Rumenia sendi jagaraflogfør á veingirnar

Rumenskir myndugleikar halda, at russar í álopunum á Ukraina í nátt hava gjørt seg inn á rumenskt loftrúm, og tí avgjørdu myndugleikarnir at senda jagaraflogfør avstað

Myndugleikarnir í Rumenia sendu í nátt út sonevnd neyðboð um telefonina til íbúgvar í ávísum økjum í landinum, har heitt varð á fólk um at søkja sær skjól, tí russiskar dronur vóru aktivar í ukrainskum loftrúmi, nærindis markinum til Rumenia.

 

- Møguleikar eru fyri, at leivdir av dronum kunnu detta niður úr loftrúminum. Verið rólig! Søkið skjól í kjallara ella í bumbuskýlum, skriva rumensku myndugleikarnir í einari sokallaðari neyðávaring til sínar borgarar.

Hetta veit rumenska tíðindastovan, Mediafax, at siga í morgun.

 

Sambært Reuters hava russiskar dronur gjørt seg inn á rumenskt loftrúm, og rumenska verjumálaráðið sigur, at tey hava sent jagaraflogfør á veingirnar at taka sær av støðuni.

 

Úr Rumenia verður sagt, at russiskar dronur eru staðfestar í rumenskum loftrúmi og eisini úr Moldova, sum hevur mark til Ukraina, verður sagt, at dronur hava gjørt seg inn á loftrúmið har suðuri í Moldova.

 

Rumenia er limur í verjusamgonguni, Nato, og aðrar slíkar hendingar í økinum, har dronur gjørdu seg inn á Nato-loftrúm, hava ført til, at verjusamgongan hevur tikið støðuna upp til viðgerðar.

 

Russland hevur í nátt framt álop á Ukraina við dronum og krússararakettum, og í minsta lagi seks fólk eru dripin. Russar hava eitt nú lopið á í Odessa-regiónini har suðuri í Ukraina.

 

Rumenska tíðindastovan, Mediafax, hevur í morgun einki frætt um hendingar, har leivdur av russiskum dronum kunnu vera dotnar niður yvir rumenskt landaøki.