Andreas og Poul Johannes: Teir gistu á Kellingini

Brøðurnir Andreas og Poul Johannes róðu út saman í mong ár. Hetta gekk stak væl. Men eina ferð kundi gingið galið. Tá strandaðu teir á Kellingini norðanfyri Eiðiskoll

3. partur

Sum greitt frá í seinasta parti fóru Andreas og Pouls Johannes at rógva út fyrst í 60-unum . Teir bygdu sær ein seksæring, Hjallur, sum teir bert ætlaðu at nýta um veturin, tá ið teir vóru heima frá skipi. Men hetta gjørdist skjótt til útróður burturav. Nú høvdu teir jú konu og børn, og við útróðri lá betur fyri at vera meira heima.
Hetta var aftaná, at fiskimarkið varð flutt út, og tað var so nógvur fiskur at fáa. Fyrstu árini var tað ein vansi, at tað var so trupult at sleppa av við fiskin. Men hesin trupulleiki varð loystur, tá ið flakavirkið Norðís kom á Eiði.

Endaðu uppí Kellingini
Norðís fekk eisini stampagoymslu, sum lætti um útróðurin. Við út­róður er umráðandi altíð at hava fáa gott agn, og ongantíð betri um tað eisini er feskt.
Í 1967 fingu kraftblokkaskipini undir Føroyum nógva sild, sum tey avreiddu til fiskamjølsvirkið hjá Havsbrún í Fuglafirði. Tað var so stutt at sigla, at sildin frá seinasta kastinum var spillfesk, tá ið komið var inn. Hetta skuldi vera serliga gott kalvaagn.
Ein dagin frættist um sild í Fugla­firði, og Ditleif Eldevig, stjórin á Havsbrún, bað teir endiliga koma at fáa sær.
Teir fara so avstað mánadagin 13. februar um trítíðina seinnapartin. Teir hildu norður gjøgnum Eiðis­flógvan og eystur um Eiðiskoll móti Risan og Kellingina. Tað er eitt sund millum Risan og Kellingina. Tað var nógvur mótstreymur, so teir avráða at sigla gjøgnum sundið fyri at stytta um leiðina. Tað var eisini vanligt at gera hetta, og veðrið var gott.
Men beint, sum teir koma inn í sundið, koma tvær fyllingar, sum tvær ferðir tók bátin inn at ytra beininum á Kellingini. Fyrru ferð kemur báturin bert inn móti “fótablaðnum” og fer út frá aftur. Men seinnu ferð kemur báturin upp á helluna. Tá síggja teir, at kjølurin brotnar, men tað kom annars ikki ein dropi av sjógvi inn í bátin. Her var at gera skjótt av og at leypa uppá hellina, áðrenn báturin fór aftur á sjógv og sakk. Hetta gekk væl.

Máttu leypa bein av beini á Kellingini
Hetta var annars so óheppið, sum tað kundi vera. Høvdu teir verið antin bert fimm sekund fyrr ella seinni, so var einki hent.
Har, teir komu uppá Kellingina, var ein góð hella, men hon var ikki eitt blívandi stað. Hetta var á fjøru, og teir vistu, at tá ið tað fløddi aftur, kom hellan at liggja undir í sjógvi.
Tí var alneyðugt at koma inn á innara beinið. Har var ein rættiliga stórur steinur, sum var dottin niður av Kellingini, og sum ikki kom at vera undir á flóð.
Í sundinum var nokk so nógvur súgur. Tá ið tað súgaði út kom ein flái hinumegin undan sjónum. Tí ráddi um at leypa, tá ið hetta hendi.
Andreas var tann fyrri at taka renningarlop og leypa. Men komin yvir um súgaði aftur hin vegin, og Andreas gjørdist vátur upp undir miðjuna. Men tá var sloppið, og tað var lætt at sleppa sær upp á hell­una.
Síðan passaði Poul Johannes sær løgir at leypa. Hetta gekk á sama hátt sum hjá Andreasi.
Hetta var ikki hissini lop. Sundið millum beinini á Kellingini er so mikið breitt, at gamlir eiðismenn for­taldu, at í góðum líkindum kundi rógvast gjøgnum sundið við fýra­mannafari.
Men takið var nú at koma uppá steinin, tí hann var meira enn manshøgur. Tað var ikki heilt lætt at koma upp á steinin, tí hann skránaði ímóti teimum. Men hetta eydnaðist kortini. Poul Johannes lyfti Andreas so mikið upp, at hann fekk tikið seg upp á steinin, og síðani fekk Andreas hálað Poul Johannes upp.
Men annars var støðan fram­vegis hættislig. Í fyrsta umfari var ikki stórvegis vón um skjóta bjarging. Møguleiki kundi verið at svomið til lands inn í urðina, men har var berg fyri, so tað hevði ikki sloppist longur enn tað.
Vónin var, at onkur bátur kom framvið, sum teir kundu varskógva. Men skjótt gjørdist myrkt, so har var ikki nógv at vænta í bræði.
Sigvald sá ljós
Men sjálvsagt vistu teir, at sum frá leið fóru teir at verða saknaðir, og tá fóru menn at leita. Men hetta fór ikki at vera fyrr enn móti morgni.
Teir vistu tó, at Sigvald Jacobsen á Morskranesi plagdi at royna eystanfyri á hesum leiðum, og at hann plagdi eisini at avreiða á Eiði. Tað kundi tí roknast við, at hann fór at sigla framvið. Eina ferð, eftir at tað var blivið myrkt, síggja teir eisini ljósini av einum báti.
Nú var tað var so heppið, at Poul Johannes hevði tilvildarliga eina svávildós í bróstlummanum. Teir skóru lummarnar úr buksunum og festu í í teirri vón, at báturin fór at varnast. Men hann fór framvið, og tá fór tann vónin.
Tá ið Sigvald kemur til Eiðis at av­reiða greiðir hann Olafi Ell­ingsgaard frá, at hann helt seg hava sæð eitt merkiligt ljós inni á Kell­ingina, men kundi ikki ímynda sær, hvat ið tað kundi vera. Olaf bað hann ikki tvætla. Hetta kundi ikki bera til.
Menning, sonur Sigvald, greiðir frá pápa sínum, at teir vóru tveir mans á báti henda dagin. Hin mað­urin var Páll Weihe av Selatrað. Knapp­liga sigur Páll, at hann sær eitt ljós inni við Kellingina aftan­vert bátin inni móti landi. Sigvald hyggur beinanvegin, og hann sær eisini hetta ljós, áðrenn tað sløknar aftur. Sigvald var ikki pátrúgvin, og hann var sannførdur um, at har var okkurt, sum var á vási. Hann kundi havt hug at kanna hetta nærri, men tað var bølamyrkt og eitt sindur av lívi í sjónum, so hann hættaði sær ikki at gera meira við hetta.
Komin til Eiðis spyr Sigvald, um nakar bátur á útróðri var saknaður, men tað vistu tey einki um.

