Fimm systkin runnu marathon

Eftir at hava fylt búkin við røstum kjøti 2. jólakvøld í fjør, sótu tey fimm systkini, Súsanna, Jóhanna, Ragnar, Regin og Fríða við Streym og bjóðaðu hvørjum øðrum av. Eitt marathon skuldi rennast í heyst – og hetta gjøgnumførdu øll fimm í Berlin í gjár

2. jólakvøld í fjør hittust systkini við Streym í barndómsheiminum við Norðskála. Tað er langt í millum, at tey soleiðis eru savnaði, tí onkur býr í Pólandi og onkur í Danmark, meðan hini búgva í Føroyum.
Øll eru tey virkin ítróttarfólk, og hava tey hvør í sínum verið virkin í ítróttini innan judo, skjóting, rógving og so framvegis. Teimum dáma avbjóðingar – og at bjóða hvørjum øðrum av. So við búkinum fullum av røstum kjøti, sum foreldrini Eyðgerð og Magnus borðreiddi við, avráddu fimm av teimum sjey systkinum, at eitt marathon skuldi rennast.

Skuldu fullføra
- Tað einasta, sum vit øll veruliga vildu var, at vit øll kláraðu at gjøgnumføra. At øll fóru at megna at leggja teir góðu 42 kilometrarnar afturum okkum, og tað eydnaðist í Berlin í gjár. Tað er fantastiskt, sigur Regin við Streym.
Hann hevur ongantíð áður runnið eitt maraton. Tað hava Fríða og Jóhanna heldur ikki. Ragnar og Súsanna hava bæði roynt tað áður, men nú hava tey fimm øll runnið eitt maraton.
Hetta hóast onkrir skaðar argaðu tey á teininum.
- Fríða fekk stórar trupulleikar við fótinum rættiliga tíðliga. Hon hevði trupulleikar frammanundan, og tað bleiv nógv verri meðan hon rann, men hon er so tvør, so eisini hon stríddi seg á mál, greiðir Regin frá.
Tær báðar systarnar Súsanna og Jóhanna skiftust um at fylgjast við henni stóran part av teininum, meðan brøðurnir báðir runnu frammanfyri.
- Ragnar og eg fylgdust á mál og høvdu tíðina 4 tímar og 16 minuttir. Tað eru vit nøgdir við, sigur Regin, áðrenn hann leggur aftrat.
- Ja, heimsmetið bleiv eisini sett meðan vit runnu. Ikki av okkum, men einum øðrum manni, sum var umleið dupult so skjótur sum vit báðir, fortelur Regin flennandi og sipar til, at Wilson Kipsang úr Kenya kom á mál við tíðini tveir tímar, tríggir minuttir og 38 sekund, sum er nýtt heimsmet.

Kappaðust innanhýsis
At tey systkini eru kappingarmenniskju burturav kom eisini til sjóndar í fyrireikingunum til marathonið. Sjálvandi skuldu øll vera væl fyri, og tey ynsktu eisini at stuðla og motivera hvønn annan. Tískil høvdu tey ein bólk á Facebook, har allir teinar og tíðir hjá teimum vóru lagdar út, so tey kundu fylgja við gongdini hjá hvør øðrum.
- Her høvdu vit so eisini eina lítla kapping koyrandi, um hvør av okkum kláraði at renna flestar kilometrar í fyrireikingini. Tá var Súsanna langt fremst við omanfyri 600 kilometrum, og vinningurin frá okkum systkinum var eitt par av renniskóm, fortelur Regin.

Avgerðin fellur 2. jólakvøld
Og fyrireikingarnar hava verið góðar hjá øllum fimm, tí øll komu á mál og fullførdu.
- Tað var fantastiskt at renna í Berlin. Tað var púra slætt allan vegin, fólk róptu og stuðlaðu og tónleikur var allastaðni. Ikki ti, tað var eisini sera strævið, heldur Regin fyri, sum saman við systkinum longu nú er farin at tosa um, hvør næsta avbjóðingin verður.
- Vit tosa um marathon í New York um tvey ár, men tað er bara prát. Kanska tann avgerðin verður tikin 2. jólakvøld, sigur Regin og flennir.
Hann kemur til Føroya í kvøld saman við Ragnar og Jóhannu, meðan Fríða fer aftur til Pólands og Súsanna til Danmarkar.

rolant@sosialurin.fo