Hanus Kamban
------------
Wilhelm II spælir høgt spæl
Tað var helst í roynd og veru eitt Griff nach der Weltmacht, sum heitið á einum gitnum verki frá 1961, eftir týska søgufrøðingin Fritz Fischer, boðar frá. Neistin sum festi í bálið, plaga vit at siga, var tó morðið á tann eysturríkska trúnarvingin Franz Ferdinand og konu hansara í Sarajevo tann 28. juni 1914. Eysturríki-Ungarn setti serbum órímiliga hørð krøv, og russar styðjaðu sínar serbisku brøður.
Og eftir fáum vikum stóðu tær báðar samgongurnar, Ententan (Russland, Frakland og Bretland) og Alliansan (Týskland og Eysturríki-Ungarn) hvør yvir av øðrum í bardaga.
Ikki tí, ofta upp ígjøgnum 20. øld hevur verið peikað á meira abstraktar ella yvirskipaðar orsakir, eitt nú stríð um ráevnir ella hjálond. Nútíðar søguvísindir vísa tó ofta á ein høvuðsíbirtara: keisararíkið Týskland, har Hohenzollern-ættin ráddi. Landið hevði, eftir at Bismarck var farin frá, ført ein vinglutan og amatørkendan uttanríkispolitikk, ikki røkt tann samgonguvilja yvir av øllum pørtum (uttan Fraklandi), sum Bismarck legði so stóran dent á, og við at byggja upp ein stóran herflota ørkymlað Bretland.
Schlieffen-ætlanin
Høvuðstrupulleikin hjá Týsklandi var, at ríkið lá gyrt inni millum tvey stórveldir. So var tað góða grannalagið ikki røkt, var bara ein møguleiki eftir: kríggj. Men at føra kríggj á tveimum hermótum samstundis var torført, kanska ómøguligt.
Longu meira enn 10 ár fyri kríggið lá tí ein ætlan á borðinum í Berlin, nevnd Schlieffen-ætlanin, sum miðaði ímóti, at týskurin skuldi yvirkoma at leggja Frakland undir seg so skjótt, at russar ikki fingu tíð at koma sínum vinum til hjálpar. Týskir herar skuldu við miklari ferð herja norður um Frakland og síðani hertaka París aftanífrá. Ætlanin hevði fingið sítt navn frá Adolf von Schlieffen, ið var týskur herleiðslustjóri frá 1891 til 1905.
So var bara eftir at snara sær á og berja Russland niður. Hetta var grundin til, at Wilhelm II, ein veikur og gávuleysur statsmaður, eggjaði Eysturríki-Ungarn til at øsa serbar og russar. Hann vildi hava kríggj, hann fekk kríggið, og heimssøgan var eftir tað broytt á kollveltandi hátt.
Danmark var í hesi støðu sum lús ímillum tvær negl. Sæð úr Týsklandi var tað bara ein lítil, fløt hálvoyggj og nakrar pannukakuoyggjar, sum kanska bara áttu at verið innlimaðar í Das Reich. Men landið var samstundis í tí hepnu støðu at vera stýrt av eini stjórn, sum skaraði framúr til vit og dugnaskap, kanska tí bestu, sum landið nakrantíð hevur havt. Fyri uttanríkis- og verjupolitikkinum stóðu tveir gløggir rationalistar, ávikavist Erik Scavenius, royndur diplomatur við serligum kunnleika um Týskland, og Peter Munch, radikalur politikari og virdur søgufrøðingur.
Vinarligur neutralitetur
Í stuttum kunnu vit um teirra politikk siga, at hann minnir um atburðin hjá Odysseusi í hellinum hjá tí einoygda risanum Polyfemos. Líkasum Odysseus hevði Danmark yvir av einum ovursterkum mótríki einki vald. Tað ráddi tí um at brúka vit og skil og – fyrst og fremst – snildir.
Høvuðsmálið hjá tí donsku stjórnini var fyri ein og hvønn prís at sleppa undan herseting og undan at gerast partur av bardaganum. Tað ráddi tí um at fáa Wilhelm II – alias Polyfemos – at halda, at Danmark var ein vinur. Scavenius og Munch evnaðu tí til ein politikk, sum kann rópast vinarligur neutralitetur.
