Tíðliga í gjáramorgunin kom eldur í eini hús á Velbastað og nú fara teknikarar fara nú at kanna tey fyri at vita um tað ber til at staðfesta orsøkina til, at eldur kom í tey.
Tað var tíðliga í gjáramorgunin, at fólk ringdi til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum húsum á Velbastað. Sløkkilið varð boðsent og tað vórðu sjúkrabilar eisini, skuldi brúk verið fyri tí. Fólk vóru inni, men tey sluppu út.
Hóast tey ikki vita, hví eldur kom í, er er fyribils metingin kortini tann, at eldurin kyknaði uttan fyri, har hitapottur og sauna eru, og sum høvdu verið í brúki kvøldi fyri. Men akkurát hvat er hent er tað, teknikararnir skulu royna at fáa greiði á.
Tað var ringt at sløkkja, tí eldurin fór ímillum skins og hold, so tað var alla tíðina neyðugt at bróta frá fyri at fáa sløkt.
Løgreglan sigur, at húsini eru rættiliga illa farin av eldi, men ikki minst hava tey eisini fingið stóran skaða av royki og vatni.