staðfest, at Tekniski skúlin og Handilsskúlin kosta 288 milliónir. So eru 103 milliónir eftir til Studentaskúlan. Álvaratos, nú má hetta ikki blíva »bomm fyri rest« politikkur, segði Katrin Dahl Jakobsen [...] Jakobsen. Hon segði seg sakna klokkuklárar mannagongdir og gjøgnumskygni í uppskotinum. Eisini fíltist hon á, at uppskotið innihelt eina fastsetta upphædd og so einki meir. - Onkuntíð er hetta komið fyri í Havnar [...] Havnar kommunu, men tá hava gjølligar metingar og neyv byggiskrá fyriligið framman undan, segði Katrin Dahl Jakobsen. Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Mikkjal Sørensen tóku undir við Katrini Dahl Jakobsen
Túsundavís av jødum. Dansandi og rópandi, meðan brennivínsfløskur ferðast millum hendur og munn. Árliga og traditiónsríka Purim høgtíðin verður hildin í Jerusalem í kvøld. Og tað merkir veitsla við stórum [...] Eisini rabbinararnir og ultraortodoksu jødarnir. Við síðum svørtum kyrtli, stórum hatti og skeggi og longum krúllum niður við oyrunum, soleiðis sum álagt er í 3. Mósebók, ganga teir og vála í heilaga býnum [...] virðum og lívshátti, og sum ynskir ortodoksan jødadóm, har piparið grør. Men í løtuni er parlamentariska maskinaríið skrúvað soleiðis saman, at ekstremistarnir hava víðar ræsur. Og tað vekir split og spenningar
sálarligt og kropsligt sikti. Og hóast Kristine Hestbech er prestur, og leggur dent á kristna boðskapin og innihaldið, er tað ongin loyna, at ein pílagrímsferð eisini er ein ferð út úr gerandislívinum og inn [...] Aleina og saman Tær báðar greiða frá, at á eini pílagrímsferð gongur tú ein langan túr saman við øðrum pílagrímum. Tit ganga allan dagin og hava mat og vatn við til ferðina. Um kvøldið verður etið og gist [...] nógv um at vera, og livir eitt sera útvent lív. Hetta ger, at vit sjáldan hava tíð til bara at vera og at kenna lívið, sigur hon. Og skoytir uppí, at pílagrímur merkir “fremmandur”, og pílagrímsferðin er
fo Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30: Morgunmøti og samstundis barnaansing. Kl. 12 er sunnudagsskúli og kl. 12.15 er møti. Virgar Hvidbro talar og John Færø syngur. Mánad. 7.-04.2008 Kl. 19: BeTwix [...] Leygardagur 5. apríl: kl. 9 Bønarløta og morgundrekka í Meinigheitshúsinum í Havn. Kl. 10 Ársfundir og orðaskifti (Øll eru vælkomin til tímarnar). 1. Stýris- og nevndararbeiði v. Kristian Davidsen, stjóri [...] manskvartett og Humble Cry Sunnudagur 6. apríl: 11 Gudstænasta við altargongd í Vesturkirkjuni Prædika: Niels J. Nielsen, trúb. Sangur: Bjartur Johannesen. Innsetan og forbøn fyri Margith og Sólbjørn Jensen
menniskjum fult frælsi at gera og trúgva, sum vit vilja, og av hesum kemur læran hjá Luther um tvær skipanir, skilnaðin millum tað verðsliga-potittiska og tað átrúnaðarliga, og av hesum koma vit eisini fram [...] trúgv og sannføring. Venda vit aftur til hesa friðaligu og demokratisku skipan, sleppa vit undan at hava ávísan flokk, sum heldur seg vera meira kristnan enn hini, og tá kunnu vit eisini siga eins og for [...] samvitsku. Slíkar grundgevingar halda ikki, og hava í hesum máli púra onga meining. Okkara sannføring og samvitska verður bara ávirka av, hvat vit sjálvi hugsa og gera, og als ikki av hvat onnur halda ella gera
