Tað ræður um at fáa drekan burtur

Vága Sjónleikarafelag sýnir í vikuni barnaleikin »Tann hási drekin« í skúlanum á Giljanesi, sum er danskur ævintýrleikur, ið týddur er til føroyskt

Talan er í stuttum um ein ævintýrleik, ið snýr seg um at fáa ein dreka, sum hevur ringt seg kring býin, burtur. Fólk eru avbyrgd og troytt av hesi forðingini fyri sambandi við umheimin.
Vága Sjónleikararfelag sýnir hesa vikuna ein barnaleik í fimleikarhøllini í skúlanum á Giljanesi. Talan er um barnaleikin »Tann hási drekin«, sum danin Benny Andersen hevur skrivað, og Dánjal Jákup Jørgensen í Miðvági hevur týtt til føroyskt. Leikurin verður sýndur hvørt kvøld hesa vikuna. Allar sýningarnar byrja klokkan 19.00.

Ringar umstøður
Umstøðurnar at spæla sjónleik í eini fimleikarhøll uttan fastan pall eru vánaligar. Tað merkir eisini framførsluna. Ein improviseraður pallur má setast á gólvi í høllini. Eitt tjald verður hongt frammanfyri, og so mugu fólk bara fáa sum frægast burturúr.
Alt, sum hendir handan tjøldini, fer beinleiðis út til áskoðararnar og kann soleiðis virka eitt sindur órógvandi. Og tá pallurin skal skiftast í steðginum, verður tað gjørt gjøgnum somu dyr, sum áskoðarar, ið fara at strekkja sær beinini, ganga út og inn ígjøgnum. Tað eru avgjørt ikki tær bestu umstøður at leika undir og staðfestir ein sera stóran tørv á einum rættiligum leikpalli í Vágum. Av tí, at eingin pallur er, hevur eisini verið vant í læntum hølum í einum virkisbygningi á havnarlagnum í Miðvági.
Hugurin at spæla sjónleik í Vágum er góður, hóast teimum væntar mannligar leikarar, sigur Marjun i Kálvalíð, sum hevur sett leikin um hása drekan upp. Tveir av høvuðleiklutunum eru tveir ungir dreingir, sum kortini neyðugt var at fáa tvær ungar gentur at leika, tí dreingir fingust ikki. Men í aðrar mátar tykist ikki nakar trupulleiki at fáa fólk til allar leiklutirnar. Onkur teirra hevur tveir leikarar, sum skiftast annaðhvørt kvøld, leikt verður.

Leikgongd
Vit koma beinleiðis inn á eina gøtu í býin, sum eftir sum skilst, sum leikurin líður, er kringsettur av einum dreka, sum ikki letur fólk fáa samband við umheimin. Vit eru í einum ævintýrleiki, sum ætlaður er børnum.
Ein løgreglumaður - sum ikki verður lýstur sum heimsins gløggasta menniskja - hevur trupulleikar av at fá einar tveir ungar kúllar undir lás og slá.
Tað gongur eitt sindur striltið at koma í gongd. Av einum barnaleiki at vera, tykist tað, sum byrjanin er ov trilvandi til, at tað fangar børnini beinanveg. Tað setir stór krøv til leikararnar, sum skulu spæla væl og nógv fyri at koma burtur úr tosinum, ið verður í meira lagi, tí pallmyndin skiftir einki.
Mikkjal politistur, sum Jóhan H. í Kálvalíð Jacbsen, leikar, royndi av øllum alvi at geva leikinum lív. Men tað dovnaði líkasum eitt sindur burtur av leiklutunum hjá teimum báððum kúllunum, sum ungu genturnar, Julia í Kálvalíð og Eyðbjørt Simonsen, tó kláraðu heilt væl. Men teirra leiklutur, hesin við líkasæla ungdóminum, sum einki tímir uttan at vera tvørur, taka líkasum eitt sindur av sprellinum úr leikmyndini.
Í seinna parti kemur meira lív í, tá vit hitta drekan, sum leikurin snýr seg um. Eitt neyðardýr, sum er upptornað og er vorðin hásur av at spræna eld, hvørja ferð onkur togar í halan á honum. Við tí úrsliti, at eldur kemur í fleiri hús í býnum.
Men við eini billast av vatnmelónum fær unga Karin hjálp øllum burtur úr hesum trupulleikanum. Drekin, sum hevur ringt seg kring býin, avtalar við Karina, at hann einaferð árliga skal koma eftir vatnmelónunum, og annars skal hann lata býin hava frið.
Ein eitt sindur øðrvísi drekasøga enn tann um prinsarnar á hvítum hestum, sum bjarga slottum og ungum prinsessum.
Men ein ung prinsessa var kortini at síggja á palli á Giljanesi hetta kvøldið, leikurin var frumsýndur.
Tað var Kristina Christoffersen, sum kom heilt væl frá leiklutinum sum Karin. Frí og óávirkað leikti hon sín leiklut, sum hon kortini skal skiftast við annan leikarar um annaðhvørt kvøld. Tó var hon eitt sindur óklár, tá sungið varð.
Leikararnir vóru í aðrar mátar klárir og hoyrdust væl. Tó var onkur, sum helst átti at lært tekstin eitt sindur betri, áðrenn farið varð á pallin. Kanska vóru eitt sindur av nervum uppi í hesa fyrstu ferðina, tey vóru á palli.
Okkurt skemtligt innslag var lagt inn í leikin eftir at hann er týddur av fyrstan tíð. Eitt nú varð borgarstjórin í drekabýnum allan vegin nevndur eftir borgarstjóranum í Miðvági.
Pallmyndin er klassisk, har leikararnir eru á eini gøtu í býnum og uttan fyri, har drekin liggur. Men eisini ákoðarin er við í leikinum á tann hátt, at allan vegin kring høllina er hesin stóri drekin málaður og liggur og ringir seg kring áskoðararnar.
Leikurin er í tveimum pørtum og varar við steðgi umleið fimm korter.