Torv
Sum øll onnur brendu vit bara torv. Okkara torv var ikki so gott. Vit skóru uppi í Tjørnudali, tey kalla. Summi skóru eystur á Skúvadali, har torvið var betri, og sum ikki var so langt frá Tjørnudali.
Tað var nokk so høgligt at fara niðan í Tjørnudal, tað var ikki meira enn eitt korter at ganga hvønn vegin. Men í Fríðagili hinumegin ánna, har pápi eisini skar, har var nokkso gott torv.
Menninir skóru torvið millum vár- og summartúrin, men restin var uppgávan hjá konunum og børnunum. Nú ráddi um at fáa torvið turt. Her valdaðist sera nógv, hvussu terrin var. Síðan skuldi torvið fáast til høldar í torvkráir, men alt hetta hevur Petur Jákup Sigvardsen skrivað um í sínum bókaverki.
Farast skuldi so eftir torvi, so hvørt brúk var fyri tí. Pápi plagdi at bera torv heim niðurfyri, so lætt varð um hjá teimum, sum vóru heima, tá ið hann var burtur. Men annars var vanliga ikki farið hvønn dag eftir torvi.
Børnini
Sum áður sagt frá giftust vit í 1937, og so byrjaðu børnini at koma. Gerda er elst. Hon er fødd í 1939, og Sjúrður er føddur í 1940. Tað árið vóru 10 børn fødd við Gjógv. Jarðarmóðir var Sigga á Grótheyggi ættað úr Funningi. Tað var eisini so stríggið heima hjá mær við tveimum børnum í vøggum. Eg fekk ikki frið, hvørki nátt ella dag.
Katrin var fødd í 1946, Jónhild í 1951 og Kristina í 1956. Vit eiga 15 barnabørn og 17 langommu- og abbabørn.
Tað var ein forferdilig tíð undir krígnum, sum tá var byrjað. Allastaðni vóru minur, og menn máttu rógva út millum minurnar við tí vanda, sum hetta bar við sær. Tað vóru eisini mong skip, sum fórust av minum. Eiðismenn høvdu eisini sæð ein enskan trolara vera sprongdan av minu. Bátarnir sluppu tó undan minum.
Men ein gjáarmaður fórst við skipi undir krígnum. Tað var Henry hjá Petur Kristjani, sum var við Ekliptiku, sum hvarv á leiðini heim úr Aberdeen í 1941. So ringar vóru orðningarnar - og eg veit eisini um onnur, sum vóru tað sama fyri - at einkjan einki kundi fáa, tí maðurin hevði siglt ov stutt. Men tey komu kortini væl ígjøgnum. Henry var annars maður Fíu, sum var umrødd í samband við Acorn. Tað var hon, sum sat og græt í skúlanum, og eingin visti hví. Hon búði nevniliga á telefonstøðini og hevði frætt tíðindini um Acorn áðrenn hini.
Jógvan sigldi eitt sindur undir krígnum. Í 1940 var hann til saltfisk við Fame, ein sera langan saltfiskatúr, og teir komu ikki heim fyrr enn í oktober.
Hetta var sama ár, sum Cheerful fór í Skopunarfirði í oktober, tá var Jógvan beint afturkomin. So var hann ein túr við Saltoyra í 1942 og aftur tveir túrir í 1943. Í 1944 var hann heima, og í 1945 fór hann, áðrenn kríggið var liðugt, við Polarfarinum við gørnum á Suðurlandið. Olivur Thomsen úr Gøtu var skipari. Tá teir vóru niðri og seldu, frættist, at kríggið var liðugt.
Annars merktist ikki nógv til kríggið við Gjógv. Her búði eingin hermaður, men onkur kundi koma viðhvørt og steðga eina nátt ella tvær, og tá gistu teir í skúlanum. Men tað vóru nógvir hermenn á Eiði, har teir bygdu støðir uppi á Kolli.
Søgan um eina passmynd
Pápin mín, Sjúrður á Rætt, var tveir túrar við Lítlu Emmu í 1944.
Tað var Andrias Lamhauge, Andrias í Dalinum, í Lamba, sum átti Lítlu Emmu. Vit vóru í ætt. Mamman hansara var Elsa, f. Christiansen, frá Gjógv, sum var abbasystir mín.
