Fiskimenn fingu ongar pengar til jóla

Teir næstan 70 fiskimenninir, sum manna skipini hjá Fiskavirking, sum eru umfatað av húsaganginum hjá fyritøkuni, fingu onki útgjald frá ALS til jóla. Orsøkin til tað var ikki, at ALS ikki kláraði at avgreiða umsóknirnar. Orsøkin var tann, at bústjórarnir vildu ikki leysgeva menninir.

Sostatt vóru teir ikki tøkir á Arbeiðsmarknaðinum og av tí sama kundu sluppu teir heldur ikki í arbeiðsloysiskipanina.

Tí fingu teir heldur onki útgjald til jóla og hetta kemur illa við hjá nógvum av teimum, sum ikki hava verið úti í longri tíð.

Hetta váttar ein av bústjórunum, Eyðfinnur Jacobsen.

Men hann leggur afturat, at fiskimenninir fáa alt, teir eiga til góðar, tí hýrurnar eru væl tryggjaðar.

- Fiskimenninir hava sjótrygd og tí er ongin so væl tryggjaður, sum teir.

Hann viðgongur kortini, at tað er serstakliga óheppið, at teir eru komnir í klemmu.

- Vit hava sagt menninar upp, men vit hava boðað teimum frá, at vit vildu hava teir tøkar í uppsagnartíðini, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

Hann sigur at orsøkin til tað var, at ætlanin var at leiga skipini út. Og tað sá eisini út til at hava eydnast, tá ið ein treytað avtalað varð undirskrivaður fyri jól.

Men so komu umstøður uppí, sum gjørdi, at avtalan varð av ongum og sostatt liggja skipini enn.

Skipini verða lýst til sølu og tann, sum keypir, skal so veita sjótrygd og tá fáa fiskimenninri alla sína hýru, teir eiga til góðar, sigur Eyðfinnur Jacobsen.