Fult sjálvstýri!

Nakrar grundleggjandi broytingar skulu til, áðrenn tað ber til

Nógv verður sagt av øllum flokkunum, um at vinnuvirðið má økjast ígjøgnum eina meira skynsama framleiðslu av okkara rávørum. Eri púra samdur í hesum, men sakni eitt ítøkiligt heildarboð um hvussu tað skal gerast. Eitt politiskt arbeiði má gerast, fyri at skapa tær bestu fortreytirnar.

Eitt, man tó ikki beinleiðis fær gjørt nakað við politiskt, er tann hálvhjartaði arbeiðsmentaliteturin, sum er at síggja so nógva staðni í dag í Føroyum. Broyting kemur nokk ikki í hetta, fyrr enn vit gerast meira altjóða sinnað, og tað vil Sjálvstýrisflokkurin eisini arbeiða fyri. Fyrst og fremst er tað samstarv og tænasta í arbeiðinum, sum vit føroyingar duga alt ov illa, og hetta er ikki nakað ein venur seg við eftir einum degi. Eg skal í einari aðrari grein viðgera hendan trupulleikan meira nágreiniliga.

Vit mugu skapa fortreytir fyri at:

?Røkja umhvørvi og fiskastovnar við tí endamáli at finna tað náttúrugivna burðarmarkið, og síðani brúka tað, hvørki meira ella minni. Ein stovnsrøktarpolitikkur uttan kvotu ella avmarknandi dagatalsskipanir, sum bert elvir til spekulatión, men einans við meskavíddavmarkingum, friðaðum økjum og legudøgum, tryggjar hetta best. Ein náttúrlig javnvág millum stovn og flota kundi fingist við at góðar verkætlanir, sum peningastovnarnir kunnu góðtaka, verða settar í verk og ikki tær hálvhjartaðu.

?Fáa alla tað arbeiðsskapandi og virðisøking av fiski og alifiski framda her á landi. Hetta gerst við einum miðvísum kvalifiseraðum samráðingaruppleggi, har marknaðaratgongd bæði fyri vørum og tænastum er aðalmálið. Vit mugu avseta vørur uttan toll og avgiftsforðingar, hava atgongd til tær bíligastu brúkaravørur og framleiðslulutir, og bestu møguleikar at søkja okkum vitan um marknaðin, líkamikið hvar á knøttinum.

?Birta uppundir samstarv ímillum teir almennu stovnarnar, sum veita tænastu, og seta krøv til eitt nú alivinnuna. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Landsdjóralæknin og Kynsbótastøðin í Skopun eru beinleiðis viðkomandi her. Arbeiðssetningar mugu gerast við støði í heildini og ikki fráskilt frá hvørjum øðrum. Samskifti má økjast í øllum liðum.

?Áleggja alarum at samstarva fyri at røkja umhvørvið á mest skynsaman hátt. Tá framtíðar framleiðsluætlanir verða lagdar, mugu alarar staddir í somu økjum kommunikera hvør við annan um braklegging og onnur viðurskifti. Endamálið má vera at uppnáa ta størst møguligu samlaðu framleiðsluna, sum náttúran og umhvørvið kunnu bera.

?At uppsøkja altjóða handilsligt samstarv. Fyrimunirnir finnast kunnu her eru talríkir; 1. - Nýtt hugflog um arbeiðs-organisatiónshættir-leiðsluhættir. 2. Kunning frá framkomnari gransking, ið vit ikki hava havt grundarlag fyri enn, og kunning um nýtt tøkni. 3. Ávirkan á arbeiðsmentalitet bæði á arbeiðsfólki í øllum liðum. Serliga er tað tænastustøðið, hugsað verður um, tað at kunna líta á at uppgávur verða gjørdar til tíðina, at vørur verða handaðar til tíðina fyri rímiligan marknaðarprís. Í dag er tað soleiðis, at um tú setir krøv til handilspartnara, og vísir á møguleikan at keypa aðrastaðni, um nøktandi prísir ella tíðarásetingar ikki fáast, ja, so verður ein hildin at vera frekur. Alt ov ofta hava føroyskir millumleverandørar eina støðu sum monopol.


Yvirhøvur mugu vit leggja okkum eftir at samstarva nógv betur, í vinnuni og ímillum vinnuna og tað almenna. Vit mugu økja um samskifti allastaðni har fyrimunir kunnu standast av tí.

Nústaðni tá hava vit økt um okkara útflutnignsvirði, kunnu vit tosa um fult sjálvstýri.


   Heini Hátún,

   Sjálvstýrisflokkurin