stórir, ein álendsk sjónvarpsstøð er, men hendan sendir bert av og á, tí eru fólk ikki von at hyggja eftir henni. Í Álandi tosa fólk svenskt og tí hyggja tey, mest eftir svenskum og finsk/svenskum sjónvarpi [...] broytingar mugu gerast, tí føroyski og álendski tónleikapallurin eru ikki líka. Í Álandi búgva 26.000 fólk, og umleið 5 fløgur av svingandi góðsku koma út um árið. Hetta er væl minnið enn í Føroyum. Eingi [...] førleikan ella útgerðina til at framleiða eina tílíka sending, og tí verður støðin noydd at leiga fólk og útgerð uttanifrá. Men Ulrika er sannførd um, at hetta nokk skal lukkast. Útlendsk nøvn og útlendskir
Ein improviseraður pallur má setast á gólvi í høllini. Eitt tjald verður hongt frammanfyri, og so mugu fólk bara fáa sum frægast burturúr. Alt, sum hendir handan tjøldini, fer beinleiðis út til áskoðararnar [...] stuttum um ein ævintýrleik, ið snýr seg um at fáa ein dreka, sum hevur ringt seg kring býin, burtur. Fólk eru avbyrgd og troytt av hesi forðingini fyri sambandi við umheimin. Vága Sjónleikararfelag sýnir [...] gentur at leika, tí dreingir fingust ikki. Men í aðrar mátar tykist ikki nakar trupulleiki at fáa fólk til allar leiklutirnar. Onkur teirra hevur tveir leikarar, sum skiftast annaðhvørt kvøld, leikt verður
Føroyum. Men tað gekk ikki so væl, sum tey vónaðu, og tí varð roynt í Danmark. Ingeborg Vinther sigur, at tað var skjótt greitt, at bæði í prísi og tænastu var danska felagið nógv betri kappingarført, enn [...] sipar til, er at Landsstýrið regluliga rindar løn til fólk, hvørs fakfeløg hava danskar eftirlønartryggingar. Ingeborg Vinther vísir millum annað til fólk, sum arbeiða innan sjúkrahúsverkið. Av Almanna- og [...] arviðurskifti. Tá Føroya Arbeiðarafelag fer at hava aðalfund í døgunum 24. og 25. mars, koma tvey fólk frá danska tryggingarfelagnum til Føroya at greiða aðalfundinum frá avtaluni. Somuleiðis fer at bera
fótinum rættiliga tíðliga. Hon hevði trupulleikar frammanundan, og tað bleiv nógv verri meðan hon rann, men hon er so tvør, so eisini hon stríddi seg á mál, greiðir Regin frá. Tær báðar systarnar Súsanna [...] sínum verið virkin í ítróttini innan judo, skjóting, rógving og so framvegis. Teimum dáma avbjóðingar – og at bjóða hvørjum øðrum av. So við búkinum fullum av røstum kjøti, sum foreldrini Eyðgerð og Magnus [...] bólk á Facebook, har allir teinar og tíðir hjá teimum vóru lagdar út, so tey kundu fylgja við gongdini hjá hvør øðrum. - Her høvdu vit so eisini eina lítla kapping koyrandi, um hvør av okkum kláraði at renna
hvørjum stigi fótbólturin í næstbestu deildini er, so er hugurin hjá Høgna Madsen góður til at royna okkurt nýtt. – Eg eri opin fyri øllum beint nú, og fari so at royna meg. Eisini fyri at kanna nærri hvørjum [...] Høgni verður fyribils burturstaddur í tvær vikur og kannar so teir møguleikar, sum eru. Skal miðvallarin spæla í maltesisku Premier League, so verður tað sum amatørur, tí hann framvegis hevur sáttmála [...] liggur í ÍF. – Eg venji við onkrum feløgum her næstu tvær vikurnar og taki so eina avgerð tá,. Eg havi eitt gott samstarv við ÍF, so har er alt í ordan við tí, sigur Høgni Madsen úr Malta. Heitt á Malta Tað
