bók, sum tá eg ein kaldan várdag í fjør, í einum bókakassa frá einum donskum skipi í Hamborg, fekk bókina ?Maðurin á oynni? eftir gæliska íran Tomás Ó Criomhtains upp í hendurnar. Eg hevði als ikki hoyrt [...] Rithøvundurin er føddur í 1854, og bókin lýsir eitt samfelag so primitivt, at ein hevur ilt við at skilja í dag, at fólk hava verið so tilafturskomin í Vesturheiminum so seint í søguni. Málið á oynni var [...] »Ongin veit, hvussu nógv-ir róku á land.,« segði Tomás. » Í einum húsi í Fearann sókn saltaðu tey upp í 12 tunnur,« segði hann. »Eg haldi, at vit her í okkara oyggj fingu minst,« segði pápi. »Ja,« segði hann
uppá ein mann, so segði hann tað við viðkomandi í einrúmi. Tá ið vit byrjaðu við Vágbingi, var spurningurin, hvør ið skuldi fara í lastina. Tað var tá í tíðini roknað fyri at vera nakað niðursetandi at [...] óhugaligt at koma inn í kamarið til tómu koyggjuna hjá Hans Christian. Henda hending merkti manningina í langa tíð. Tað varð nógv tosað um, hvat ið kundi verið gjørt øðrvísi. Men í eini slíkari støðu hendir [...] við Mortan, um tað ikki var í lagi, at hann bað ein mann fyri seg, sum hann kendi. Johan kom kortini seinni við. Tað bleiv so eg, og eg bleiv verandi í reiðarínum. Tað kom í drag við tí nýggja Sjúrðarberg
greitt frá í seinasta parti fóru Andreas og Pouls Johannes at rógva út fyrst í 60-unum . Teir bygdu sær ein seksæring, Hjallur, sum teir bert ætlaðu at nýta um veturin, tá ið teir vóru heima frá skipi. Men hetta [...] tað var so heppið, at Poul Johannes hevði tilvildarliga eina svávildós í bróstlummanum. Teir skóru lummarnar úr buksunum og festu í í teirri vón, at báturin fór at varnast. Men hann fór framvið, og tá fór [...] kortini ikki vera so illa fyri. Teir vóru í oljuklæðum og eisini í føroyskum undirklæðum, og hetta munaði so sera væl. Tað var kortini so mikið kølið, at kavin lá oman í hálvan hagan. Teir báðir greiða frá,
var nógv besta skipið í Føroyum øll árini pápi hevði hana, og hon fiskaði betur og betur fyri hvørt ár, sum gekk. Í 1915 fekk hon 850 skippund, í 1916 fekk hon 950 skippund og í 1918 fekk hon 1050 skippund [...] eg var 14 ára gamal. Pápi átti sess í honum. Pápabeiggi mín, Jógvan á Klá, átti ein sess, og Pætur í Jógvanstovu, pápabeiggi, átti tveir. Í Ólastovu vóru tveir sessir í húsinum. So eru vit farnir til útróðrar [...] sum doyði í 1927 og minnast eisini, at hon bert hevði eitt eygað, og er greitt frá orsøkini fyri hesum í umrøddu grein. Jógvan Sofus minnist, at hann gekk at lesa, sum tað varð kallað, uppi í Geil hjá henni
eisini so stríggið heima hjá mær við tveimum børnum í vøggum. Eg fekk ikki frið, hvørki nátt ella dag. Katrin var fødd í 1946, Jónhild í 1951 og Kristina í 1956. Vit eiga 15 barnabørn og 17 langommu- og abbabørn [...] sindur undir krígnum. Í 1940 var hann til saltfisk við Fame, ein sera langan saltfiskatúr, og teir komu ikki heim fyrr enn í oktober. Hetta var sama ár, sum Cheerful fór í Skopunarfirði í oktober, tá var Jógvan [...] Jógvan beint afturkomin. So var hann ein túr við Saltoyra í 1942 og aftur tveir túrir í 1943. Í 1944 var hann heima, og í 1945 fór hann, áðrenn kríggið var liðugt, við Polarfarinum við gørnum á Suðurlandið
