EB/Streymur aftur fremst

2. deild: Hóast teir royna at leggja dent á, at teir í løtuni eru í fer við at byggja eitt nýtt lið upp, so er felagsliðið í eysturoynni millum heitastu boðini til beinleiðis uppflytingarplássið

EB/Streymur-B36 4-1

(2-0)


Tá tað fyri sjey árum síðani varð gjørt av, at EB og streymur skuldu leggja saman í eitt felag, gekk ikki long tíð, fyrr enn hetta gav úrslit.

Tað eydnaðist nevnliga beinan vegin hjá nýggja liðnum at flyta upp, men eftir steðgurin í bestu deildin ivar tó stuttur, og í 1995 var felagsliðið aftur at síggja í aðru deild.


Ringa byrjan

Síðani tá hava teir verið fastir fúsir í næstbestu deildini, og stríðið hevur snúð seg meira um at bjarga lívinum í deildini, heldur enn at tosa um uppflyting. Alfotast hevur hetta verið orsakað av eini vánaligari byrjan upp á árið, men hetta sær nú út til at vera broytt.

Felagsliðið hevur nevnliga fingið eina góða byrjan upp á árið, og í løtuni er teir á fremsta sessinum, tó at tað bert er málmunurin, sum heldur teir framman fyri TB.


Eingin ivi

Leygardagin kom so næstbesta liðið hjá B36 á vitjan, og her var eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum. Talan gjørdist nevnliga um ein tryggan 4-1 sigur, og hóast B36 í løtum var væl við, so mundi sigurin sum so vera í lagi.

Heimaliðið hevði betra spælið meginpartin av fyrra hálvleiki, og teir fingu eisini tvey mál, sum Jón Sigurd Gleðisheygg og Knút Vesturtún stóðu fyri. Tað fyrra eftir innlegg úr vinstru, meðan seinna var úrslit av einum langskoti, sum tók í verjuleikara á vegnum.

B36 hevði kanska yvivág í spæli í løtunum kring hálvleikssteðgin, men hóast teir høvdu nakrar naskar royndir, so fingu teir bert tað eina málið, sum Tórálvur Poulsen syrgdi fyri, tá hann sendi fríspark beinleiðis í málið.

Seinasta partin av dystinum var heimaliðið aftur omaná, og og tá fyrst Brian Jensen og síðani Finnbjørn Zachariassen sendu skot í netmeskarnar, var allur ivi um úrslitið ruddaður av vegnum.


Enda væl

Sum áðurnevnt, so hevur byrjanin hjá EB/Streymi verið betri enn vanligt í ár.

Megna teir eisini at hava eina eins góðu seinnu hálvu, sum teir vanliga hava, er einki at taka seg aftur í, at teir eru millum heitastu boðini til beinleiðis uppflytan, men áðrenn tað kemur so langt, standa ellivu strævnir dystir á skránni.


EB/Sttreymur-B36 4-1 (2-0)

1-0: Jón Sigurd Gleðisheygg

2-0: Knút Vesturtún

2-1: Tórálvur Poulsen

3-1: Brian Jensen

4-1: Finnbjørn Zachariassen.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.