sparing upp á 1,4 millión. – Taka vit donsk tøl og leggja tey til føroysk viðurskifti, so merkir fótarøktin, at eini fýra fólk sleppa undan at missa ein gongulim, tí tey fáa fótarøkt, sigur Kristianna Rein. Víðari [...] ikki heldur. – Um tey siga, at tað er kosmetisk viðger, so er tað púra skeivt. Hetta er fyribyrgjandi viðger, sum ger lívið hjá diabetikarum nógv lættari. Tó eru tað helst ikki heili fýra amputatiónir, [...] vístar aðrastaðni. So tað er heilt víst, at hesar møguligur skerjingar eru øgiliga keðiligar, sigur Jens Andreasen. Ikki spurd Uppskotið um at skerja stuðulin til fótarøkt er ikki komið so langt, men hoyr
og fríari ræsur, enn so mong vilja, heldur enn at hálv- og heilkriminalisera hana. Hon er krumtappurin, sum virkar fyri vøkstri! Lagnan hjá eini sitandi samgongu verður altíð av so mongum dømd máttleys [...] letur seg fremja í verki. So er bara ikki! Veruleikin í dag er, at politikarin ikki stýrir upp- og niðurgongdum í vinnuni og soleiðis hevur tað helst altíð verið! Meðan nógv verður tosað um at fáa øll [...] høvundum, sum alt meiri leggja lunnar undir okkara negativa tíðindaflutning, havi nevnt tað fleiri ferðir, so er hetta bara nakað eitt lítið smáborgarligt samfelag helst áhaldandi noyðist at liva við. Men eggjandi
hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu [...] Leygardagin kom so næstbesta liðið hjá B36 á vitjan, og her var eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum. Talan gjørdist nevnliga um ein tryggan 4-1 sigur, og hóast B36 í løtum var væl við, so mundi sigurin [...] sigurin sum so vera í lagi. Heimaliðið hevði betra spælið meginpartin av fyrra hálvleiki, og teir fingu eisini tvey mál, sum Jón Sigurd Gleðisheygg og Knút Vesturtún stóðu fyri. Tað fyrra eftir innlegg úr vinstru
heimleys burtur av Skansanum. Gera vit mótstøðu, so enda vit á støðini og fáa bót dagin eftir. Vit eru heldur ikki so fá heimleys í Havnini. Eg kenni eini 50 fólk, sum javnan búgva úti Vónbrotin av heimbygdini [...] ikki passaði inn í ta føroyska samfelagið. Hann er ikki nógv broyttur síðan tá, uttan at ein nýggj greflig skruða prýðir høgu pannuna. -Eg var so óheppin eina náttina, eg svav úti, at eg datt av bonkinum [...] Landnyrðingurin liggur so tráður yvir Havnina við regni, vindi og kulda mánamorgun og Martin Eliassen, 59 ára gamal, ættaður úr Klaksvík, er framvegis heimleysur í vælferðarsamfelagnum Føroyar ár 2000
begávilsini hjá Óla Breckmann. Var tað ikki nógv betur, at ein rødd, sum kanska ikki var so málsliga væl fyri, sum Óli heldur sína vera í mun til aðrar, og sjálvt um hon so var á gøtudonskum, hevði torað at tala [...] harra Heini O Heinesen, sum skulu avgera, um vit skulu hava loysing ella ei. Hesa avgerð eigur Føroya fólk og Føroya Løgting einsamalt. Tað skulu ikki danskir politikarar spyrjast um, tvørturímóti. Stoltar [...] at tað var ein ST-samtykt frá 1960, sum álegði Danmark at hjálpa føroyingum við loysingin. Tað er so rímiligt, at danski skattgjaldarin skal fíggja okkara loysing, soleiðis at eingin føroyingur aftur