Hjarnar Djurhuus 75 ár

Í gjár 25. oktober fylti Hjarnar Djurhuus 75 ár. Hjarnar seta flest okkara í samband við olju. Fyrstu nógvu árini sum seljari av olju, tá ið hann var stjóri á Shell. Seinastu árini hevur hann vegna BP verið við til at leita eftir olju undir Føroyum. Spenningurin er nú, um hann aftur fer at selja olju sum framleiðari

Hjarnar er sjálvsagt nógv annað enn olja, og hetta fara vit eisini at lýsa í hesi grein. Hann er sonur Hjørdis og Hákun Djurhuus. Hetta merkir, at hansara lív fyri ein stóran part hevur verið í politiskum umhvørvi, men hetta koma vit tó ikki inn á!

Her kann eisini verða nevnt, at Kristoffer Kamban, sum hevur verið umrøddur í røðini “Hendur ið Sleptu”, var mammubeiggi Hjarnar.

Bæði foreldrini vóru útbúnir lærarar og lærdu eisini í senn. Fyrsta læraraarbeiðið hjá Hákun var inni á Skálafjørðinum sum ferðalærari, men skjótt fluttu tey til Klaksvíkar, og Hjarnar var tvey ára gamal, tá ið hann gjørdist klaksvíkingur.

Her gekk alt friðarliga fyri seg inntil kríggið kom. Tað fyrsta sum merktist til hetta vóru norsku flóttarfólkini, sum komu til Klaksvíkar, og har Hákun kom at vera ein av teimum, sum skipaði fyri móttøkuni av teimum. Onkrir teirra komu eisini at búgva eitt skifti inni hjá teimum. Hetta skapti varandi vinarløg.

Tað gjørdist sum frá leið eisini nakað ótrygt í Klaksvík við áhaldandi bumbingum, og tí fór Hjørdis við børnunum til Skúvoyar. Hákun var jú ættaður úr Skúvoy, og Hjørdis hevði eisini røtur tann vegin, so tey vóru ikki fremmand í bygdini. Her komu Hjarnar og eisini hini systkini at virðismeta bygdarlívið við øllum tí, sum tað innibar við fugli, báti og nógvum øðrum. Tey vóru í Skúvoy í eitt ár, og her gekk Hjarnar eisini í skúla í. Tilknýtið til oynna er framvegis so stórt, at øll systkini fara til Skúvoyar, tá ið høvi býðst.

Komin aftur til Klaksvíkar fór Hjarnar í millumskúla. Men Hjarnari dámdi einki at ganga í skúla. Hann vildi vera handverkari.

 

Í lívsins skúla

 

Í 1948 fór Hjarnar í læru á bedingini hjá Kjølbro. Hetta var eitt stórt arbeiðspláss tá í tíðini, og her arbeiddu eini 40 fólk.

Her var sera gott at vera. Tað var so lagaligt eisini. Í lærutíðini slapp Hjarnar fleiri ferðir til skips sum kyndari við Jóannes Patursson, har Hans Pauli Johannesen var skipari. Jóannes Patursson var ikki hvat sum helst skip. Hann saman við Sjúrðarberg vóru størstu skip á okkara leiðum í Atlantshavinum tá í tíðini, og motorurin var øgiligur, 700 hestar í eini tíð, tá ið ein slupp hevur kanska góðar 100 hk. Hesa tíðina tók Hjarnar eisini motorpassaraprógv.

Aftaná lokna lærutíð ætlaði Hjarnar sær at fara at á maskinistskúla. Henda útbúgving var tá í tíðini í trimum pørtum. Men bert ein av hesum pørtum kundi takast í Føroyum og eisini í Klaksvík.

Men fyrst fór Hjarnar aftur ein túr við Hans Paula eystur í norskan sjógv. Veiðan hevði verið góð frammanundan, so Hjarnar roknaði við at koma heim aftur, áðrenn skúlin byrjaði.

