Ikki bomm fyri rest

Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum fíltist á, at mannagongdin var hin øvugta í málinum um skúladepil í Marknagili - Hetta hevði ikki gingið í Havnar Kommunu. Har eru tey nógv meiri professionell enn so.

Soleiðis tók Katrin Dahl Jakobsen til, tá 1. viðgerð av uppskotinum um miðnámsskúladepil í Marknagili var fyri í tinginum. Hon vísti á, at mannagongdin var hin júst øvugta. Man átti at gera sær innihaldið greitt, áðrenn karmarnir vórðu bygdir.

- Tað er staðfest, at Tekniski skúlin og Handilsskúlin kosta 288 milliónir. So eru 103 milliónir eftir til Studentaskúlan. Álvaratos, nú má hetta ikki blíva »bomm fyri rest« politikkur, segði Katrin Dahl Jakobsen.

Hon segði seg sakna klokkuklárar mannagongdir og gjøgnumskygni í uppskotinum. Eisini fíltist hon á, at uppskotið innihelt eina fastsetta upphædd og so einki meir.

- Onkuntíð er hetta komið fyri í Havnar kommunu, men tá hava gjølligar metingar og neyv byggiskrá fyriligið framman undan, segði Katrin Dahl Jakobsen.

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og Mikkjal Sørensen tóku undir við Katrini Dahl Jakobsen í hennara atfinningum at uppskotinum.

Tað skal tó skoytast upp í, at Katrin Dahl Jakobsen fegnaðist hóast alt um, at uppskotið var komið og at nakað hendi í málinum.