Men støðan var fløktari, tí tað ráddi eisini um, at bretar skiltu Danmarkar viðkvæmu støðu, og at Bretland helt Danmark vera eitt vinarland. Danmark skuldi tæna tveimum harrum við líka stórum kærleika. Tað heilt merkiliga er, at hetta lukkaðist. Danir drivu í krígsárunum handil bæði við Týskland og Bretland (sum frá leið tó nógv meira við Týskland), og royndu annars at gera seg ósjónligar. Um Suðurslesvík var, óneyðugt at siga, ikki ønt eitt orð. Ein týðandi leiklut, sum óalmennur ferðandi diplomatur, hevði hesi árini tann danski ØK-stjórin H.N. Andersen.
Føroyar
Var Danmark lítið, vóru Føroyar bara nakrar steinpirrur úti í Atlantshavinum, ella, sæddar við donskum eygum, nakrir hólmar, har sjófuglur og seyður helt til, grasvaksnar eystanfyri, á vestursíðunum berg, enni og hálsar blettað við lomvigaskræpu.
Íbúgvarnir á hesum hólmum vóru so merkiligr, at hóast teir ivaleyst bara búðu í kroysum ella hellum, vildu nakrir teirra hevja sítt ótelgda bygdamál upp til at vera mentanarmál. Úr hesi trá var sprottið eitt politiskt stríð millum samband og sjálvstýri, sum í huganum á fólki í oyggjunum rúgvaði væl meira upp enn bardagarnir við Verdun og Somme ella landgongan á Gallipoli-hálvoynni.
Embætismannavaldið
Tá ið kríggið byrjaði, var beiskleikin stórur millum sjálvstýrisfólk. Síðan 1906 hevði sambandið havt meiriluta á tingi. Tað bøtti ikki um støðuna, at fólksins ting bara hevði ráðgevandi vald, at tveir tinglimir, próstur og amtmaður, høvdu atkvøðurætt, hóast teir ikki vóru fólkavaldir, og at báðir um hetta mundið vóru sambandshallir.
Men tann beiskasti dropin var helst, at tann danska stjórnin, eftir ynski frá tingsins meiriluta, í januar 1912 hevði samtykt og sett í gildi eina lóg, har tað í grein sjey var ásett, at landsins undirvísingarmál var danskt, og at móðurmálið bara var eitt lægri hjálparamboð.
Tann litríki, ótroyttiligi og virtuost polemiski blaðstjórin Kristin í Geil rópti teir menn, sum tá stílaðu fyri í Føroyum, embætismannavaldið. Valdsins kongur var Svenning Rytter amtmaður, ein myndugur, dugnaligur, men eitt sindur turrisliga neyvur junkari. Hann var tingsins formaður og eitt slag av sambindingarliði millum stjórnina í Keypmannahavn og tingið. Tá ið kríggið byrjaði, var tað eitt høvuðsmál hjá sjálvstýrinum at reka embætismannavaldið og Rytter amtmann á dyr.
Tvøroyri
Minni enn eitt ár eftir krígsbyrjan kom ein riva í valdið hjá sambandinum. Fyri at skilja tað sum nú hendi, mugu vit gera eitt rend til Suðuroyar, til bygdina Tvøroyri, sum um hetta mundið, við meira enn 1000 íbúgvum, sjey stórvirkjum og o.u. fjøruti fiskiskipum, stóð í hægsta blóma sum fiskivinnupláss.
Um hetta mundið var tað triðja ættarliðið eftir Johan Mortensen, slóðbrótaran, vaksið upp og hevði fingið ávirkan. Ein av hansara abbasonum, Johan Mortensen, lærari, hevði í 1915 flotað ta reystligu og greidliga skrivaðu blaðskútuna Føroyatíðindi. Ein annar abbasonur, Edward Mortensen, var komin heim sum nýklaktur løgfrøðingur og hevði starvast eitt skifti sum sýslumaður.
Jóannes Patursson, sum hevði ásannað, at hann eftir øllum at døma ongan møguleika hevði fyri at koma aftur í danska ríkisdagin, vendi sær í 1915 til Edward og spurdi, um hann hevði hug at stilla upp til tað komandi fólkatingsvalið. Eftir nakað av umhugsan játtaði Edward at stilla upp uttanflokka.
