handil í Havn. Tað vóru fólk hjá Ansni, sum hiildu, at alt ikki var, sum tað átti, og at onkur óboðin var inni í handlinum. Tá løgreglan kom á staðið, funnu tey eina slóð at elta, og tað vísti seg, at hetta [...] seg. Vaktleiðarin legði aftrat, at helst er alt funnið aftur, sum tikið er úr handlinum í Havn, sum var fyri innbroti í tíðliga nátt.
Vit hava fingið at vita, at tað er ein útibarnagarður í Haraldssundi. Men tað er ikki bara sum at siga tað at finna hann. Vit koyra tvørtur um byrgingina, og fáa tá eyga á eitt spælipláss. Barnagarðurin [...] Haraldssundi, bæði úti og inni. Prinsessa og cowboy Ein hósdag í farna mánaði, tá vit vitjaðu í Haraldssundi, vóru børnini kortini inni og spældu. Henda dagin, sjálvan summarmáladag, var klárt, men rættiliga [...] rættiliga kalt í veðrinum við væl av vindi. Men tað var kortini ikki hetta, sum helt børnunum inni henda dagin. Uppi á loftinum vóru børnini nevniliga í ferð við at fyrireika seg til eitt sjónleikartiltak, sum
gávurnar og legði aftrat, at hann var alt ov rørdur av stórfingnu móttøkuni til at halda nakra longri røðu. Men tað hevði verið hart, sera hart, og tað besta við túrinum var, at hann í øllum einseminum hevði [...] millum annað, at tað var heilt ómetaliga lívsjáttandi at síggja Robin her í dag. Ikki bara, tí hann hevur framt eitt ítróttarbragd, sum eingin annar hevur megnað, men tí hann hevur gjørt tað móti øllum ?odds [...] Nú seinnapartin var móttøka í gamla posthúskjallaranum av Robin Clementsen, sum herfyri rann úr Danmark til Gibraltar. Robin fekk handaða heiðursgávu og ?bræv frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, og
tøkar í uppsagnartíðini, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Hann sigur at orsøkin til tað var, at ætlanin var at leiga skipini út. Og tað sá eisini út til at hava eydnast, tá ið ein treytað avtalað varð undirskrivaður [...] hjá fyritøkuni, fingu onki útgjald frá ALS til jóla. Orsøkin til tað var ikki, at ALS ikki kláraði at avgreiða umsóknirnar. Orsøkin var tann, at bústjórarnir vildu ikki leysgeva menninir. Sostatt vóru [...] heldur onki útgjald til jóla og hetta kemur illa við hjá nógvum av teimum, sum ikki hava verið úti í longri tíð. Hetta váttar ein av bústjórunum, Eyðfinnur Jacobsen. Men hann leggur afturat, at fiskimenninir
ull. Mjúk, ljóst morlitt ull, sum fyri tað kundi verið av seyði. Um tað nú ikki bara var tað, at steinurin er boraður úr undirgrundini umleið ein kilometur inni í tunnlinum nakað væl undir havbotninum [...] borirnar í til næsta skotið. Her inni eru tað teir, sum arbeiða, ið einsamallir gera av, hvussu tryggjast skal,og nær tað er neyðugt at tryggja veggir og loft. Tað hava teir mett tað at vera viðhvørt, síggja vit [...] dregur so eitt sindur undan aftur og sigur: ?Tað stendur í pappírunum, at tað helst verður í februar komandi á. So lat okkum bara halda okkum til tað. Tað er eisini fyrr, enn upprunaliga ætlanin legði
Hansen ????????????????? Tað var í Suðurstreymoy kommunalar samanleggjanir byrjaðu tá ið Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Argir, Kollafjørður, blivu lagdar saman við Tórshvnar Kommunu! Tað var kommunala skuldin ið [...] størri kommunur at umsita! Tað var kommunala skuldin ið skapti grundarlagið fyri at stovna kommunala veðhaldsgrunnin ið hjálpti kommunum í Suðuroy og Sandoy við kommunalu skuld! Tað er órættvíst at Tvøroyrar [...] alt landið og í Havnini! Tað eigur at vera skipað langtíðar fíggjar og íløgurætlanir út í øllum landsins kommunum í ganga yvir eitt longri áramál ið vil lækka kostnaðarstøði! Tað eigur at vera skundað undir
danska vinarfelagnum Aarhus 1900 í Marselisborg skógini. – Tað serliga við hesi kapping var, at einans lop var á skránni. Harumframt var hvør leypari biðin um, at velja sær tónleik at leypa til. So tá Tórur [...] kappingina, so gjørdist tað heila enn meir áhugavert, siga tey í Hvirluni í morgun. Men at allir teir fremstu í Danmark vóru við, gjørdi at motivatiónin at var til staðar. Kappingin var í høllini hjá danska [...] enn eina ferð um føroyska metið, sum hann sjálvur annars átti. Og tað rakk eisini til eitt fyrstapláss í kappingini, men her hendi so tað, at harðasti kappingarneyti hansara, Peder Pawel Nielsen, fekk ein
Tað var ein syndarlig sjón, ið møtti einum bónda á Norðoyri, tá ið hann kom í fjósið í gjáramorgunin. Inni í fjósinum lógu níggju neyt brádliga deyð á gólvinum. Talan var um átta kýr og ein tarv. Løgreglan [...] Búnaðarstovan og djóralækni vórðu boðsend, men tað varð beinanvegin staðfest, at talan var ikki um misrøkt av nøkrum sum helst slag. – Hvat røktini viðvíkur, var einki at seta fingurin á. Samstundis er eisini [...] eisini staðfest, at neytini eru ikki dripin og at tað tað einki ólógligt er farið fram annars, sigur løgreglan. Hinvegin hevur illgruni tikið seg upp um, at okkurt er vorðið í vegin við elektrisku skipanini
kvøldi fyri. Men akkurát hvat er hent er tað, teknikararnir skulu royna at fáa greiði á. Tað var ringt at sløkkja, tí eldurin fór ímillum skins og hold, so tað var alla tíðina neyðugt at bróta frá fyri at [...] kanna tey fyri at vita um tað ber til at staðfesta orsøkina til, at eldur kom í tey. Tað var tíðliga í gjáramorgunin, at fólk ringdi til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum á Velbastað. [...] Sløkkilið varð boðsent og tað vórðu sjúkrabilar eisini, skuldi brúk verið fyri tí. Fólk vóru inni, men tey sluppu út. Hóast tey ikki vita, hví eldur kom í, er er fyribils metingin kortini tann, at eldurin
leiktíðin var farin, tá kollfirðingurin varð borin av vøllinum og tað sást á øllum brøgdum, at tað ikki stóð væl til. - Eg fái ikki gingið í morgun og liggi tískil bara í songini, sigur Arnbjørn, sum var framvið [...] lækna heilt stutt í gjár, men tá var ov tíðliga at siga nakað um skaðan, hann fekk í knæið. Roknað verður við, at okkurt inni í sjálvum knænum helst er farið, men tað er eingin endalig niðurstøða gjørd [...] Arnbjørn skal aftur til læknan við knænum í dag. Tað var í einum nærdysti, at høgra knæ gav eftir. Eitt hendiligt óhapp, sum Arnbjørn sjálvur lýsir tað. Dysturin millum KÍ og EB/Streym endaði annars við