Høgni Madsen roynur seg á Malta

Tað er ikki bara í feriuørindum, at miðvallarin er farin til Malta. Hann ætlar sær at finna eitt felag at spæla við

Høgni Madsen hevur havt eitt gott ár í Fuglafirði, har hann hevur verið ein týðandi partur av liðnum, sum í ár vann silvur heiðursmerki. Tað er besta úrslitið síðani 1979, tá ÍF vann landskappingina.
Tað er ikki óvanligt, at leikarar fara ein túr suðureftir, tá kappingin er komin at enda fyri at koma fyri seg aftur. Men ørindini hjá Høgna í Malta eru ikki bara hugni og vitja vinfólk.
– Eg fór til Malta at vitja ein góðan vinmann, ið hevur damu og barn her. So helt eg, at tað ljóðaði spennandi at finna útav hvussu fót­bóltsmentanin er her, sigur Høgni Madsen úr Malta.
Høgni Madsen hevur verið í sam­band við fleiri feløg í Malta og royndar­venur við onkrum av teimum.
– Eg royni bara at venja við ymisk­um feløgum her. Eg havi mill­um annað havt ein fund við eitt felag, ið spælir í bestu deildini, sigur mið­vallarin.
Talan er um Hibernians FC, sum í løtuni liggur á triðja plássi í maltes­isku Premier League.
– Har fari eg møguliga venja seinni i vikuni, greiður Høgni Madsen frá.
Sami kontaktpersónurin hevur eisini tryggjað føroyinginum møgu­leikan at venja við oddaliðnum í næstbestu deildini, Pieta Hotspurs FC.
– Ein umráðandi leikari hjá teim­um bleiv skaddur í síðstu viku, og teir vilja hava meg at koma og vísa meg fram, greiður Høgni Madsen frá.
Hóast tað er ógreitt hvørjum stigi fótbólturin í næstbestu deildini er, so er hugurin hjá Høgna Madsen góður til at royna okkurt nýtt.
– Eg eri opin fyri øllum beint nú, og fari so at royna meg. Eisini fyri at kanna nærri hvørjum stigi næst­besta deildin í Malta er á, sigur miðvallarin.

Klárur fyri ÍF í 2013
– Hetta er fyrst og fremst eitt upp­livilsi, sigur Høgni Madsen og vissar allar ÍF fjepparar um, at ætlanin er at koma aftur til ÍF áðrenn kapp­ingarbyrjarn næstan ár.
Høgni verður fyribils burtur­staddur í tvær vikur og kannar so teir møguleikar, sum eru. Skal mið­vallarin spæla í maltesisku Premier League, so verður tað sum amatørur, tí hann framvegis hevur sátt­mála við ÍF. Tað krevur eisini, at eitt møguligt felag í Malta kemur ásamt við ÍF um eina avtalu um flyting av spæliloyvi, sum liggur í ÍF.
– Eg venji við onkrum feløgum her næstu tvær vikurnar og taki so eina avgerð tá,. Eg havi eitt gott samstarv við ÍF, so har er alt í ordan við tí, sigur Høgni Madsen úr Malta.
Heitt á Malta
Tað er heitt á Malta og tað er ikki bara í veðrinum. Eisini áskoð­ar­arnir gera nógv burtur úr, tá granna­uppgerðir eru á skránni. Tað hevur Høgni Madsen sjálvur roynt at verið vitni til, tá hann fór dystin millum Valletta FC og Floriana.
– Eg havi longu hugt eftir tí størstu grannauppgerðini og stemn­ingurin var øgiligur. Tað vóru um 4.000 fólk, og tað var áhugavert at síggja hvussu tey sungu og dansaðu meðan dysturin var ígongd, sigur Høgni Madsen.
Føroyska landsliðið spældi í 1997 tvær ferðir móti Malta í HM 1998 undan­kappingini. Føroyar vann báðar dystirnar 2-1.