Men hetta gekk ikki eftir vild. Tað var ringt veður og lítið at fáa. Eina ferð, tá teir bert hava fingið 90 tons av saltfiski, er oljan uppi, og teir mugu inn at bunkra. Tað var ringt veður og eisini ringt lag á Hans Paula. Hann var sera ótolin eftir at fáa alt umborð, so teir kundi sleppa avstað aftur. Umboðsmaðurin helt, at her var ikki nakað at skunda sær til, tí eingin fór kortini út í hesum veðrinum. Hans Pauli helt, at tað skuldi nú eingin norðmaður gera av! Teir fara út, og í fyrsta umfari sæst kósin at vera móti Føroyum. Men tað kundi neyvan passa, at Hans Pauli fór heim við einum slíkum bummtúri. Teir skifta kós og leiðin gongur til Ísland. Teir kasta, og trolið er fult av stórum toski í. Tískil fingu teir kortini uppí skipið.

Teir koma tó so seint heim, at Hjarnar heldur tað vera ov seint at fara á maskinskúla sum ætlað.

Tískil møtir hann aftur til arbeiðis á bedingini. Johan í Grótinum er bæði leiðari her og á maskinskúlanum. Johan spurdi Hjarnar, hvat hann vildi her. Jú, hann ætlaði sær aftur at arbeiða. Nei, hetta kom ikki uppá tal. Hjarnar skuldi jú fara á maskinistskúla. Men her var hann jú ov seinur! Men har var eingin bøn. Johan álegði Hjarnar at fara á maskinistskúlan, og hetta gekk bara væl.

 

Niður at sigla

 

Hjarnar fór aftur við Jóannes Patursson, men so fór hann út at sigla. Reiðararnir niðri dámdu betri at seta fólk, sum bert høvdu 1. part av maskinútbúgvingini. Teir, sum høvdu meira, vóru so skjótir í landi aftur til onnur størv.

1. oktober 1954 fer Hjarnar at sigla við Kronprins Olav. Hann var eitt ferðamannaskip hjá DFDS, sum sigldi millum Keypmannahavn og Oslo. Hetta skip gjørdist annars seinni kent í Føroyum sum avloysari hjá Dronning Alexandrine, sum hevði siglt uppá Føroyar í mannaminnir.

Umborð á einum slíkum skipi var ein stór manning í maskinuni. Tað vóru fýra meistarar, fimm assistentar og tveir motormenn. Vanligt var at sigla í tvey ár sum assistentur, tá kundi ein gerast meistari. Men hjá Hjarnar gekk tað skjótari enn so. Tá ið hann hevði siglt í 6 mánaðir gjørdist hann 4. meistari sum tann yngsti av assistentunum.

Fyri at fáa endaligt prógv var neyðugt at hava siglingartíð við einum dampskipi, og tí fór hann í 1956 við einum dampskipi, Svanholm, sum var kolfýrt. So fekk hann eisini roynt tað.

 

Hjarnar kom ungur at kenna Malenu, sum var dóttir Katrinu av Kirkju og Julius av Syðradali. Hon kom niður við til Danmarkar, og tey giftast í 1955.

 

Fer uppá land

 

Men í 1958 fer Hjarnar í land at læra til verkfrøðing á Teknikum. Henda útbúgving tók fýra ár. Aftaná fer hann aftur at sigla eitt hálvt ár. Við at fara burtur og ganga tveyskiftisvakt kundi dupult so nógv fáast burtur úr sum við arbeiði á landi.

Í 1962/63 kom Hjarnar at arbeiða sum ráðgevandi verkfrøðingur hjá verkfrøðingafelagnum Leif Hansen í Herlev.

Aftaná tað, kom hann at arbeiða sum skipasýnismaður hjá Lloyd’s Register of Shipping í Keypmannahavn.

Ein dagin er hann umborð á Færø Shell, sum skal hava aksilsýn. Aksilin var tærdur og Hjarnar kasserar hann.

Tá kemur ein leiðari hjá Shell til Hjarnar og gevur ilt av sær. Hann helt ikki aksulin sá út til at vera nakað serliga tærdur. Men Hjarnar fekk so greitt manninum frá, hvar teringin var, og hetta mátti hann so góðtaka.

