Gulu Messias-fløggini ferðast aftur og fram sum fjøtraðir fuglar í svørtu náttarluftini. Harði hebraiski fólkatónleikurin doyvir oyruni. Sum sild í tunnu trokast tey undir opnum himni á torginum í miðbýnum. Túsundavís av jødum. Dansandi og rópandi, meðan brennivínsfløskur ferðast millum hendur og munn.
Árliga og traditiónsríka Purim høgtíðin verður hildin í Jerusalem í kvøld. Og tað merkir veitsla við stórum “V”. Høgtíðin, tá jødarnir minnast og hátíðarhalda, at jødiska fólkið varð bjargað undan Haman kongi, sum – eins og so nógvir aðrir leiðarar gjøgnum søguna – ætlaði at oyða jødiska fólkið, sum greitt verður frá í Esters bók.
Og í kvøld ballast tey, sum var seinasta løta teirra komin. Eisini rabbinararnir og ultraortodoksu jødarnir. Við síðum svørtum kyrtli, stórum hatti og skeggi og longum krúllum niður við oyrunum, soleiðis sum álagt er í 3. Mósebók, ganga teir og vála í heilaga býnum. Summir glaðir, blíðir og týðir. Aðrir við álvarsomum andlitsbrái.
Vit gera av at fara oman í Mea Shearim, gitni býlingurin hjá teimum ultraortodoksu og mest religiøsu jødunum í Ísrael. Koma gangandi eftir vegnum, sum leiðir okkum inn í økið, tá vit knappliga verða steðgað.
- No enter! No tourists! Get out! Tvey smøl eygu, sum ikki meiri enn hómast millum hattin og stóra skeggið, stara hvassliga at okkum. Ein danskur prestur, sum býr í Jerusalem og vísir veg í kvøld, roynir trilvandi at greiða frá, at vit bert ætla inn at síggja, hvussu Purim verður hátíðarhildið her. Men har er einki at gera.
Ná, vit royna ein annan veg, og nú sær út til at rigga. Men bert nakrar fáar metrar oman brekkuna. Tí áðrenn vit vita av, verður illa luktandi vatn tveitt úr vindeygum og av altanum oman ímóti okkum! Vatn, sum sambært lokalum keldum verður tilgjørt at lukta illa og stendur klárt at tveita eftir óbodnum gestum, sum vága sær inn í Mea Shearim. Og so er løgreglan á staðnum.
- Please leave the area right now! They are very drunk and aggressive tonight, sigur ein vápnaður løgreglumaður. Blíður og týður, men við einum tóna, sum ikki letur iva vera um, at hann meinar tað, sum hann sigur. Út her og nú! Vit eru heilt einfalt óynskt í hjartanum á ortodoksu judaismuni. Og so verður farið oman aftur í miðbýin, har túsundavís av meiri vinaligum ísraelum framvegis beistast.
***
Hóast ein minniluti við einans tólv av 120 sessum í parlamentinum, so hava ultraortodoksu jødarnir stórt politiskt vald í Ísrael. Flokkur teirra, Shas flokkurin, er í løtuni tungan á parlamentarisku vágskálini, og hesum ger hann sær dælt av við dag og dagliga at hótta við at skrykkja grundarlagið undan stjórnini, um flokkurin ikki sleppur at trumfa síni hjartamál ígjøgnum. Hetta valskeiðið hevur tað eydnast Shas flokkinum at innføra sensur á alnótini, at tryggja rabbinsku dómstólunum víðkaðar heimildir í mun til almennu dómstólarnar og at fáa sersømdir í lag fyri lesandi á religiøsu Torah-skúlunum, so tey fáa styttri ella sleppa heilt undan hernaðarskyldu. Til mikla vreiði fyri restina av fólkinum.
Samstundis berjist flokkurin áhaldandi ímóti rættindum teirra samkyndu, og tá ein minni jarðskjálvti fyri stuttum rakti Ísrael, segði andaligi leiðarin í Shas, Rabbi Ovadia Yosef, at hetta var ein ávaring frá Gudi, tí samkynd framvegis hava rættin til at ættleiða í Ísrael (er retorikkurin til at kenna aftur?). Og so hevur flokkurin júst lagt uppskot fram um at skilja sundur menn og kvinnur í herinum fyri at fyribyrgja kynsligan ólevnað í “Guds heri”.
Ein røð av politiskum málum, sum restin av Ísrael hatar og elskar at hata. Ikki minst hedonistisku heidningarnir í heimstaði mínum, Tel Aviv, og øll tann sekulera og “modernaða” elitan framvið miðalhavsstrondini, sum ynskir at nærkast Evropa í virðum og lívshátti, og sum ynskir ortodoksan jødadóm, har piparið grør.
Men í løtuni er parlamentariska maskinaríið skrúvað soleiðis saman, at ekstremistarnir hava víðar ræsur. Og tað vekir split og spenningar í heimsins mest paradoksala, heterogena og samansetta landi. Tí hóast felagsnevnarin er heitið “jødi”, so havi eg eftir tveimum mánaðum funnið útav, at tað at vera jødi hevur túsund ymiskar týdningar og finst í øllum politiskum og átrúnaðarligum litum.
So, um Sjúrður, Annita, John og aðrir liberalir politikarar í teirra stilla sinni ikki eru so fegin um, at tríggir kalar í Miðflokkinum eru tungan á parlamentarisku vágskálini komandi fýra árini í Føroyum, so skulu tit bara ringja til ísraelska forsætisráðharran Ehud Olmert. Hann veit alt um støðuna.
heini_skorini@yahoo.com