trimum monnum. Tað lógu 35 skip í Aberdeen og bíðaðu. Skipini tordu ikki út aftur úr Aberdeen. Skipini vistu ikki, hvat tey skuldu gera vegna hendan vandan. Hetta var í apríl í 1941. Tá orðnaðu bretarnir, [...] Aberdeen. Serliga var tað rúsdrekka, sum tað ikki slapst so væl til í Føroyum. Og tað vóru nógvar barrir í Aberdeen! Eg hevði verið í biograf eitt kvøld, og kom so oman aftur. Eg kom inn um portrið til [...] til august 1941. Kristianna úr Lorvík lá har, og eg fór umborð. Hannus hjá Kristian í Svínoy spældi í orkestrinum í Frelsunnarherinum. Tað hevði eg eisini gjørt, so vit kendust væl. Vit vóru eisini javngamlir
við í Nepal, aftur. Tá vit hittust seinast, vóru tey hvítari enn ein føroyingur um veturin, tí tey høvdu fjakkað í einar 3 mánaðir í teimum muslimsku londunum í Asia, har tú altíð mást fjala teg í klæðum [...] Kaikoura. Hann er staðið í New Zealandi, ið hevur mest samband við havsins súgdjór. Her koma hvørt ár teir stóru avgustarnir framvið og halda viðhvørt til í økinum í langa tíð í senn. Kaikoura er so væl [...] einum báti í ánni, og sleptur upp á áarbakkan. Síðani mátti tú stríða teg niðan aftur eftir tí brøttu gøtuni við havragreyti í knøunum. »5,4,3,2,1 Bungy!« Tá tann fyrsti bólkurin var horvin niður í dýpið,
stórar verkætlanir eru í gongd í bygdini. Linjohn vísir á, at íløgan, sum Bakkafrost er í holt við í Skálavík, sjálvsagt er nógv tann størsta, og hetta er ein íløga sum sambært stjóranum í samtakinum, Regini [...] heilsársarbeiðspláss í bygdini, sigur borgarstjórin. ##med2## Øll árini út í eitt Eingin núsitandi borgarstjóri í Føroyum hevur sitið nær til so leingi út í eitt, sum borgarstjórin í Skálavík hevur gjørt [...] hoyrir tað eisini við upp í søguna, at hann í løtuni er hann staddur í Bilbao í Spania, har Royal Greenland byggir enn ein nýggjan rækjutrolara, sum verður liðugur um seinni í vár. Hetta er eitt stórt,
inn á plátuni »Jazzur í Føroyum 2«. Kanska eitt sindur ironiskt kom Ívar ikki upp í spælimansbólkin, »Spælimenninir í Hoydølum« fyrr enn í 1978, eitt ár eftir, at hann var liðugur í Hoydølum. Men júst s [...] fyrstu plátu út í Funkies. Tað var í 1981, og í tíðini frá 1981 til 1983 góvu vit tvær plátur út tilsamans, sigur Terji Rasmussen. Teir spældu fast í fleiri Harrans ár ymsastaðni runt í landinum, men Terji [...] seg, og í 1985 kom hann upp í vældámda bólkin Frændir. - Eg kom upp í bólkin sum sangari. Tað vóu Rani, Eyðun og Steintór, sum gjørdu løgini og orðini, men eg vildi sjálvandisleppa upp í part í so máta
vóru í Skúvoy í eitt ár, og her gekk Hjarnar eisini í skúla í. Tilknýtið til oynna er framvegis so stórt, at øll systkini fara til Skúvoyar, tá ið høvi býðst. Komin aftur til Klaksvíkar fór Hjarnar í millumskúla [...] Hjarnari dámdi einki at ganga í skúla. Hann vildi vera handverkari. Í lívsins skúla Í 1948 fór Hjarnar í læru á bedingini hjá Kjølbro. Hetta var eitt stórt arbeiðspláss tá í tíðini, og her arbeiddu eini [...] Henda útbúgving var tá í tíðini í trimum pørtum. Men bert ein av hesum pørtum kundi takast í Føroyum og eisini í Klaksvík. Men fyrst fór Hjarnar aftur ein túr við Hans Paula eystur í norskan sjógv. Veiðan