Tórshavnar kommuna heiðrar Robin

Nú seinnapartin var móttøka í gamla posthúskjallaranum av Robin Clementsen, sum herfyri rann úr Danmark til Gibraltar. Robin fekk handaða heiðursgávu og ?bræv frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, og eisini helt formaðurin í Bragdinum, Fríkur Bláhamar, røðu fyri Robin, sum takkaði fyri heiðurin.

Heðin Mortensen segði millum annað, at tað var heilt ómetaliga lívsjáttandi at síggja Robin her í dag. Ikki bara, tí hann hevur framt eitt ítróttarbragd, sum eingin annar hevur megnað, men tí hann hevur gjørt tað móti øllum ?odds?, ímóti øllum spádómum og satt at siga eisini móti allari galdandi sunnari fornuft. Tí ongin, sum kendi Robin fyri bara 5 - 6 árum sídan hevði trúð, at hann skuldi standa her í dag sum ein víðagitin ítróttarhetja.

- Timburmaðurin, sum av herviligari sjúku legði árarnar inn um tollarnar longu í 2005, leyp hvøkk á okkum øll í fjør, tá hann rann av Viðareiði til Sumbiar uppá einans 35 og ein hálvan tíma. Men hesir 240 kilometrarnir vóru bara upphiting til megnar stigið, at renna allar 3466 kilometrarnar úr Danmark til Gibraltar, og ikki helma í, fyrrenn hann stóð við vitan á sunnasta punkti í Evropa og gløddi yvir á Afrika, segði Heðin Mortensen millum annað.

Robin Clementsen takkaði fyri móttøkuna og gávurnar og legði aftrat, at hann var alt ov rørdur av stórfingnu móttøkuni til at halda nakra longri røðu. Men tað hevði verið hart, sera hart, og tað besta við túrinum var, at hann í øllum einseminum hevði funnið seg sjálvan!