So sigur hesin: “Jeg kan høre, at du er færing. Kunne du ikke tænke dig at arbejde hos Shell!” Lokkimaturin var sum frá leið eitt arbeiði í Føroyum.

Shell í Føroyum skuldi hava nýggjan leiðara, tann gamli var við at nærkast tíðina at fara frá við eftirløn og Hjarnari var ætlað at fáa hetta starv.

Hjarnar skuldi so arbeiða tvey ár í Danmark fyri síðan at koma til Føroyar. Hóast honum dámdi sera væl hjá Lloyds, var hetta ov gott at siga nei til. Men hann treytaði sær tó, at hann skuldi ikki vera leysur av Lloyds fyrr enn eftir einum hálvum ári, so teir fingu høvi at seta ein nýggjan mann við. Annars hevði hann tríggjar mánaðar uppsagnartíð. Bæði farandi og komandi arbeiðsgevari virðismettu hendan loyalitetin móti gamla arbeiðsplássinum. Hjarnar kom eisini framvegis at hava tilknýti til Lloyds. Hann var sýnsmaður fyri teir í Føroyum frá 1968-90. Framvegis er hann eisini nevndarlimur í Skandinavisk komité for Lloyds Register of Shipping.

Tey tvey árini í Danmark gingu við at fara runt til ymsar deildir hjá Shell í Danmark, so síggjast kundi, hvussu teir arbeiddu.

 

Til Føroyar

 

Í 1968 kemur Hjarnar tískil til Føroyar, har hann eina tíð arbeiddi saman við Conrad Joensen, sum hann skuldi avloysa á Shell.

Shell í Føroyum var tá ein donsk deild, men í 1972 verður Føroya Shell stovnað sum eitt partafelag. Formaðurin í nevndini kom frá høvuðsstøðini Shell, og Hjarnar kom at arbeiða saman við níggju formonnum, sum vóru danir, bretar og hollendingar, og lærdi hann nógv av teimum.

Her var Hjarnar í 29 ár inntil 1997, tá ið hann var 65 ára gamal og hevði rokkið eftirlønaraldurin hjá fyritøkuni.

Fremsta uppgávan hjá einum slíkum stjóra er at fáa ein so stóran marknaðarpart sum gjørligt. Tað eydnaðist hjá Hjarnar at fáa partin hjá Shell øktan. Í aðrar mátar vóru eisini stig tikin til at menna virksemið. Hetta var millum annað gjørt við at minka talið á bensinsstøðum úr 20 niður í 10. Men tá var málið at fáa støðirnar størri og betri. Eitt dømi um hetta er Shellstøðin á Frælsinum, sum jú selur alt møguligt og veitir nógvar tænastur umframt at selja bensin og olju.

 

Eitt stig var eisini at fáa egið skip at sigla olju til Føroyar. Føroya Shell var í kapping við deild hjá Shell í Danmark um at fáa loyvi til tess. Men her vann Føroya Shell, tí tess grundarlag var so væl undirbygt. Hetta var byrjanin til Magn. Síðan er gamla Magn avloyst av einum størri Magn, sum eisini hevur givið sítt íkast til føroyska samfelagið.

 

Fór undir oljuleiting

 

Tað gekk ikki leingi eftir, at Hjarnar var farin frá í Shell, til hann verður boðsendur av Shell í London at koma at tosa við teir um oljuleiting. Tá var hann spurdur, um hann vildi umboða teir í Føroym. Tað var í lagi, men treytin var, at hetta kortini ikki skuldi vera fulla tíð. Hetta var eisini í lagi.

Upprunaliga var tað Shell, sum stóð fyri hesum. Síðani BP. Og nú er tað BP við 50% saman við Shell og Amoco við hvør sínum 25%.

Hetta hevur verið eitt virksemi, sum fyribils hevur givið føroyska samfelagnum úti við 40 mill. kr. í førleikamenning á ymiskum økjum.