Bjargaðir
Sum tímarnir gingu, vórðu teir báðir saknaðir, tá ið teir ikki, sum ætlað, komu aftur seinni um kvøld­­ið. Í fyrsta umfari var kanska ikki hugsað so nógv um tað. Útróðrarmenn sigldu ikki altíð eftir klokku og okkurt kundi hava seinkað teir.
Men sum frá leið fóru tey heima at órógvast, tá ið menninir ikki vóru komnir heim morgunin eftir.
Ringt varð tá til Fuglafjarðar at vita, men har høvdu eingir menn verið. Tá skiltist, at her var okkurt, sum ikki ruggaði rætt.
Elin, kona Poul Johannes, ringir so norður til Norðís á Eiði. Hon fær orðið á Herman Mørkøre, sum leiddi Norðís tá, at siga frá støðuni. Herman hevði tá frætt, hvat ið Sig­vald hevði varnast. Hann kundi tí greiða Elini frá, at teir vistu kanska, hvar ið tað skuldi leitast.
Postbáturin, Reynir, var til­vild­ar­liga tá komin til Eiðis eftir saltfiski frá flakavirkinum. Teir lántu ein trist frá Símun Johan Wolles, fingu sett hann á dekkið, og fóru so beint út á Kellingina. Manningin á Reynir hendan dagin vóru Hans Esbern og Arnold úr Vík. Umframt teir fóru Hermann Mørkøre og Sverri Fest–irstein, báðir av Eiði við.
Andreas og Poul Johannes sóu Reynir koma, men teir vistu ikki tá ørindini hjá teimum. So teir báðir veittraðu við oljuklæðunum fyri at gera vart við seg. Reynir fór so nær inn móti Kellingini, sum teir kundu. Tá varð tristurin settur út, og Sverri og Herman fóru við honum inn móti Kellingina og fingu teir báðar umborð. Framvegis var tað so hepp­ið, at veðrið var gott, so hetta gekk væl í hond. Seinni um dagin rusk­aði, og tá hevði tað neyvan verið so lætt.
Hetta var um níggju tíðina á morgni. Tá høvdu teir verið á Kell­ingini í úti við 18 tímar, sum sjálv­sagt høvdu verið langir og drúgvir. Men teir hildu seg kortini ikki vera so illa fyri. Teir vóru í oljuklæðum og eisini í føroyskum undirklæðum, og hetta munaði so sera væl. Tað var kortini so mikið kølið, at kavin lá oman í hálvan hagan.
Teir báðir greiða frá, at tað var lítið tosað hesa náttina. Nú mátti alt bert leggjast í Guds hond.
Elin, kona Poul Johannes, greiðir frá, at í fyrsta umfari var hon ikki so bangin um, at teir ikki komu heim sum væntað. Veðrið var gott. Teir høvdu eisini mat við sær. Teir kundu vera uppstoppaðir, so teir skuldu ikki havt nakra neyð sum so.
Men sum frá leið kom órógv á tey heima. Elin og vermamman Poulina gingu uppi alla náttina og hugdu eftir, um nakað var at síggja.
Men tá ið morgunin eftir varð ringt til Fuglafjarðar og eingin bát­ur hevði verið har, gjørdust tey bangin.
Tá er tað, at ringt verður til Eiðis at boða frá, og nokk so skjótt fáa tær at vita, at menninir vóru komnir til lands, men eingin bátur.
Alt hetta hendi ikki fyrr enn børnini vóru farin í skúla, so tey merktu einki. Sagt varð kortini um Sofus hjá Andreasi, hann var 10 ára gamal tá, at hann trúði ikki hesum, tí Hjallur kundi ikki søkka!
Nakað skakaður man Poul Jo­hannes kortini hava verið, tí Elin sigur, at tá ið hann kom inn var hann púra stívur og segði einki, sum ikki plagar at vera honum fyri. Elektrikarin Hammer á Eiði hevði bjóðað sær til at koyra teir suður til Ljósá.
Men bátin mistu teir, og hann var ikki tryggjaður. Tryggingin vildi ikki tryggja bátin, tí lendingin við Ljósáir var ikki roknað fyri at vera ein nóg góð havn at hava bát liggjandi.
Teir høvdu spurt tryggingina, um teir ikki í minsta lagi kundu hava bátin tryggjaðan meðan hann var úti. Nei, hetta var eisini hop­leyst! Skuldi bát­urin tryggj­ast mátti hann liggja í Svínáum, men hetta var meira óhøgligt.
Herfyri fingu teir annars stað­fest, at steinurin, sum bjargaði teimum, nú er brotin í fleiri petti.
Annars eru frásagnir á Eiði um báta­vanlukkur við Risan og Kell­ingina, sum hava kostað mannalív. Ein slík vanlukka kostaði í 1869 fimm eiðismonnum lívið.

