gerast meira altjóða sinnað, og tað vil Sjálvstýrisflokkurin eisini arbeiða fyri. Fyrst og fremst er tað samstarv og tænasta í arbeiðinum, sum vit føroyingar duga alt ov illa, og hetta er ikki nakað ein venur [...] nágreiniliga. Vit mugu skapa fortreytir fyri at: ?Røkja umhvørvi og fiskastovnar við tí endamáli at finna tað náttúrugivna burðarmarkið, og síðani brúka tað, hvørki meira ella minni. Ein stovnsrøktarpolitikkur [...] fyri enn, og kunning um nýtt tøkni. 3. Ávirkan á arbeiðsmentalitet bæði á arbeiðsfólki í øllum liðum. Serliga er tað tænastustøðið, hugsað verður um, tað at kunna líta á at uppgávur verða gjørdar til
Trupulleikin í dag er, at rokningin er so stór, at vit megna ikki at gjalda hana, og tí noyðast vit at fara til danir at samráðast um eina lagaliga afturgjaldsskipan. Alt tvassið um bankamál og ráðagerðir hevur [...] fiskaprísum og alt størri skuldarbinding kundi bara enda á ein hátt. Og ta søguna kenna vit væl. Tað hava verið og eru framvegis grundir til at rudda upp í føroyskum politikki. Hugurin at draga fram gamlar [...] bankaviðurskiftum. Sjálvstýrisflokkurin fer ikki til val fyri at rudda upp, nei, flokkurin vil heldur føra ein politikk, so at tað ikki skal gerast neyðugt at rudda upp í tíð og ótíð. Erhard Jacobsen
gerast so knortlutar, at ongin uttan tey, ið arbeiða við henni dagliga, duga at skilja hana. Politiska høgrarákið í ávísum løgtingsflokkum roynir aftur og aftur at bróta niður tað, sum aðrir við tógvið [...] vápn verða nýtt, og tí er sera umráðandi at fáa undirtøku fyri valskrá Tjóðveldifloksins um at fremja sosiala endurnýgging, sum ber í sær eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag við einfaldum, tryggum og góðum [...] føroyskum leisti. Aðalmálið eigur altíð at verða, at stuðulin ber í sær veruliga hjálp til at vinna á trongstøðuni sum skjótast. Fólkapensiónin skal hækka beinanvegin, og Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin styrkjast
nólsoying og suðurstreymoying meira enn nakað annað. Fyri tað fyrsta havi eg arbeitt í Havn næstan øll árini síðan 1979, og tað geri eg framvegis. Í øðrum lagi eigi eg hús og nógva familju í Nólsoy, og í triðja [...] her, eru so góðar, at fólk støðast, eisini tey ungu. Men fyrsta treytin fyri hesm er, at ferðafólkasambandið er gott, at fólk hevur arbeiði ? á staðnum ella nærhendis, at tey sjúku og gomlu kenna seg trygg [...] trygg við tær almennu skipanir, sum eru, tað veri seg við sjúkrarøkt og sjúkraflutningi. Tað hevur eisini stóran týdning, at havnaviðurskiftini eru góð, so at menn kunnu hava bátarnar liggjandi á sjónum
mugu ásanna, at vit í Føroyum liva í einum góðum samfelag. Vit hava tað gott materielt, men ikki øll hava eins góðar liviumstøður. Tað er bert so torført at fáa eyga á. Og kortini: bert tað, at fólk noyðast [...] áhuga fyri politikki, men av tí at tað ikki var loyvt trúboðaðarum í útlegd at virka politiskt, var tað serliga hetta sum gjørdi, at hon nú heldur seg hava tíð og umstøður at gera nakað við hetta. Trúboð [...] neyðugt, og at pensiónin hækkar, so at tey gomlu fáa sømiligari livikor. Hon hugsar eisini um tey menningartarnaðu og brekaðu, at hesi fáa høvi at búgva so nær familjuni sum til ber. At økispsykiatriin fær
