Sær ikki gott út hjá Arnbirni

Alt bendir á, at Arnbjørn Hansen, álopsessið hjá EB/Streymi, fekk ein álvarsaman skaða í dystinum móti KÍ í Klaksvík í gjár. Vanliga leiktíðin var farin, tá kollfirðingurin varð borin av vøllinum og tað sást á øllum brøgdum, at tað ikki stóð væl til.

 

- Eg fái ikki gingið í morgun og liggi tískil bara í songini, sigur Arnbjørn, sum var framvið hjá lækna heilt stutt í gjár, men tá var ov tíðliga at siga nakað um skaðan, hann fekk í knæið.

 

Roknað verður við, at okkurt inni í sjálvum knænum helst er farið, men tað er eingin endalig niðurstøða gjørd, og Arnbjørn skal aftur til læknan við knænum í dag.

 

Tað var í einum nærdysti, at høgra knæ gav eftir. Eitt hendiligt óhapp, sum Arnbjørn sjálvur lýsir tað.

 

Dysturin millum KÍ og EB/Streym endaði annars við javnleiki 1-1. Hæddarpunkt frá dystinum kunnu tit síggja leinkjuni niðanfyri. Upptøkurnar eigur Jóhan Thomsen.

 

Mynd: Soleiðis sá tað út, tá Arnbjørn varð borin av vøllinum við Djúpumýru í gjárkvøldið (Mynd: Álvur Haraldsen)