Andrias hevði keypt Lítlu Emmu frá Jógvan Elias Thomsen, Sandavági í 1920, og hann førdi hana fram til 1933, men hann átti skipið til sín deyðadag í 1954. Lítla Emma var ein av teimum fáu sluppunum, som ongantíð skifti eigara, frá tí hon var keypt í 1920.
So var tað eina dagin, at Lítla Emma lá uppankrað á Skálafjørðinum klár at fara avstað. Pápi skuldi dagin eftir fáa sær pass, sum kravdist, tá komið varð til Bretlands. Tað kom ódnarstormur helst av útnyrðingi, og hon sleit. Bara pápi og motorpassarin vóru umborð, og tað vóru eingi onnur ráð enn at seta skipið á land, ella drivu teir til havs. Motorpassarin var nokk so kunnigur. Hann bað so pápa stýra, og hin segði til, og teir settu hana so væl upp á land á Strondum. Har var bleytt fyri, so her var eingin vandi fyri skipinum. Tá so lambamenn, sum áttu skipið, koma upp um morgunin, síggja teir einki skip, og teir hildu, at skipið var farið til havs, men so fáa teir at vita, at skipið liggur á Strondum. Dagin eftir hesa ódnarnátt varð hetta bílætið tikið sum passmynd. Pápi var illa fyri, tí hann hevði vakt alla náttina. Hannibeiggi í Lamba førdi hana. Pápi hansara, Jákup bóndi, var systkinabarn pápa. Motorpassarin var Jákup Andrias í Kálvhúsinum á Glyvrum, sum seinni gjørdist kendur sum rokskipari, m.a. við Vesturhavinum Blíða.
Tá viðraði var farið til Íslands at keypa fisk, og haðani var farið til Bretlands at selja.
Jógvan Sofus um útróður
Undir 1. heimsbardaga fekst líka nógv við at rógva út sum at fara til skips. Orsøkin mundi vera fyrst og fremst, at grunnarnir fingu frið fyri bretskum trolarum, og tí var meira til okkum. Skipini fiskaðu úti í Miðhavinum umleið átta fjórðingar frá Gjógv. Tað var ofta lágaættarvindur, og tað varð eisini roynt í ringum lágættarveðri. Tá plagdu bátarnir ofta at leita hesar sluppir upp at spyrja, um teir vildu sigla seg undir land, og tað var altíð játtað. Tá vóru teir eisini onkuntíð bodnir upp á dekkið og niður undir.
Eg og pápi ætlaðu saman við Jákup Paula Biskopstø og soni hansara at byggja ein nýggjan bát. Okkara bátur, Royndin Fríða, var 40 ár tá og var ikki nógv verdur. Hetta varð av ongum aftan á vanlukkuna við Acorn í 1928. So vit blivu so illa stillaðir við bát, men annars róðu vit út á hav við einum fýramannafari, sum Sofus Debes átti. Hesin bátur var kortini ov lítil.
Útróðurin var soleiðis, at allir bátarnir royndu við snøri í senn og allir royndu við línu í senn.
Agnið var serliga gágga, og eitt sindur av sild viðhvørt, um hon fekst. Vit kundu fáa nokk so væl av gággu á bleytum botni yvir fyri bygdini, tá ið besti streymur var. Hesar vóru javnar til støddar, men gággur úr Funningsfirði vóru besta agnið. Her vóru gággurnar so ójavnar til støddar, at tær størstu máttu skerast sundur, meðan gággurnar yvir fyri bygdini kundu vit egna, sum tær vóru.
Funningsfjørður var á sín hátt munandi ríkari enn Gjógv upp á fisk. Í Funningsfirði var nógv sild at fáa, og hendi seg eisini, at onkur funningsdrongur kom oman til Gjáar og gekk í húsini at selja sild.
Um heystarnar, tá ið skipsmenninir komu aftur, royndu teir við snøri vestur við landi, har vestan fyri Riv og eysturi á Kallinum. Og tá eystfallið fall, fóru teir útá. Men um veturin, tá ið tað var so frægt, róðu teir út á hav, út í Miðhavið við línu.
