í, at her skuldi standast saman og fara út sum ein maður. Og seta vit sum treyt, at tunnil kemur undir Skopunarfjørð. Tosað var um, hvat man vil í Føroyum. Jú laga manni, so verður tosað um at miðsavna [...] geva eitt tilboð upp á eina uppgávu norðanfjørðs taka bæði ta tíð og kostnaðin tað tekur at sigla um fjørðin, við í tilboðið. Av tí sama er hann, sum oftast, við skerdan lut. Sama er við okkara flakavirkjum [...] fáast til oynna, tí ikki eru tað nógv skip, sum landa á Sandi, so má fiskurin fraktast við báti um fjørðin, og er hettar ein meiri kostnaður fyri virkini. Sama ger seg galdandi, tá fiskurin skal av oynni
fara av føroyskum grunnum á teir íslendsku. Spurningurin er so, um tað er tað mótsatta, vit síggja her. Fiskur ferðast Tað verður nógv tosað um støðuna hjá teimum ymisku fiskastovnunum, men eg má bara [...] havi ongantíð sæð fisk so illa fyri sum tá. Tá fekst nóg illa ein fiskur, um hann fekst í heila tikið, uttan hann hevði sandmaðk. Um onkur hýsa var ella ein longukálvur, var eisini sandmaðkur í teimum. Teir [...] Eg havi hoyrt menn sagt, at sær man nógvan rekavið, er tað sera dámligt. Tað skuldi verið so fiskiligt. Hetta sigur nakað um, at nógv valdast eisini streymin. Eitt annað fyribrigdi var fyrst í 1980-unum
gekk. Skiparin var inni í kortrúminum og hugdi at radarskerminum. Hann hevði givið boð um, hvussu tað skuldi siglast, og kortini vístu, at siglingarleiðin var rein. Sigla á Flesjarnar Klokkan nærkaðist níggju [...] sum hevði eina unga unnustu og var pápi at einum lítlum barni, skuldi farast, gjørdi hendingina serliga syrgiliga og minniliga. Søgan um Góðanes byrjar annan jóladag í 1947, tá ið Góðanes kemur til Ne [...] er í stundini á brúnni. Hann telegraferar til maskinrúmið. Fyrst gevur hann boð um at steðga maskinuni og beint eftir um at bakka. Men áðrenn svarast kundi úr maskinrúminum, tók skipið botn. Fyrst tyktist
Havnini klokkan trý um náttina, so komið varð á Tvöroyri til arbeiðstíð um morgunin. Av Tvöroyri varð farið suður á Vág og haðani norður á Klaksvík. Siglt varð av Vági í so góðari tíð um náttina, at skipið [...] minnist meg rætt í 1825 og á Tvøroyri um somu tíð, har var eingin kaj har norðuri. Tað var so seint í tíðini, at kaj kom í Klaksvík, tað var eftir at eg minnist, um 1936 haldi eg. Á veg úr Vági til Klaksvíkar [...] mammu heim aftur har hon helt til í Havn, tí hon skuldi ikki suður við. Nær tað hevur verið minnist eg ikki, men tað kann hava verið í 1938, tá hon skuldi til Danmarkar við skúlabörnunum. Bæði foreldur
Undirvísingartíðin skuldi vera helvt um helvt, men hetta kundi ikki ganga eftir einun føstum leisti, sum ferðaumstøðurnar vóru tá. Tí skuldi skipast so fyri, at tá árið var liðugt skuldi javnvág vera í. Tóra [...] hann í sor. Søgan um rennistrongin gjørdist vist ikki longri enn hetta. Men eg minnist tó, at rennistrongur var um Tíggjará Kaldbaksmegin áðrenn tað var nøkur brúgv. Tað slapst ikki um ánna í áarføri. Tað [...] men tað vurderaðu vit einki. Vit fóru ofta til Havnar, um mammu manglaðu okkurt smáting, sum hon skuldi brúka til at baka kaku ella okkurt sovorðið. Um vit runnu, tók tað ein tíma til Havnar, men við vanligari
førdu tey umleið 100 børnini við fløskupostum út á fjørðin, har børnini skrivaðu á ein lepa hvar posturin var sleptur, og hvar eitt møguligt svar skuldi sendast til. Fyrstu fløskupostarnir vórðu funnir aftur [...] aftur á Vágoynni 20. august 2006 og síðani eru teir funnir víða um í útnorði. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum sæst kort yvir, hvar postarnir eru funnir og myndir av børnunum, sum hava fingið svar.
at stytta um hjá teimum, so var tað ofta, at vit fluttu teir yvir um fjørðin. Hetta var bert ein beini, sum einki varð kravt fyri. Men summir teirra góvu okkum tó nøkur oyru. Tað mundi taka umleið eitt [...] við slíkum frásøgum verður ofta komið fram á aðrar søgur. Tað er eisini galdandi her. Tí kann sigast, at henda røðin eisini er søgubrot hjá hesum trimum bygdum. Hetta er fyrsti av fimm pørtum. Fyrst [...] evni at yrkja, sum vit hava dømi um í hesi frásøgn. Í teimum pappírum, sum liggja eftir henni, er eitt fitt og vakurt vers, sum ljóðar soleiðis: Stíg stillan inn um kirkjugátt her tagnar tíðarandi, alt
“Runt um Skúvoynna”, um strandingina og bjargingina: “Skipið kom inn móti Nøvini, vestfall var, og menn á landi vistu ikki, um skipið fór vestan fyri Nøvina, ella tað kom norður gjøgnum fjørðin. Skipið [...] nin inn til Havnar og hevur hann liggjandi í húsum sínum, tí hon vildi ikki at hann skuldi forsónast. Sostatt endaði kabússan í kjallaranum í húsunum í Jóannesar Paturssonargøtu, har Maria Eide búði [...] Funnu mannleyst skip Hin 27. mai 1827 boðar amtmaðurin sýslumonnunum báðum í Sandoynni og Suðuroynni í brævi frá, um skip sum rekur mannleyst í ein landsynning úr Sandoynni. Brævið til sýslumannin
børnunum. Nú ráddi um at fáa torvið turt. Her valdaðist sera nógv, hvussu terrin var. Síðan skuldi torvið fáast til høldar í torvkráir, men alt hetta hevur Petur Jákup Sigvardsen skrivað um í sínum bókaverki [...] bókaverki. Farast skuldi so eftir torvi, so hvørt brúk var fyri tí. Pápi plagdi at bera torv heim niðurfyri, so lætt varð um hjá teimum, sum vóru heima, tá ið hann var burtur. Men annars var vanliga ikki farið [...] selja sild. Um heystarnar, tá ið skipsmenninir komu aftur, royndu teir við snøri vestur við landi, har vestan fyri Riv og eysturi á Kallinum. Og tá eystfallið fall, fóru teir útá. Men um veturin, tá ið
gomul, og hon skuldi kosta 700 krónur. Hon mjólkaði 12 pottar, tá ið hon hevði kálvað. Vit keyptu so hesa góðu kúgv, men tá legðist hann við landsynnings tømingi. Tað var ikki farandi um fjørðin við henni [...] plagdu at biðja menn um at halda haftinum. Tað var ikki komandi fram at kúnni. Eg tosaði sum drongur við djóralæknan, Carl Johan Bech. Hann segði, at tað ráddi um at fáa aðra hondina um hornið og hina í [...] nasagluggarnar, og eg skuldi boyggja so fast og so langt aftur, til kúgvin stóð still. Um hon hoykti seg niður, skuldi eg einki leggja í, eg skuldu bara halda henni. Soleiðis gekk tað fyri seg, meðan tey