OL
Olympisku leikirnir vóru á fyrsta sinni hildnir í grikska høvuðstaðnum, Athen, í 1896. Í Athen, og við teir næstu leikirnar í París í 1900 og Saint Louis USA í 1904 varð allur politikkur hildin burtur frá leikunum. Men tá leikirnir skuldu haldast í London í 1908, leyp tann fyrsta olympiska skriðan. Írsku ítróttarfólkini mótmæltu, at Bretland ikki vildi geva Írlandi sjálvstýri, og tey boykottaðu øll Olympisku Leikirnar í 1908. Eitt annað minni mótmæli hendi eisini við setanina, tá flaggberarnir hjá øllum londunum skuldu heilsa Edward 7. kongi Bretlands. Liðið hjá USA sýtti fyri at heilsa Bretlands kongi við at níga við flagginum. »Stars and Stripes skal ikki níga fyri nøkrum jørðiskum kongi!« vóru avgjørdu boðini hjá amerikanska liðleiðaranum. Amerikumenn hava hildið fast við hendan stolta siðin, og verður uttan iva ein endurtøka, tá olympisku leikirnir aftur verða í London í 2012. Politikkur, mótmæli og boykott hava javnan stungið hógvarnar undan hesi farnu 100 árini. Sum olympiski søgufrøðingurin, Tony Bijerk sigur so væl:
- Olympisku leikirnir eru eitt lætt mál fyri boykottum.
Onnur speireka við, at boykott burdi næstan verið skrásett, sum ein olympisk ítróttargrein.
Fasisman og OL
Olympisku leikirnir í Stokkhólmi í 1912, Antwerpen í 1920, Paris í 1924 og Amsterdam í 1928 blivu ikki so illa fongdir av politikki, men í 1932 stakk fasisman hógvarnar undan. Í 1932 vóru olympisku leikirnir hildnir í Los Angeles í USA í 1932, og tað gav ein hvøkk tá ein av teimum italsku ítróttarfólkunum heilsaði fjøldini við tí fasistisku heilsanini hjá Benito Mussolini á sigurspallinum. Hetta gjørdist bert eitt varskó, um hvat fór at henda í 1936. Tá var Týskland vertur, og leikirnir skuldu haldast í høvuðsstaðnum, Berlin. Týskland fekk vertsskapið tillutað áðrenn Adolf Hitler kom til valdið. Leikirnir í 1936 vóru gjøgnumsúrgaðir av politikki, og nasistarnir druknaðu OL í 1936 við sínari propagandu. Røddir vóru frammi, sum heittu á fólk um at boykotta leikirnar, og summi jødisk ítróttarfólk valdu at boykotta leikirnar í Berlin. Olympiski forsetin í USA, Avery Brundage skar ígjøgnum, og syrgdi fyri, at USA ikki boykottaði leikirnar í Berlin í 1936. Lagnunnar speisemi gjørdist kortini, at mest kenda ítróttarfólkið við leikirnar í 1936 gjørdist hin litti Jesse Owens, sum rann seg til 4 gullmerki. Hitler var í øðini, og rýmdi av leikvøllinum, áðrenn Jesse Owens skuldi hava gullmerki um hálsin.
Kalda Kríggið
Kalda kríggið legði sína køldu hond yvir leikirnar longu í 1952. Sovjetsamveldið tók lut, men teir sýttu sínum ítróttarfólkum at liggja nátt í Helsinki í Finnlandi, har summarleikirnir vóru hetta árið. Tey lendu um morgunin, tóku lut í sínari ítróttargrein, og so fóru tey yvir um aftur markið, so tey kundu liggja nátt ”røttu” megin markið. Láturligt, men satt! Josef Stalin livdi enn tá. Í 1956 vóru leikirnir hildnir í Melbourne, Australia. Tá var tað Suez-kreppan og uppreisturin í Ungarn, ið kastaðu sínar skuggar yvir leikirnar. Egyptaland, Irak og Libanon noktaðu at luttaka orsaka av Suez-kreppuni, og Holland, Spania og Sveis noktaðu at taka lut, tí Sovjetsamveldið hevði knúst fólkauppreisturin í Ungarn við hernaðarligum valdi. Olympisku leikirnir í Tokio, Japan vórðu boykottaðir av Indonesia og Norður-Korea, og tá bleiv Suður-Afrika stongt úti frá leikunum, orsakað av Apartheid-politikki teirra. Olympiski leikirnir í Mexico City í 1968 vóru hart raktir av mótmælum. 10 dagar áðrenn leikirnir byrjaðu, gingu eitt túsindatal av studentum mótmælisgongu í Mexico City. Mexikanski herurin steðgaði mótmælisgonguni við valdi, og drupu teir 200 studentar. Tveir av amerikonsku rennarunum, teir littu Tommy Smith og John Carlos lótu seg í ein svartan handska, og heilsaðu fjøldini við ”Black Power”-heilsuni á sigurspallinum. Teir blivu sendir heim við teirri grundgeving, at politiskar manifesteringar ikki eru loyvdar á einum olympiskum leikvølli, men mótmæli teirra (sí myndin) hevði stóra ávirkan á heimssamfelagið.
Vanlukkan í 1972
Størsta vanlukkan hendi í 1972, tá leikirnir vóru í Munchen í Vestur-Týsklandi. Palestinski yvirgangsbólkurin ”Svarti September” tók 11 ísraelsk ítróttarfólk, sum gíslar, og tey vóru øll myrd. Leikirnir steðgaðu upp, men so bleiv avgerð tikin, um at leikirnir skuldu halda fram. Tá leikirnir vóru í Montreal í Kanada í 1976 boykottaðu 26 afrikonsk lond leikirnar, tí Ný Sæland slapp at taka lut. Afrikanar meintu, at Ný Sæland átti at verið bannað frá at taka lut, tí teir høvdu leikt ein rugby-landsdyst ímóti Suður-Afrika. Tá leikirnir vóru í Moskva í 1980, vóru tað heili 62 lond við USA á odda, sum boykottaðu leikirnar orsaka av sovjetisku innrásini í Afghanistan. Tá leikirnir vóru í Los Angeles í 1984 hevndu kommunistisku londini seg, og øll uttan Rumenia boykottaðu leikirnar. Í 1988 vóru leikirnir í Seoul í Suður-Korea. Norður-Korea vóru firtnir um, at teir ikki vóru medvertir, og teir bóðu onnur lond boykotta leikirnar. Men tað gjørdist bara Kuba og Ethiopia, sum stuðlaðu Norður-Korea. Leikirnir í Barcelona vóru sera væleydnaðir, og øll lond tóku lut tá. Katalanska flaggið var at síggja alla staðni í Barcelona, og Juan Carlos kongur heilsaði fjøldini á katalanskum máli. Ein bumba brast við leikirnar í Atlanta, USA í 1996, men annars tóku øll lond lut. Olympisku leikirnir í Sidney, Avstralia verða mettir at verða teir bestu nakrantíð. Leikirnir í Athen, Grikkalandi í 2004 gingu eisini væl. Men hesar síðstu vikurnar hava boðað frá, at stórur vandi er fyri, at olympisku leikirnir í Beijing ikki verða millum teir bestu og væleydnaðu. Tibetanarar og stuðlar teirra hava sanniliga fingið staðfest sína støðu síðstu vikurnar, og fara at gera tað enn meiri, sum leikirnir í Beijing nærkast.
Mynd: Mótmæli
Boðini eru greið. Tibet skal verða frælst, áðrenn nakrar olympiskir leikir verða hildnir
Mynd: polfoto/PA
Mynd: Black Power
Mynd: Polfoto/DPA