Tað var soleiðis, at tað róðu 10-12 bátar út við Gjógv, og teir róðu bæði langt og stutt. Út á hav fóru teir, og tað vóru einir átta fjórðingar. Teir róðu eisini á Heystbakkan, tað var bert ein góður fjórðingur úr landi. Tað bleiv einki at fiska eina tíð undir krígnum, tí tað blivu so nógvir bátar, sum komu aðrastaðni frá, og onkur sunnanbátur var eisini.
Pápi, eg og Erik, sum er giftur við systur míni, vóru tá farnir at rógva út við einum fýramannafari, sum æt Billa. Eingin bátur róði vestur á Sandar, tí vit vistu, at minur vóru har. Ein góðan morgun fóru vit sum aðrir bátar á Hestbakkan. Vit høvdu tikið agn við, tí ætlingin var at fara vestur á Sandar. Ikki kann verða sagt, at vit skundaðu okkum at draga. Vit veittraðu til tann bátin, sum eftir var, og bóðu teir heilsa heim, tí vit fóru vestur um Riv. Á vestara Búgvabarmi egndu vit átta stykki og settu so á fallandi eystfalli. Spennandi var at fara at draga. Vit hyggja út um stokkin og síggja eina vakra sjón. Stór hýsa var nærum á hvørjum húki. Dagin eftir vóru allir Gjáarbátarnir har. Tað, sum vit kalla vesturi á Sondum, kalla Eiðismenn Botnaleiti, eitt væl hóskandi navn. Sunnanmenn og aðrir siga fyri Mølini. Har var rættiliga nógv hýsa, og nógvur bátur, næstan úr allari Eysturoynni. Tá ið tað kom út í juli, minkaði hýsan burtur í næstan einki í eina stutta tíð. So fóru bátarnir at rógva út í Miðhavið, men har var heldur ikki nógv at fiska. Vit kastaðu saman við teir, sum róðu við fýramannafarinum Búgvanum, men Pól Jóhannes, vanliga nevndur Gamli skipari, bar seg undan at rógva út á hav. Sofus Debes, handilsmaður, lænti okkum Lorvíkingin.
Við Skálaberg
Eg var við Skálabergi í 1936. Hetta var tann fyrsti Skálaberg, sum Kjølbro og Christian Holm Jacobsen høvdu keypt í 1933, og sum Kjølbro reiddi út. Hann var tá 20 ára gamal og kostaði 66.000 krónur. Hann var ikki stórur í mun til trolarar í dag. Longdin var 131 fót og br. Tonsatalið 283. Hetta árið í 1936 fór eg til Klaksvíkar og Havnar at spyrja um húsatilfar, tí eg var farin í holt við at byggja. Eg komi so til Klaksvíkar, og á Stongunum møti eg Evald Kjølbro og spyrji hann, um eg kann sleppa við Skálaberg, sum liggur á Stongunum. Hann spyr, um eg keypti nakað frá teimum. Eg svaraði aftur, at tað var ikki nevniverdugt. Eg var ein leysur drongur. »Men so sleppur tú ikki við«, var svarið.
So lati eg hann ganga einar fimm favnar, so rópti eg eftir honum: »Tá nú Pride fer til Gjáar, hevur hann viðin til míni hús við. Hann havi eg keypt frá tykkum. Kann eg so ikki sleppa við Skálabergi?«
»Far tú umborð, sig, at eg sigi, at tú skal sleppa við, og eg veit, at skiparin er umborð«, svaraði Evald. So skjótt gekk tað fyri seg. Skiparin var Jákup av Stykkinum. Teir hjá Kjølbro høvdu so lítið lagur av viði, so eg fekk helvtina í fyrsta umfari. »Hvussu skal tað betalast?« sigur Evald. Eg sigi, at tað verður betalt kontant. So fari eg umborð og spyrji eftir skiparanum. Hann kom so upp úr chartrúminum, teir kalla. So sigi eg, hvussu vorðið er. Hann sigur, at hetta er í ordan. Hetta var árið við fyrstu norðoyastevnuni, so henni var eg við á, og tað var nokk so stuttligt. So fóru vit avstað og vit royndu við Bjarnoynna og Svalbard. Vit fóru inn eftir koli í Longyearbýnum á Svalbard.