Edward Mitens
Edward Mortensen (seinni Mitens) er ein sera áhugaverdur persónur í Føroya nýggjari søgu, og at hann ikki hevur fingið meiri umrøða av søgufrøðingum, er dømi um bara eitt av teimum mongu holum, vit duga so væl at víðka og varðveita. Tað er søgunnar spei, at hesin sprotin av einum ættarbuli, hvørs virkisfúsa meginumboð ráddi (sum rithøvundurin Martin Joensen tekur til) í sínum býi sum “høvuðsprestur í einum templi”, settur av “teirri alvísu forsjón”, steig fram í 1914 sum ein óvanliga modernaður, frísinnaður maður.
Hann tók sum ein tann fyrsti upp viðurskiftini hjá kvinnum og tørvin á yrkisfeløgum í teirri nýggju kapitalistisku tíðini, og hann bar longu um 1918-19 fram tankan um at stovna studentaskúla í Føroyum. Edward var enn við sítt fríska lív í mínum ungdómi, og tað var hugtakandi at hoyra hann, tá hann í okkara unga útvarpi sang Schubert á týskum við fylgispæli.
Hóast Edward Mortensen á vári 1915 stillaði upp til fólkatingsval uttanflokka, var hann í sínum hjarta ein modernaður sjálvstýrismaður. Hansara høvuðsmál var at fáa løgtingið demokratiserað, so at próstur og amtmaður fóru úr tinginum ella mistu sín atkvøðurætt. Eitt annað høvuðsmál var at fáa ásett, at føroyskt kom at vera undirvísingarmálið í skúlanum.
N.J. Mortensen hálsar um
Tað áhugaverda er, at Suðuroyggin tá var ein sambandsoyggj, og at báðar ættirnar hjá Edwardi, bæði Effersøe-fólkið og Mortensens-menninir, vóru stuðlar hjá sambandinum.
Skal ein trúgva søgufrøðinginum John F. West, so fekk Edward stuðul frá pápa sínum, Niels Juel Mortensen, tí at hesin útgerðarmaðurin og reiðarin var misnøgdur við gongdina í havnabyggingarætlanunum á Tvøroyri. Sóknarstýrið fór í 1913 undir eina ætlan um havnarbygging, fyritøkan Saabye & Lerche skuldi gera arbeiðið, og Ráðið fyri almenn Arbeiði í Danmark skuldi hava ábyrgdina.
Men henda ætlan kom í drag, og kanska var hetta, soleiðis sum West vil vera við, orsøkin til, at Edward fekk so dyggan stuðul har suðuri. Á valinum í mai 1915 fall Andrass Samuelsen, og Edward kom inn á fólkatingið. Tá var sigursrómur í sjálvstýrisleguni, tí, so tóktist, nú fór grundin undir embætismannavaldinum at ridla. Stívar tveir mánar seinni lýsti Hans Andrias stemningin, og serliga “kongsins” fall, í sínum gitna “Sambandsfalli”:
Ein bøllutur harri á gumpin datt
og kleimdi sín nýstrokna
hermans hatt,
mestan lorgnettin var klovnað.
Nakkin tók í ein gluggakarm,
har mundi hann brotið dintil
og arm,
reyvin var blá og hovnað.
Fólkatingsins Benjamin
Og soleiðis varð Edward Mortensen, á mjúkum sjálvstýrisveingjum, í mai 1915 borin inn í tann danska ríkisdagin. Hann var 25 ár og tingsins Benjamin, gløggur, vitandi, høviskur og ivaleyst nakað av einum verðinsmanni. Sum føroyskt umboð í eini vandatíð og sum ein fongur fyri tann radikala stjórnarflokkin, sum hann styðjaði, kom hann at hava væl av samskifti við stjórnina, og m.a. menn sum Zahle og Scavenius.
Edward vakti ans, tí at hann greidliga og reystliga dugdi at svara braneggjaðum donskum tinglimum sum eitt nú javnaðarmanninum H.P. Hansen úr Skive og rætta teirra misfatanir um føroysk viðurskiftir.
Hann kom eisini at fáa ein ávísan leiklut í einum máli ella einari gølu, sum í 1917 tók seg upp, og sum fekk navnið Adressumálið. Hetta mál kom, umframt í sjálvum sær at vera áhugavert, at fáa avleiðingar bæði fyri embætismannavaldið í Føroyum og fyri javnvágina millum samband og sjálvstýri. Um hetta mál skulu vit hoyra meira í næstu grein.