Vit hava fingið at vita, at tað er ein útibarnagarður í Haraldssundi. Men tað er ikki bara sum at siga tað at finna hann.
Vit koyra tvørtur um byrgingina, og fáa tá eyga á eitt spælipláss. Barnagarðurin liggur helst tætt við tað, halda vit.
Men tað ger hann ikki, tí har er einki sum bendir á ein slíkan. Og har er heldur ikki eitt einasta barn at síggja.
Vit snara norðureftir í bygdini, men har eru bert sethús at síggja. So var kanska einki um tosið at ein útibarnagarður var í bygdini.
Uttanfyri bygdarhúsið síggja vit ein yngri mann. Vit steðga bilinum. Hann man vita, hvar útibarnagarðurin er.
-Útibarnagarðurin? Hann er beint her, inni í bygdarhúsinum. Og tað er eisini her at eg arbeiði, sigur Kim.
Vit steðga á og fara innar. Vit hava ikki meiri enn latið úthurðina upp, tá vit skilja at vit eru komin á rætta staðið.
Í salinum niðriundir hoppa børnini um eitt elastikk, og í erva hoyrist eisini ljóðið frá børnum, sum stuttleika sær.
Jú, vit eru komin á rætt stað - útibarnagarðin Haraldsstova í Haraldssundi, har eini 15 børn eru og har tey vanliga eru fýra starvsfólk.
Slóðbróting
Tá ein á sinni byrjaði at tosa um at hava útibarnagarðar í Føroyum, vóru mong ið ivaðust um hetta fór at bera til her á landi.
Tey høvdu kanska nakað at hava hesa støðuna í, tí veðrið í Føroyum er nú ikki einaferð eins og veðrið í Danmark og øðrum londum, har slíkir barnagarðar longu finnast.
Men tey, sum høvdu hug at royna hesa ætlanina í verki, stríddust fyri henni, og stutt eftir lat fyrsti útibarnagarðurin upp.
Síðani tá eru slíkir útibarnagarðar vorðnir sera væl umtóktir, og fleiri kommunur hava valt at seta slíkar á stovn.
Tískil finnast teir í dag á mongum støðum kring landið - t.d. í Leirvík, Toftum, Æðuvík, Vestmanna, Hvítanesi, Trongisvági, Klaksvík, Runavík ? og sjálvandi Haraldsstova í Haraldssundi.
Bussflutningur
Hóast hesin útibarnagarðurin hevur heimstað í Haraldssundi, so gongur ikki eitt einasta barn úr bygdini í hesum barnagarði.
Øll 15 børnini eru nevniliga úr Klaksvík. Og orsøkin til at tey ikki eru í barnagarði í Klaksvík, men í Haraldssundi er hin einfalda, at einki høli er til teirra har.
Hinvegin so hava børnini úr Haraldssundi og úr Kunoy eisini møguleika at sleppa í henda útibarnagarðin. Men í løtuni eru so eingi børn hagani.
Haraldssund liggur jú eitt fitt petti frá sjálvari Klaksvíkini, men her er funnin ein heppin skipan, soleiðis at foreldrini ikki noyðast at koyra børnini fram og aftur tvær ferðir um dagin.
Ístaðin verða øll børnini savnað við Mylnuhúsið í Klaksvík á morgni. Tá klokkan fer at nærkast hálvgum tíggju gera tey klárt at fara við bussi til Haraldsstovu.
Og tá klokkan er vorðin 15:45 fer ein bussur við fegnum, men kortini troyttum børnum tvørtur um byrgingina og aftur til Klaksvíkar.
Krabbar og útisvimjing
Talan er jú um ein útibarnagarð, og í tí navninum liggur sjálvandi, at børnini skulu vera uttandura fyri tað mesta.
Í Haraldssundi eru frálíkir møguleikar til tess, og tað sermerkir eisini, sum vera man, "arbeiðsdagin" hjá børnunum.
Bygdin liggur niðri við sjóvarmálan, tætt við eina byrging og har rennur eisini ein á gjøgnum bygdina. Stórur hagi er omanfyri bygdina, og har eru tey ofta. Og so finst haraftrat eitt buchwald nær við, har góðir møguleikar eru til spæl hjá børnum.
Áin er eisini eitt væl umtókt spælipláss hjá børnunum. Og ein góðan og heitan summardag kemur meiri enn so fyri, at børnini fara at svimja í ánni ? í klæðum, væl at merkja.
Eitt, sum børnunum dámar sera væl er at fara oman í fjøruna. Har finst eitt stórt tal av krabbum, og tað nakað sum børnini gleða seg til, tá tey fara oman hagar, so er tað júst at fanga hesar krabbarnar.
Í so máta hevur Haraldsstova allar møguleikar til at geva børnunum ein áhugaverdan dag í Haraldssundi, bæði úti og inni.
Prinsessa og cowboy
Ein hósdag í farna mánaði, tá vit vitjaðu í Haraldssundi, vóru børnini kortini inni og spældu.
Henda dagin, sjálvan summarmáladag, var klárt, men rættiliga kalt í veðrinum við væl av vindi. Men tað var kortini ikki hetta, sum helt børnunum inni henda dagin.
Uppi á loftinum vóru børnini nevniliga í ferð við at fyrireika seg til eitt sjónleikartiltak, sum skuldi vera dagin eftir á Bókasavninum í Klaksvík. Og tey skuldu sjálvi standa fyri tiltakinum, sum gongur uppá skift millum barnagarðarnar í Klaksvík.
Dagarnar frammanundan høvdu tey gjørt leikbúnar og hattar ? eisini cowboy-hattar - til endamálið, og tyktust vera sera spent eftir at sleppa at framføra hetta fyri hinum børnunum í barnagørðunum.
Leikurin er gjørdur út frá eini søgu, sum børnini sjálvi hava funnið uppá. Tey høvdu avgjørt, hvør skuldi siga hvat, og soleiðis var leikurin vorðin veruleiki.
Í leikinum vóru bæði firvaldar, cowboyar, ein lítil hundur og ein prinsessa, - bara fyri at nevna nakrar av leikarunum.
Og sum myndin frá bókasavninum vísir, so var leikurin eisini sera spennandi og vælleiktur - og ikki minst væl umtóktur av hinum børnunum.
Nýggjur
Útibarnagarðurin í Haraldssundi lat upp í januar mánaði í fjør.
Men talan er jú um eitt bygdarhús, við einum stórum sali niðriundir og fleiri rúmum í ovaru hæddini.
Húsið er tí ikki ? sum so - innrættað til eitt slíkt endamál sum ein útibarnagarð, men kortini tykjast børnini at hugna sær.
Í Klaksvík er ein annar útibarnagarður, og heldur hann til úti í Grøv, tey nevna.