Eg var í lastini. Vit gjørdu tríggjar túrar, men fingu ongantíð upp í lastina. Tað var munur á, sum tað var betur at vera við trolara og so at standa við snøri.
Við Stellupól
Eg skuldi fara við aftur Skálaberg. Eg hevði verið við har árið fyri, og hann var klassaður. Men teir høvdu gloymt at senda mær telegramm, tá ið farast skuldi av stað aftur. So fór eg til Klaksvíkar, og eg fari inn til Stellupól. So sigi eg, hvussu illa tað lá fyri hjá mær, at teir høvdu gloymt at senda mær boð við Skálaberg. Eg sigi, at eg ivist ikki í, at øll skipini eru mannað nú. »Ja, tað eru vit eisini,« sigur hann. »Vit eru 38 menn, men kom tú bara við álíkavæl. Skipið er so stórt.« Eg fór við, og tað gekk væl at fiska. Vit royndu í Meðalandsbuktini. Tað gekk væl at fiska um dagin, men tá ið tað dimti, fekk eg ikki so nógv sum hinir. Eg royndi alt møguligt, men einki hjálpti.
Tá ið vit koma heim, fara allir til hús uttan eg, farturin lá soleiðis, at eg slapp ikki beinanvegin. Meðan eg liggi í koyggjuni og hugsi um, at tað er ikki rætt, at eg ikki skal fiska sum hinir í skýmingini, tá varð eg klárur yvir, hvat feilurin var. Tað vísti seg eisini, tá ið vit komu aftur í Meðalandsbuktina. Eg hevði heintað ov langt, tá tað skýmdi. Fiskurin liggur nærri botninum í skýmingini, haldi eg. Eg hevði tískil fiskað omanfyri, har fiskurin var. Tá ið eg hevði funnið út av hesum, royndist betur.
Við Fame
Eg var við Fame í 1940. Sofus Hilduberg var skipari, og eg bleiv næstur skiparanum í fortjenastu. Tá var eg lastamaður og smeltari eisini. Hetta var serskilt lønt. Arbeiðið hjá lastamanninum var bæði at salta fiskin, tá ið hann var flaktur og síðan at ríva hann um, t.v.s. salta hann umaftur nakrar dagar seinni. Lastamaðurin fekk sum løn miðal av trimum teimum bestu fiskimonnunum, og afturat hesum fekk hann fyri teir fiskar, hann sjálvur veiddi.
Seinni komu nýggir trolarar til landið, og eg fór við Norðbúgvanum í 1946 á vári, og eg var tveir túrir við. Eg slapp so við Jóannes Patursson í 1947, og har var eg so við í 14 ár. Hans Pauli var skipari fyri tað mesta, men viðhvørt førdu Poli og Andrias hann. John hjá Sterka Jákup og Jákup Oluf á Lækjuni førdu hann eisini einstakar túrir. Samson var eisini skipari seinni, og hann var eisini sera fittligur at vera saman við.
Edmund Joensen var fittur og raskur drongur
Eg fari so av og sigi við konuna, at nú gevist eg at sigla við trolara. Um eg visti nakað frægari? So ringdi eg til Poul á Oyri. Eg hevði einaferð gjørt honum ein beina. Eg sigi, hvussu vorðið er og spyrji, um tað slepst við Agnas Louise. Tað var einki ting í vegin, og eg fór so við Agnes Louise á sild við gørnum. Tað gekk eisini sera væl. Jammus á Skála var skipari. Har var sera gott at vera umborð. Ein av manningini var verandi løgtingsformaður Edmund Joensen, sum er sonur Pól. Hann var ein fittur og raskur drongur, og hann var deiligur at vera saman við.
Eg mundi blivið motorpassari. Motorpassarin var blivin sjúkur. Eg var so biðin um at vera motorpassari. Eg segði ja, men eg kendi einki til deksspælið. Men tá ið vit skuldu fara av stað aftur, var hin kortini so frægur, at hann kundi koma við. Men hetta legði eg líka í.
