Er onkur komin illa fyri av sjúku, elli, óhappi ella øðrum viðurskiftum, so hava skyldfók, grannar ella øll bygdin tikið stig til at hjálpa við peningi, kærkomnum gávum ella aðrari hjálp. Hugburðurin hevur verið, at tað er rætt samsvarandi kristnari trúgv at vísa næstrakærleika við gerðum.
Sosialmál
So hvørt sum samfelagið hevur broytt seg til eitt vælferðarsamfelag, hava vit eisini í Føroyum fingið almannalógir, har endamálið hevur verið at veita teimum hjálp, sum av sjúku, elli, óhappi, vinnuloysi ella øðrum viðurskiftum ikki hava verið før fyri at bjarga sær og sínum.
At smíða almannalógir, ið kunnu tryggja øllum borgarum peningaliga hjálp, tá ið teir koma í trongd, til tess at hjálpa teimum úr aftur trongdini, er ikki lætt arbeiði, tí orsøkin til trongstøðuna er ofta so ymisk. Lógirnar skulu sjálvandi heldur ikki kunna misbrúkast. Úrslitið er tí ofta, at almannalógirnar gerast so knortlutar, at ongin uttan tey, ið arbeiða við henni dagliga, duga at skilja hana.
Politiska høgrarákið í ávísum løgtingsflokkum roynir aftur og aftur at bróta niður tað, sum aðrir við tógvið stríð hava bygt upp á almannaøkinum. Øll hugsandi vápn verða nýtt, og tí er sera umráðandi at fáa undirtøku fyri valskrá Tjóðveldifloksins um at fremja sosiala endurnýgging, sum ber í sær eitt vælvirkandi vælferðarsamfelag við einfaldum, tryggum og góðum almannalógum, sum eru skornar eftir føroyskum leisti. Aðalmálið eigur altíð at verða, at stuðulin ber í sær veruliga hjálp til at vinna á trongstøðuni sum skjótast. Fólkapensiónin skal hækka beinanvegin, og Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin styrkjast munandi.
Eisini leggur Tjóðveldisflokkurin alstóran dent á, at teimum menningartarnaðu verður tryggjað nøktnadi bústaðar- útbúgvingar- arbeiðs- og frítíðarmøguleikar. - Gomlum og sjúkum verður tryggjað døgnrøktarskipan beinanvegin.
Fólkaskúlin og
framhaldslestur
Í øllum framkomnum londum verður hildið, at grundarlagið undir mentan fólksins er ein góður og tryggur fólkaskúli. Talan er í veruleikanum um eina íløgu í framtíðinia hjá undóminum. Eisini her er neyðugt hjá Tjóðveldisflokkinum og øðrum góðum kreftum at standa saman. Tað rekur sera hart á kíkinum í løtuni.
Vinnur politiska høgrarákið í ávísum løgtingsflokkum, so er tað bara ein spurningur um tíð, til vit aftur eru í tí tíðini, tá ið tað bara vóru tey vælbjargaðu, sum kundu senda børn síni til framhaldsútbúgvingar. -Fátækt og fjarbýli eigur undir ongum umstøðum at forða evnaligum ungfólki lærdóm og mentan.
Vilt tú standa saman við Tjóðveldisflokkinum um hesi grundsjónarmið um solidaritet - um samábyrgd, so hevur tú møguleikan nú.
Súni í Hjøllum
Tjóðveldisflokkurin
Eysturoy










