Á Sjómannadegnum 17. august í fjør kastaðu børnini fløskupostar á Kalsoyarfirði . Hesir eru síðani funnir aftur av børnum í Føroyum, Íslandi og Noregi. Tað vóru Klakkur og Ågot, sum førdu tey umleið 100 børnini við fløskupostum út á fjørðin, har børnini skrivaðu á ein lepa hvar posturin var sleptur, og hvar eitt møguligt svar skuldi sendast til. Fyrstu fløskupostarnir vórðu funnir aftur á Vágoynni 20. august 2006 og síðani eru teir funnir víða um í útnorði. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum sæst kort yvir, hvar postarnir eru funnir og myndir av børnunum, sum hava fingið svar.