Beinin, eg hevði gjørt Póli, var ein dagin, veðrið var av tí besta. Tað var ein lítil kild av landnyrðingi í Gjáarkjaftinum. So síggja vit, at ein motorur liggur og rekst, og hann fer við streyminum. Vit vóru vísir í, at hann hevði motorskaða. Eg sigi, at hann kemur ikki til lands av sær sjálvum. Eg átti bát tá, og eg fór at vita, hvussu tað var vorðið. Tá var toppstykkið brostið, og so sleipaði eg hann inn í Gjónna. Eg segði við teir, at tá ið eg rætti hondina upp, skuldu teir heysa fokkuna. Teir so gjørdu. So fingu teir eitt sindur meira ferð og komu inn í Gjónna. So var báturin tømdur har. Hann var fullur av sandi. Síðan fóru vit inn í Funningsfjørð við honum, men tá var ein annar bátur, sum eisini sleipaði. Báturin við motorskaðanum var ein bátur hjá Póli. Hetta mintist Pól til, tí eg tók ikki meira enn 5 krónur fyri at sleipa hann inn í Gjónna og 5 krónur fyri at sleipa hann inn í Funningsfjørð.
Eg havi eisini alt gott at bera teimum øllum.
Var saman við Nikkel og Kaj
Eg havi verið til skips saman við einum hópi av monnum og kann bera øllum alt gott, og kann eg nevna nakrar fáar av teimum. Eg var saman við Nikkel Nielsen av Eiði við Jóannes Patursson. Hann er verfaðir tann, sum skrivar hesa greinarøð. Nikkel hevur júst fylt 85 ár. Eg var eisini saman við beiggjunum hjá honum Nele og Eli, men mest við Nikkel. Hann var einastandandi. Stórur og vakur og góður í sær, og sterkur sum bjørnin. Kanska eins og pápi hansara, sum eisini æt Nikkel.
Ein gjáarmaður fortaldi mær eina hending um gamla Nikkel. Søgan er frá, tá ið Nikkel giftist. Har bleiv dansur og brúðardansur, og tveir menn blivu so grúiliga óklárir og bardust. Og Nikkel, sum tann kempa hann var, men kortini ein stillur maður, læt seg úr kotinum. Hann tók aðra hondina í annan mannin og hina hondina í hin, og so hálaða hann teir sundur. So blakaði hann teir út, sum um teir vóru nakrir smádreingir. Teir, sum vóru har, høvdu ikki sæð ein so sterkan mann. Nikkel var systkinabarn mammu og trímenningur pápa Dinnufíu.
Ein annar, eg var saman við, var Kaj í Bartalstovu úr Syðrugøtu, sum er svágur Nikkel, konurnar eru systrar. Hann var eisini ein sera fittligur maður at vera saman við. Hann var eisini so ótrúliga sterkur. Afturat hesum var hann góðsligur og var altíð fryntligur. Eg segði við hann, einaferð vit sigldu til marked, at hann átti at tikið frá, tí tað var so buldrasligt at sigla. Eingin kundi vera í tí ovara lugarinum, tí har var ikki livandi, sum tað bresti. Men har var eingin bøn. Til marknað kundi bert siglast við fullari ferð fyri at náa best møguligan prís.
So fær hann ein brekkara, og tað var ikki lukkuligt, sum hann leikaði í tá. Men einki hendi kortini.
Fari við Tórhall
Eg var saman við Tórhalli Andreassen, frá Norðskála, í 1956 á sildaveiða við gørnum. Tað var so seint upp á árið, og tað var einki veður, og afturat tí var so lítið at fáa. Ein dagin spurdi hann meg, um eg átti nakra saltsild heima. Eg sigi nei. »Far og salta tær nakrar sildir,« sigur hann. Eg sigi, at eg kann ikki, tí eg eigi onga tunnu og einki salt. »Fá tær bara salt og tunnu og salta tær upp í tunnuna.« Eg skal rósa Tórhalli í allar mátar.
Seinni kom hann sum stýrimaður umborð í Smyril (Dúgvan). Eg var avloysari har. Tað hevur eingin stýrimaður fyrr sagt við meg, at nú skal tú koma at læra meg, hvat eg skal gera! Vit vóru óalmindiliga væl. Eg havi alt gott at bera honum. Her kann verða nevnt, at aftan á hesa frásøgnina hjá Dinnufíu og Jógvan Sofusi fara vit at hava frásøgn frá Tórhalli.