Olju hevur hetta tó ikki givið enn. Fyrsta boringin var turr. Tí mátti næsta boringin, sum teir hava bundið seg til, vera á einum øðrum stað enn upprunaliga ætlað. Men nú tann 22. oktober byrjaðu teir eina nýggja boring, sum er gjøgnum basalt. Borað verður niður á 4.750 metur. Dýpið er 750 metur, so gjøgnum havbotnin skal borurin 4000 metur. Ætlandi tekur boringin 3-4 mánaðir, so vit kunnu byrja at gerast spent. Óvissan er tó hampiliga stór, tí sannlíkið fyri at finna olju í rakstrarverdum nøgdum er 10%.

Hetta er tann mest kompliseraða og dýra boring hjá hesum fyritøkum í hesum árinum. Men uttan mun til, hvussu úrslitið verður, kann so í hvussu er roknast við at fáa virðismikla vitan um føroysku undirgrundina.

Á skrivstovuni yviri við Strond arbeiða fýra føroyingar og í løtuni eru eisini fýra bretar.

 

 

Mundi komið illa fyri av Hjarnar

 

Vit báðir eru komnir at kennast fyrst og fremst gjøgnum hansara virksemi sum formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip 1984-1994. Tað er tað góða við slíkum felagsarbeiði, at hóast ein er mótpartur, ber væl til at gerast væl. Tað er eisini hent í okkara føri. Okkara felags ættarrøtur úr Tjørnustovu í Norðragøtu umvegis Skúvoy hava ikki gjørt tað verri!

Sigast kann, at Hjarnar var góður og hógligur samráðingarmaður. Onkuntíð stóð sjálvsagt á, men tað eydnaðist altíð at fáa semju uttan verkfall.

Einaferð mundi eg kortini komið heilt illa fyri av Hjarnar. Hetta var í eini tíð, tað var alment orðaskifti um nakar munur var á kommunismu og nasismu. Á einum samráðingarfundi gav Hjarnar mær eina grein úr einum donskum blaði, har niðurstøðan var, at eingin munur var.

Eg koyri greinina í taskuna. Nakrar dagar seinni fari eg við toki úr Danmark til tað kommunistiska DDR, Eysturtýskaland. Her varð altíð væl kannað, hvat skrivligt tilfar ferðafólkini høvdu við. Og um ikki DDR tollararnir hála hesa greinina úr taskuni! Hon var á donskum, so teir skilja sum so ikki tekstin. Men so mikið skiltu teir, at hetta kundi vera vandafull sjónarmið at føra inn inn í DDR. Verði koyrdur í eitt rúm at bíða, meðan málið verður kannað. Tíðin gongur og einki hendir. Uggi meg at byrja við, at hesir ungu týskarar skilja hetta ikki. Men fái so tann tanka, at kanska hava teir boðsent onkrum sum dugdi danskt, og tá reistust hárini á høvdinum! Hvat kundi hetta ikki enda við.

Eina løtu seinni koma teir aftur og siga, at hetta er ólógligur lesnaður, sum ikki kundi koma inn í DDR, og teir máttu leggja halda á greinina. Eg fekk eina kvittan og kundi fáa greinina við mær aftur, tá ið eg fór av landinum aftur! Men tað var best at látast sum einki, so greinin lá eftir í DDR. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu henda politiska skipanin virkaði.

Malena og Hjarnar eiga dótrina Katrin, sum er gift við Tórði Patursson í Kirkjubø. Tey eiga børnini Hjarnar 13 ár, Svanna 11 ár, Magna 8 ár, og Olga, sum er 3 ár. Tað er óneyðugt at siga, at børnini eru eitt og alt hjá ommuni og abbanum.

Sigast skal, at Malena eisini er sera fryntlig. Hon er útbúgvin sum læknaskrivari og arbeiddi hjá Árna Olsen í mong ár.

Ynskt verður Hjarnari hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum. Hann er ein av teimum, sum hevur gjørt mun í okkara samfelag, og vit kunnu bert fegnast um, at hann ikki enn sleppur endanum.

 

ó.