Fiskiránsókn ikki fiskirannsókn

Á leiðini norðanfyri liggur ein týskur trolari »Walther Herwig III« og ger fiskirannsóknir við loyvi frá Fiskimálastýrinum og landsstýrismanninum í fiskivinnumálinum John Petersen. Men snellumenninir norðanfyri kallað tað fiskiránsókn ístaðin

Snellumenninir norðanfyri eru í øðini og tað er Heini O. Heinesen eisini.

Orsøkin er, at ein týskur trolari, Walter Herwig III, hevur fingið loyvið til at gera fiskirannsóknir á eini leið norðanfyri, sum annars er bannað fyri trolarum.

? Og hetta loyvið hava Kaj Mortensen og John Petersen skrivað undir, sigur ein uppøstur Heini O. Heinesen.

? Skal hesin báturin hava fiskiloyvið, so er tað ikki landsstýrið, men løgtingið sum skal geva tað, og tí hevur John Petersen brotið føroyska lóg, sigur Heini O. Heinesen

Við fiskiloyvinum, sum Heini hevur avrit av, hevur báturin loyvi til at fiska heilt inn á tríggjar fjórðingar og tað heldur Heini verða ov galið.

? Tað er so grovt, at tað eru ikki orð fyri tí.


Ránsókn ikki rannsókn

Tað, sum Heini heldur verða so grovt er, at báturin fiskar á eini leið, sum er stongd fyri øllum trolarum.

? Báturin fer heilt inn ímóti landið og støvsígur grunnin fyri upsa. Hann ger sum skipini, sum skjóta seismik, hann trolar í geirum.

? Fyri stuttari tíð síðani fingu snellubátarnir væl av upsa, men nú fáa teir stórt sæð einki.

Heini O. Heinesen heldur ikki tað kann kallast rannsóknarveiða, tá báturin tráðroynir grunnin á henda hátt.? Tað má heldur kallast ránsókn, sigur hann.


Brot á føroyska lóg

Sum nevnt heldur Heini, at talan er um brot á føroyska lóg, at landsstýrið hevur givið týska trolaranum fiskiloyvið.

? Tí fari eg at royna at fáa løgtingið kallað saman til at viðgera málið, og møguliga eisini at leggja eitt misálituppskot fram ímóti John Petersen, landstýrismanni, sigur hann.

John Petersen segði við útvarpið í gjár, at skiparin ikki hevði fingið fráboðan um, at henda leiðin var stongd, og at hann hevði biðið V&B um at kanna skipið.

Vaktar- og Bjargingartænastan veit ikki um tað er nakar føroyingur við umborð á »Wlather Herwig III«.

Sosialurin royndi seinnapartin í gjár at fáa eina viðmerking bæði frá landsstýrismanninum og frá Fiskirannsóknarstovuni, men tað var ikki møguligt.


John Petersen lýgur

John Petersen segði við útvarpið í gjár, at hann ikki var greiður um fiskiloyvið, men tað er sambært Heina O. Heinesen kola svørt lygn.

? Eg havi prógv fyri, at John Petersen og hansara umsiting hevur verði vitandi um málið alla tíðina.

Heini O. Heinesen sigur eisini, at landsstýrismaðurin er úti eftir at fáa hesar kassarnar burtur.

? Hetta málið steðgar ikki her, tað kann eg lova John Petersen.