Tá Føroyar vaknaðu

Tað sást kanska ikki á stóru bilparkini rundan um Norðurlandahúsi, men inni í grastakta húsinum tókstist bæði vinnulívsfólk og politikarar hugtikin av grøna boðskapinum hjá Al Gore og hinum fyrilestrahaldarunum

Fyrrverandi ameriksanski varaforsetin, Al Gore, brúkti myndir á stórskerimi fyri at sjónliggera sín boðskap. Myndir av ísi, sum var horvin, turki sum oyðilegði heil samfeløg og stabbamyndir, sum staðfestu, at mannaskapt dálking er høvðusorsøkin til  at CO2 útlátið er vorðið so stórt, at alt lív í heiminum er hótt.

Fleiri kendu boðskapin frá Oskar heiðraða filminum, men allur salurin sat tó sum á nálum og lurtaði í hálvanannan tíma uttan nakran stegð. Og mong hildu ondini, tá Al Gore staðfesti at bara tvey ídnaðarlond ikki høvdu undirskriva Kyoto avtaluna, nevniliga USA og Australia.

- Men nú hevur nýggja stjórnin í Australia skrivað undir, so nú er bara USA eftir, segði fyrrverandi amerikanski varaforsetin.

- Og so sjálvandi eisini Føroyar, legði hann afturat, meðan áhoyrarnir krympaður tær.

Grundin til at lond sum USA og Føroyar ikki hava undirskrivað sáttmálan er einans ein spurningur um manglandi politiskan vilja, staðfesti fyrrverandi amerikanski varaforsetin.

– Men í einum fríum landi, er politiski viljin  “a renewable resource” ella eitt tilfeingi, sum kann endurnýggjast, sum Al Gore málbar seg. Og tá fólkið ynskir broytingar, eru politikarar noyddir at fylgja eftir.

Umhvørvið er ein etiskur trupulleiki, og søgan hevur víst, at mennisku eru før fyri at loysa stór vandamál, tá vit lata eyguni upp fyri at talan er um ein etiskan trupulleika, staðfesti amerikanski gesturin og vísti á slavuhandil, manglandi kvinnurættindi, nazismu, apartheid og onnur líknandi stórmál.

- Kom ikki og sig mær, at vit ikki kunnu loysa umhvørvistrupulleikan, tá vit eru før fyri at seta fólk á mánan, segði umhvørvistalsmaðurin


Landsstýrið í altjóða samstarvi

Kjartan Hoydal, leiðari av ráðstevnuni, fegnaðist í vælkomsttalu sínari um, at Føroyar við TACC verða partur av altjóða stríðnum ímóti umhvørvisdálking. Og meðan vinnulívið dróg altjóða serfrøðingar til Føroya, leita føroyskir politikarar út í heim.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum er í dag í Keypmannahavn á fundi við europeiskar umhvørvisráðharrar um Kyoto og post-Kyoto, og Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, er farin til Svøríki á fund við norðurlendskar forsætismálaráðharrar um altjóðagerð og herundir eisini avbjóðingarnar frá umhvørvisdálking.

- Vit mugu gera okkara til, at vit fáa tað neyðuga trúviriði í slíkum samráðingum, segði Helena Dam á Neystabø í práti við Sosialin.

- Og tað gera vit bara við at gera nakað ítøkiligt fyri at verja umhvørvi. Vit eru noydd at koma frá hugskotunum til veruligan politik, helt landsstýriskvinnan.


Fíggjarmálaráðharri jaligur

Veruligur politikkur krevur fígging. Og landsstýriskvinnan í lógarmálum, staðfesti, at vit eru noydd at raðfesta umhvørvið høgt í mun til landsskassan.

Maðurin á landskassanum, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, var eisini á ráðstevnuni, og hann var eisini hugtikin av stórsligna tiltakinum og helt avgjørt, at politikarar mugu taka umhvøvisvandan í álvara.

- Sum samgonga hava vit avgjørt at taka hetta umhvørvisspurningin seriøst og gera neyðug átøk, staðfesti fíggjarmálaráðharrin.

Spurdur um pengar verða settir av til at gera meira fyri umhvørvið á fíggjarlógini í ár, sigur Karsten Hansen, at talan er um langtíðar ætlanir, sum fara at síggjast aftur fleiri ár fram, men eisini í ár verður umhvørvið raðfest á fíggjarlógini.

Helena Dam á Neystabø segði seg vóna, at ráðstevnan var ein útpurring, sum fekk varandi avleiðingar. Um hetta verður so, fer sjálvandi bara tíðin at vísa. Men bilkøirnar tykstust ikki styttri í morgun, tá fólk skundaðu sær til arbeiðis í hvør sínum bili.