tó sum á nálum og lurtaði í hálvanannan tíma uttan nakran stegð. Og mong hildu ondini, tá Al Gore staðfesti at bara tvey ídnaðarlond ikki høvdu undirskriva Kyoto avtaluna, nevniliga USA og Australia. - Men [...] etiskan trupulleika, staðfesti amerikanski gesturin og vísti á slavuhandil, manglandi kvinnurættindi, nazismu, apartheid og onnur líknandi stórmál. - Kom ikki og sig mær, at vit ikki kunnu loysa umhvørvistrupulleikan [...] europeiskar umhvørvisráðharrar um Kyoto og post-Kyoto, og Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, er farin til Svøríki á fund við norðurlendskar forsætismálaráðharrar um altjóðagerð og herundir eisini avbjóðingarnar frá
var tað Suez-kreppan og uppreisturin í Ungarn, ið kastaðu sínar skuggar yvir leikirnar. Egyptaland, Irak og Libanon noktaðu at luttaka orsaka av Suez-kreppuni, og Holland, Spania og Sveis noktaðu at taka [...] hildnir í grikska høvuðstaðnum, Athen, í 1896. Í Athen, og við teir næstu leikirnar í París í 1900 og Saint Louis USA í 1904 varð allur politikkur hildin burtur frá leikunum. Men tá leikirnir skuldu haldast [...] Amerikumenn hava hildið fast við hendan stolta siðin, og verður uttan iva ein endurtøka, tá olympisku leikirnir aftur verða í London í 2012. Politikkur, mótmæli og boykott hava javnan stungið hógvarnar undan hesi
koyritúri kring Havnina eftir Ringvegnum til Velbastaðar og Kirkjubøar, fyri síðani at koyra aftur til Havnar gjøgnum miðbýin og út eftir Strondvegnum og beinleiðis niðan í Hoyvíkar Kirkju, har gudstænastan [...] byrjar við eini MC-gudstænastu. Hesar hava fyrr verið hildnar í Vesturkirkjuni í Havn og Christianskirkjuni í Klaksvík, og hesuferð er so valið fallið á nýggju Hoyvíkar Kirkju. MC-tiltak í Hoydølum Frammanundan [...] n byrjar kl. 16.00. Gudstænastan Tað verður Sonja Klein, prestur, ið kemur at leiða gudstænastuna og Jógvan Fríðriksson, bispur, kemur at prædika. Umframt felags sálmasang, verður eisini skipað fyri s
H. J. Lohmann, helst prestur í Havn, og H. Jensen prestur á Sandi. Meinigheitin í Norðoyggjum reisti gravsteinin yvir hann í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Væl umtóktur prestur Hetta sigur nakað um, at [...] Ánirnar, tí hesin lá sjúkur av tyfus og væntaði at doyggja. Prestur vildi treyðugt fara, men noyddist. Gamli maðurin kom seg, men presturin var smittaður, gjørdist sjúkur og doyði. Nú var ikki annað at gera [...] Jensen og Wesenberg kendust úr Danmark, og hann gevur eisini sínum deyða vini sítt besta skoðsmál. Hann sigur millum annað, at ”det var en mild Aand, der boede i dette afsjælede Legeme, en stille og fredelig
vald. Tað ráddi tí um at brúka vit og skil og – fyrst og fremst – snildir. Høvuðsmálið hjá tí donsku stjórnini var fyri ein og hvønn prís at sleppa undan herseting og undan at gerast partur av bardaganum [...] dintil og arm, reyvin var blá og hovnað. Fólkatingsins Benjamin Og soleiðis varð Edward Mortensen, á mjúkum sjálvstýrisveingjum, í mai 1915 borin inn í tann danska ríkisdagin. Hann var 25 ár og tingsins [...] stjórnina, og m.a. menn sum Zahle og Scavenius. Edward vakti ans, tí at hann greidliga og reystliga dugdi at svara braneggjaðum donskum tinglimum sum eitt nú javnaðarmanninum H.P. Hansen úr Skive og rætta