Sum eitt hús
Elin og Augusta vóru rættiligar út­róðrar­manna­konur. Tær syrgdu eisini altíð fyri at smyrja ein góðan mat­kassa at hava við til útróðrar. Var matkassin tómur, tá ið teir komu aftur, ja, so var ov lítið smurt.
Elin greiðir frá, at hon hevði fult álit á, at Andreas og Poul Johannes vóru skilamenn, so hon føldi seg altíð trygga. Hon stúrdi meira fyri øðrum bátum, tá ið líkindini vóru ivasom, enn teirra egna báti!
Nú høvdu teir so ongan bát. Í fyrsta umfari fóru teir tí vestur til Vatnsoyrar at hjálpa beiggjanum Hans Elmar at byggja hús. Men tað var skjótt, at teir fingu sær bát aftur sum greitt frá í seinasta parti.
Her skal verða nevnt tað sjáld­sama samanhald, sum hevur verið millum hesi bæði hús hjá brøðr­unum báðum, har konurnar vóru systrar. Hetta hevur verið eina­stand­andi og fyri­myndar­ligt. Eitt var, at brøð­urnir báðir hava róð út saman og býttu úrtøkuna javnt. Men í aðrar mátar hava teirra heim verið sum eitt hús, har tey hava havt tað mesta í felag.
Eitt dømi um arbeiðsbýtið teirra millum er, at Elin hevði bindi­maskinu og Augusta seymimaskinu. Tær ávikavist bundu og seymaðu uppá húsfólkið í báðum húsunum. Kúgv og kálvar høvdu húsini í fe­lag. Hoyggið var felags, og kjøtið í hjall­inum var eisini felags, har eingin hugdi eftir, um annað húsið fekk meira enn hitt. Inntil teir góvust at rógva út, høvdu teir eisini bilin í felag.
Tá ið onnur hjúnini fóru at ferð­ast, vóru hini hjúnini eftir heima at ansa eftir børnunum hjá teimum, sum fóru.
Húskini bæði hava eisini livað vistfrøðiliga og hava mest møguligt livað av tí, sum náttúran gevur. Tey hava havt oksar í haganum, hava etið nógvan fugl, og kalvi frá út­róðrinum var gerandismatur. Tað var keypt minst møguligt.
Her er talan um álitisfólk av fyrstu skuffu.
Augusta fekk hóttafall fyri nøkr­um árum síðani og kom ikki fyri seg aftur. Hon doyði fyrr í ár.
Hesi bæði húsini hava eis­ini verið dyggir stuðlar hjá Brøðra­sam­komuni alla teirra tíð og gingu teir í 70-árunum á odda fyri at byggja ein sal við Ljósá.
Vit takka Poul Johannes og eisini Andreas fyri teirra frágreiðing, sum er eitt virðismikið íkast til okkara sjómanna- og útróðrarsøgu.
----------

Komandi partur
Tann 13. november verður ísraelski føroyavinurin Menakhem Ben Yami 85 ár. Í komandi parti verða brot úr hansara ótrúliga spennandi lívi, og um hansara samband við Føroyar.