høvi at svara aftur. Við at bjóða flokkunum at leggja fram, fyri síðani at skapa kjak um uppleggið hjá hvør øðrum, vóna vit at fáa ein áhugaverdan og meira livandi valfund, sigur Ivan Niclasen. Hesaferð [...] møguleikar at taka samanum í valstríðnum og at leggja upp til kjak millum flokkarnar, um tað, sum hevur verið ført fram í valstríðnum. Á vanligu valfundunum í Norðurlandahúsinum, har eitt umboð fyri og annað [...] bert fingið áheitan frá einum flokki, um at endurskoða avgerðina um at senda seinastu valsendingina í nýggjum sniði. Møguleiki at leggja upp til kjak _ Vit halda, at henda broytingin bert ger sendingina meira
var farið at fáa orðstýrara, og hartil møttu valevnini seint. Petur Nolsøe tók við starvinum og fyrsta uppgáva hansara var at kasta lut um raðfylgjuna. Tá tað var gjørt, var klárt at byrjað. At fundurin [...] Tað vóru tveir politiskir fundir í Suðurstreymoy í gjárkvøldið. Annar í skúlanum á Argjum og hin í skúlanum í Kaldbak. Vit vóru í Kaldbak fyri at hoyra hvat valevnini høvdu at siga, og eisini fyri at síggja [...] vit tað seinna fyrst so vísir tað seg, at áhugin fyri politiskum fundum er lítil. Tað møta ikki serliga nógv fólk, men verður støddin á bygdini havd í huga, so var størri áhugið í Kaldbak enn tað var í
heldur Heini verða ov galið. ? Tað er so grovt, at tað eru ikki orð fyri tí. Ránsókn ikki rannsókn Tað, sum Heini heldur verða so grovt er, at báturin fiskar á eini leið, sum er stongd fyri øllum trolarum [...] við útvarpið í gjár, at skiparin ikki hevði fingið fráboðan um, at henda leiðin var stongd, og at hann hevði biðið V&B um at kanna skipið. Vaktar- og Bjargingartænastan veit ikki um tað er nakar føroyingur [...] brot á føroyska lóg, at landsstýrið hevur givið týska trolaranum fiskiloyvið. ? Tí fari eg at royna at fáa løgtingið kallað saman til at viðgera málið, og møguliga eisini at leggja eitt misálituppskot fram
vísti á, at hvat sambýlum viðvíkur, eru tey sjálvfíggjandi við tað, at tey, sum búgva har, betala tey sjálvi og at tað er bara sjálvt húsið, sum kommunan er við at betala. Eisini hann vísti á, at skal nakað [...] Vang segði, at tað fyrsta, hann mintust, hevði kommunan nógv sosialmál at umsita. ? Men tey eru at kalla øll burtur nú, tí nú hevur Almannastovan yvirtikið tey at umsita og at viðgera. ? Tað einasta, sum [...] viðganga, at fyri kommununa einsamalla var tað at kalla ómøguligt. Ásbjørn Berg skuldi svara tí fjórða spurninginum. Men umenn tað var ómøguligt fyri Hovs kommunu einsamalla, so helt hann at tað átti at borið
fólk til tað, bert fyri at nevna dømi, sigur Jákup Sverri Kass. Hann heldur ikki, at tað er rætt, tá sagt verður, at ungfólk kunnu fara allastaðni at útbúgva seg, og at tað ikki er neyðugt at fara til [...] lynskeið í design, sum hann tekur til, og so fór undir at selja gardinur, og tað gekk uppá stás. Í frítíðini ferðaðist hann víða um í Bretlandi, Skotlandi og aðrastaðni, og ognaði sær vitan um viðurskiftini [...] Vit eru bundin at fáa útbúgving í Danmark ? Veruleikin er, at Danmark er einasta stað, har vit kunnu fáa stuðul. Umframt tað, hugsa vit um at fara til Bretlands ella annað ES-land at lesa, so mugu vit