Níggju neyt lógu brádliga deyð í fjósinum

Ein bóndi í Norðoyggjum varð illa við tá ið hann fór í fjósið í gjáramorgunin

Tað var ein syndarlig sjón, ið møtti einum bónda á Norðoyri, tá ið hann kom í fjósið í gjáramorgunin. Inni í fjósinum lógu níggju neyt brádliga deyð á gólvinum. Talan var um átta kýr og ein tarv.

 

Løgreglan fekk boð um málið og bæði Búnaðarstovan og djóralækni vórðu boðsend, men tað varð beinanvegin staðfest, at talan var ikki um misrøkt av nøkrum sum helst slag.

 

– Hvat røktini viðvíkur, var einki at seta fingurin á. Samstundis er eisini staðfest, at neytini eru ikki dripin og at tað tað einki ólógligt er farið fram annars, sigur løgreglan.

 

Hinvegin hevur illgruni tikið seg upp um, at okkurt er vorðið í vegin við elektrisku skipanini í fjósinum og at neytini tískil eru deyð av elektriskum stoyti.

 

Tískil varð eisini ein elektrikari boðsendur at kanna málið, men løgreglan sigur, at niðurstøðan hjá honum er ikki greið enn.

 

Men tað verður neyvan eitt mál fyri løgregluna. Tað er mest fyri eigaran, at leitað verður eftir orsøkini, so at hann ekkaleysur kann seta neyt aftur í fjósið, sigur løgreglan.