótari at gagna øllum samfelagnum enn íløgur gjørdar í Suðuroy.
-Latið okkum nú lata vinnuna sjálva gera av, hvar hon vil etablera seg og latið okkum forða fyri, at tað ikki verða gjørdar dupultíløgur kring landið.
Leivur Hansen vísir á, at fólk ynskja at flyta til Havnar, og eru tey vælkomin. -Men vit mugu so syrgja fyri, at tey hava nakað at takast við. Tað liggur líka stórt trýst á okkum at fáa arbeiði til fólk, sum tað liggur á øðrum kommunum.
Býráðsformaðurin í Havn sigur seg vera vónsviknan av, at Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, skal vera so negativur móti Havnini.
-Veruleikin er tann, at Tórshavnar kommuna og hinar kommurnar í Býar-felagnum hava víst eitt stórt forstáilsi fyri trupulleikunum hjá hinum kommununum og ein veldugan vilja til at hjálpa teimum burtur úr hesum trupulleikum.
Men tað er líkasum, at tann, sum hevur brúk fyri hesi hjálpini, ger minst við at finna eina loysn. Teir tosa bara um at skarva av skuldini. Tað slepst ikki uttan um, at Tvøroyrar kommuna hevur eina skuld uppá 165 mill. kr. og teir hava eina ársinntøku uppá 30 mill. kr. Tvs. at teir skylda millum 5-6 álíkningar, og tað er eingin annar enn teir sjálvur, sum hava skylduna av tí. Men vit hava víst stóran vilja til at hjálpa og tí er tað harmuligt at síggja býráðsformannin leggja eftir Havnini.
Leivur Hansen sigur, at Havnin ger nakað fyri at skapa karmar fyri útflutningsvinnuni, m.a. verða stórar útbyggingar gjørdar á havnaøkinum, sum kunnu gagna fiskivinnuni.
-Tá vit so fáa økt útflutningsvirðið á fiskivinnuøkinum, so gremja aðrir seg um, at vit nú drepa alt fyritakssemi uttan fyri Havnina.
-Nú tá hetta kann fáa stóran týdning fyri Suðuroynni at fáa eina útgerðarhavn, hví so ikki lata teir hava hana?
-Tað er ein fyritøka í Havn og haraftrat ein føroysk fyritøka, sum spyr Tórshavnar Býráð um hon kann leiga eitt øki til útgerðarhavn. Vit halda, at tað er sjálvsagt, at vit fara inn og stuðla einum føroyskum felag á henda hátt.