Tað er vorðin føst siðvenja, at MC-árið byrjar við eini MC-gudstænastu. Hesar hava fyrr verið hildnar í Vesturkirkjuni í Havn og Christianskirkjuni í Klaksvík, og hesuferð er so valið fallið á nýggju Hoyvíkar Kirkju.
MC-tiltak í Hoydølum
Frammanundan gudstænastuni hittast MC-fólk úr øllum landinum til eitt MC-tiltak, ið byrjar uppi við Studentaskúlan í Hoydølum kl. 12.00, har ymiskt undirhald, grill og annar hugni verður. Eisini er neyðugt, at tað sosiala umhvørvið verður hildið, so fólk fáa hugnað sær saman, áðrenn ein felags koyritúrur verður fyriskipaður.
Felags koyritúrur
Kl.15.00 er ætlanin at skipa fyri felags koyritúri kring Havnina eftir Ringvegnum til Velbastaðar og Kirkjubøar, fyri síðani at koyra aftur til Havnar gjøgnum miðbýin og út eftir Strondvegnum og beinleiðis niðan í Hoyvíkar Kirkju, har gudstænastan byrjar kl. 16.00.
Gudstænastan
Tað verður Sonja Klein, prestur, ið kemur at leiða gudstænastuna og Jógvan Fríðriksson, bispur, kemur at prædika. Umframt felags sálmasang, verður eisini skipað fyri sangluttøku, har t.d. Sólva Ford saman við bólki kemur at framføra 2 sangir. Guitarspælarin Ragnar Olsen kemur at framføra klassiskt guritaspæl, og Mirjam Carlsen og Kristian Ludvík Dam koma at syngja ein sang, sum er týddur úr norskum.
Talvan gongur
Avtalað er, at talvan gongur til frama fyri nýggja útgávu av tí Albansku Biker-Bíliuni, sum eftir ætlan skal deilast út, í samband við ferð, sum teir kristiligu klubbarnir í Europa skipa fyri fyrst í august mánað í ár. 10.000 eintøk verða borin út t.d. til fongsul, MC-klubbar og fólk úti á gøtunum. Vitjað verður í høvuðsstaðnum Tirana.
Gudstænastan er almenn og eru øll hjartaliga vælkomin.
Tað er felagið Cross-Bikers MC Føroyar, ið skipar fyri degnum sum heild. Meiri finnist at lesa á heimasíðuni: www.cross-bikers.com